mánadagur 22. november 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 22. november · Nr. 162
Sosialurin
Øvugtur
Robin
Hood-
politikkur.
Hetta er tað, vit í seinast-
uni hava upplivað frá lands-
myndugleikanum á eldra-
økinum.
Tað,
sum
kommunur
royna at byggja upp við at
skapa fleiri røktarheimspláss,
brýtur
landið
niður
við
tilvildarligum sparingum á
almannaøkinum.
Eldrapolitikk síggja vit
lítið og einki til.
Men hví rópa varðskó,
áðrenn vit kenna úrslitið?
Vónbrotið í Vági
Suðuri í Vági síggja vit øvugta
Robin
Hood-politikkin
í
verki.
Við einum lyfti frá lands-
stýrinum í rygginum hava
fýra kommunur í Suðuroyar
sunnaru helvt tikið lán og
gjørt eina stóra íløgu í eitt
nýtt ellis- og røktarheim.
Lyftið gekk út uppá, at
24 eldri borgarar skuldu fáa
pláss á heiminum, og at til-
svarandi tal av røktarstarvs-
fólkum skuldu koma í starv.
Men hvat hendir?
Jú, landsstýrið rennur
undan sínum lyfti. Robin
Hood tekur aftur tað, sum
hann upprunaliga gav sum
lyfti.
Almannaverkið
gevur
boð um at spara burtur bú-
plássini hjá átta eldri borgar-
um. Harnæst fáa eisini eini
15 røktarstarvsfólk boð um,
at brúk er ikki fyri teimum
longur.
Landsstýrið
gevur
við
aðrari hondini og tekur við
hinari. Eftir sita kommu-
nurnar, sum hava skuldar-
bundið seg fyri at loysa eina
landsuppgávu, men fáa tó ikki
tað, sum landsstýrið lovaði.
Royndirnar úr Vági
Hóast eldrarøkt er ein upp-
gáva, ið landsstýrið sambært
lóg eigur at taka sær av,
so forsømir landsstýrið at
hjálpa teimum eldru, ið hava
røkt fyri neyðini.
Tørvurin á røktarplássum
eins og á heimarøkt í Tórs-
havnar kommunu er stórur,
og hvørki tey eldru, familjur
teirra ella vit sum kommuna
kunnu bíða eftir einum
landsstýri, ið ikki tekur sína
uppgávu í álvara.
Í Tórshavnar kommunu
fara vit tí ein av næstu
døgunum at seta spakan
í og grava út fyri nýggja
Boðanesheiminum yviri við
Strond.
Talan er um eitt røktar-
heim við 64 búplássum til
okkara eldru borgarar, og
ætlanin er, at heimið skal
takast í nýtslu í 2012. Til-
samans kostar heimið uml.
120 milliónir krónur. Landið
rindar umleið ein triðing í
íløgustuðuli, hóast lógin í
veruleikanum leggur upp
til, at kommunur skulu hava
helvtina í stuðli.
Taka vit støðuna í Vági
sum dømi og yvirføra hana
á
Tórshavnar
kommunu,
ja, so er fryktandi fyri, at
landsstýrið eisini her fer at
spara burtur verandi búpláss
eitt nú á Ellisheiminum og
ymsu sambýlunum og fremja
hópin av uppsagnum millum
røktarstarvsfólk.
Vit skulu jú minnast til,
at landsstýrið hevur longu
boðað frá, at landskassin
skal spara munandi komandi
árini, og veruleikin er, at hvørt
búpláss á røktarheimi kostar
landskassanum umleið hálva
millión í rakstri.
Tann hóttandi myndin
sær tí soleiðis út, at meðan
vit í kommununi sjálvboðið
gera alt, sum vit eru ment,
fyri at bøta um støðuna hjá
okkara eldru, ja so niðurlagar
landsstýrið almannatænast-
urnar
í
kommununi
og
tekur frá teimum eldru.
Hetta fevnir ikki bert um
røktarheimini, men eisini
heimarøktina, sum longu er
pínd niður í nærum einki.
Hetta skundar so upp
aftur meira undir tørvin á
fleiri røktarheimsplássum,
ið er so nógv tann dýrasti
rakstrarformurin innan alla
eldrarøkt, og tað sum allar
kanningar vísa, at tey fægstu
eldru ynskja sær. Men kortini
er hetta einasti formurin, ið
landið veitir stuðul til.
Í roynd og veru tekur
landsstýrið tann virðiliga
aldurdómin frá okkara eldru
medborgarum
og
sendir
rokningina og ábyrgdina til
kommunurnar.
