mánadagur 22. november 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mánadagur 22. november · Nr. 162
Sosialurin
UMMÆLI, CAPITALISM:
A LOVE STORY
Um tú framman undan vamlast við
Michael Moore, tá fer Capitalism:
A Love Story, hansara seinasti
heimildarfilmur, provokatión, upp
traðkan, neyvan at broyta tína
meining um mannin. Og elskar tú
hann treytaleyst, tá hevur filmurin
einki at fortelja tær, tú og tínir
nýklóku kammerátar ikki longu
hava heildarsamtykt.
Men, seriøst, hoppar nakar veru
liga uppá handa antikapitalistiska
marsjin hjá Moore?
20ára karrieran hjá bumsuta
michiganaranum sum eitt popu
listiskt halgineyt, hvørs apsalutta
sýtan antin at hvørva ella brýna
fólkavillandi stílin, hevur gjørt
Moore til ein trupulleika sjálvt fyri
hasi, sum í høvuðsdráttum styðja
politikkin. Tey øtast um leverings
mátan:
fjákutu
pretini,
bíligu
demoniseringina av andstøðingum
og tilvitaðu royndina at spæla
apukattur og villleiða, hvørja ferð
ein sannførandi kontragrundgeving
rakar hann smask í skortin.
O
nkur
heldur
kanska,
at
Mooresa
ævinligi
vilji
at
gera tænastu í verðini sum eitt
skammleyst óvætti er eitt sindur
rørandi, enntá stórbærur. Vavt inn í
tveir tímar av leysliga – sera leysliga
– samansettum persónssøgum, eru
onkrar upplýsingar um Moore, sum,
ja, visti eg av teimum áðrenn, tá
hevði eg ikki skrásett tær. Hann er
lívlangur katolikkur. Hann tosar við
katólskar prestar, sum tignarliga
vissa honum um, at kapitalisman
er ónd og antihuman. (Men,
álvaratos, hava katolikkar ikki frá
skrivað sær rættin at prædika um
mannakærleika.)
Tí, so skjótt sum Michael Moore
viðger størri og meiri samansett
viðurskifti, byrjar svarthvíti kari
katurmoralurin at følast sum ein
ótolandi episoda av Tilveru, har
allur sannleiki er persónligur.
Aftur og aftur snávar hann,
tá ið hann skal analysera heildar
myndina. Tað er ikki bert Jógvan
P. Lassen, Kvfsa orakkul vegna
løgfrøði og tjóðarbygging annars,
ið skyldrøkin sleppur at peika, men
eisini hr. Moore, hvørs offur telja
Reagan, Dubya, Alan Greenspan
og, ikki at gloyma, Wall Street. Men
presiss sum hin opportunisturin,
hevur Michael ikki ánilsi fyri,
hvørji ráð eru fyri tí vanskili, ið
opinberiliga ger seg galdandi.
Jú, hann spælir við orðinum
“sosialisma”, men uttan heilt at
klemma tað, og brúkar ístaðin eitt
meiri ullint alternativ: “demokrati”.
Hann tykist gloyma, at tað var
ein demokratisk prosess, ið syrgdi
fyri, at Bush yngri varð endur
valdur sum forseti í 2004. Og hvat
“yvirforbrúki” og fíggjarmarknaði
num viðvíkur, tá er hann komin
til ta neandertalsku niðurstøðu,
at tað, at verðin rúmar nøkrum
ómoralskum og nóg so vágakendum
bankastjórum, prógvar, at kapitalis
man ikki riggar.
A
t biðja fólk taka Michael Moore
í álvara er tí lítið frægari enn
at skumpa kol fyri Satan. Maðurin
kann jú ikki vera heilt í ordan,
tá ið hann heklar kapitalismuna
ígjøgnum, og sær út sum hann ger.
Men so líðandi eru hansara
dokumentarar blivnir til ein genra
fyri seg; við elementum, ið gera
teir eins fyriboðandi og svikaligar
sum ein biltúrur við Sølva Reinert
Hansen.
Vit vita, at Moore fer at, bæði
so og so, fylla nógv í sínum egna
filmi. Hann fer at kvissa sakleysu
stakkaladýrini, sum tóku lán, ikki
tí at tey sjálvi vildu, men tí at hasir
forbistraðu ríkkropparnir tvingaðu
tey, við veruligari sympati og
einum barnsligum yvirbrá, ið ger,
at eg leingist eftir at sparka hann
í afturpartin.
Og tú bara veitst, at uppá eitt
ella annað tíðspunkt fer Moore,
við megafon í hond, at krevja
(altíð til fánýtis), at ein av hasum
kroppunum daga undan at taka lut í
einum forhoyri, dokumentaristurin
seinnameiri kann klippa, soleiðis at
hann endar sum tann klóki.
Capitalism: A Love Story er alt
hetta. Tjúkkibollin skal tó eiga
tað, at hann ikki er bangin fyri at
takkla stór evni. Eftir at hava barst
ímóti amerikanskari vápnalóggávu,
elitera
sjúkrahúsverkinum
og
vælsignaða Irakkrígnum, hevur
hann nú stillað siktið á sjálva
kapitalistisku skipanina.
Nokkso óeffektivt kemur hann
við kunsturligum anekdotum um
hvussu tey gírigu og maktfullu
fokka tað lítla fólkið, kontórdam
urnar, samtíðis sum hann fleskar
seg í innihaldslítlari, sentimentalari
generalisering.
M
est menningartarnaða senan
í Capitalism: A Love Story
er tá ið Mikeyboy vaggar ímóti
aðalsætinum hjá Goldman Sachs
og øðrum íløgubankum, og stendur
so kiksaður har við einum sekki,
sum hann bønar duravørðin geva
sær loyvi at koma inn í bygningin
at krevja aftur landsins pengar. Fá
tær eitt lív, maður!
Nú tá ið tjúgu ár eru farin síðani
hansara fyrsta film, Roger and
Me, kunnu vit so øll semjast um at
pikka uppá okkara kollektiva minni
við øllum hasum løtunum, har
Moore er vorðin noktaður atgongd
inn í kapitalistiskar skýskavarar
av høviskum duravørðum (ið allir
hoyra til arbeiðaraklassan, hann so
elskar at umboða)?
Vit hava fatað tað, Mikeyboy:
Stjórin hjá GM hevur ikki hug at
møta teg. Stjórin hjá Goldman
Sachs hevur ikki hug at møta teg.
Amerikanski fíggjarmálaráðharrin
hevur