Ongin Vágs-loysn
í Tórshavn
Nú, áðrenn spakin verður
settur í til Boðanesheimið,
vil eg sum borgarstjóri í
høvuðsstaðarkommununi
sláa rimmar fast, at vit fara
ikki at góðtaka, at landsstýrið
niðurlagar
eldraøkið
í
kommununi.
Landsstýrið sleppur ikki
at gera eina Vágs-loysn í
Havn. Tórshavnar kommuna
fer ikki at góðtaka, at landið
forsømir
okkara
eldru,
at landið steingir okkara
ellisheim, ella at landið lagar
niður umlætting og røkt í
Tórshavnar kommunu.
Landið sleppur ikki at
sløkkja ljósið hjá okkara
eldru borgarum.
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Hertil og ikki longur!
Tórshavnar kommuna fer ikki at góðtaka, at landið fer at niðurlaga eldraøkið í Suðurstreymoy
við at spara burtur búpláss og røktarstarvsfólk, samstundis sum kommunan og borgarar í
høvuðsstaðnum leggja rygg til stórar íløgur á eldraøkinum – ið enn er ein landsuppgáva!
... ein viðmerking
til fosturtøku
hugsanir nýggju
fólkafloksmanna
... »Fólkaflokkurin eigur at
ganga á odda við eitt nú
fríari fosturtøku« - soleiðis
ljóðar ein av boðskapunum,
ið portalurin bar okkum frá
landsfundi
Fólkafloksins
farna
vikuskiftið.
Ikki
var talan um tilvildaligan
landsfundarluttakara, men
formann unga fólkafloksins,
sum gav okkum innlit í tær
hugsanir, sum hesi, sum um
nøkur ár mynda flokkin,
hava í huga at virka fyri.
Eitt hugsa samskifti við
ófødda barnið.
Í miðdeplinum í fostur-
tøkuspurninginum
finna
vit ófødda barnið. Trygt og
fjálgt búnast tað dag frá
degi í fyribils bústaði tess,
ávegis í tann spennandi
heim, sum verður bústaðurin
komandi árini, vónandi til
lívið náttúrliga fjarar burtur.
Ímynda tær, at vit fingu
orð á barnið og greiddu
frá, at ein deyðsvandi lúrdi
áðrenn føðing, og at ikki
var víst, at samfelagið vildi
játta tí atgongd til lívið. Eg
kann ikki ímynda mær tað
undran, vantrúgv og ræðslu,
barnið hevði møtt okkum
við. »Jamen øll gleða seg
til eg komi«. Væl havi eg
hoyrt, at mamma og pápi
stríðast við trupulleikar, men
læknavísind og sosialu- og
fíggjarligar skipanir fara jú
at hjálpa teimum og mær, so
har skuldi eingin trupulleiki
verið. Og eg eri jú, eins og øll
onnur, vart av rættartrygdini,
sum øll framkomin lond veita
borgarum sínum?
Hvussu ætlar fólkaflokk-
urin at samskifta við ófødda
barnið?
At samskifta við ófødda
barnið, sum omanfyri hugs-
að, ber jú ikki til- ella? Ivi
mín kemst av ætlanum fólka-
floksleiðarans, at: »fólka-
flokkurin eigur at ganga á
odda við eitt nú fríari fostur-
tøku«. Skal tað gerast, má
høvuðspersónurin,
hann
sum fær atgongdina til lív
sítt noktaða, væl spyrjast?
Um barnið, sum eigur tað lív,
ið skal steðgast, ikki verður
spurt, so er jú ikki talan
um fría fosturtøku? Letur
tú onnur, politikkaran við
sjúku lóg síni, læknan við
brýndu samvitsku sínari ella
foreldur við trupulleikum
sínum ( sum sjálvandi skulu
hjálpast! ) taka avgerðina,
so er hon ikki frí longur,
men kroyst niður yvir rætt
barnsins til egið lív.
Óivað sjúkasta hugsan,
sum nakrantíð er hugsað.
Tá hugsanin um at fara
inn í móðurlív eftir ófødda
barninum
fyrstu
ferð
varð hugsað, var talan um
hugsan, og harav avleidda
gerð, sum átti at verið
abortera í føðingini. Tíverri
varð henda hugsan hinvegin
fagnað, og lond efir lond
fóru, ístaðin fyri at veita
sperdum foreldrum neyðugu
hjálpina, at brúka peningin
at statsfíggja ógerðina.
Í framkomnu samfeløgum
okkara eiga vit at taka
hendur
saman,
veita
mammun og foreldrum allan
neyðugan stuðul og bjóða
hvørjum einstøkum gitnum
føringi, sum í dag búleikast
í
móðurlívi,
vælkomnum
ímillum okkum at verða!
Jenis av Rana
Miðflokshugsanin tryggjar eisini ófødda barnið!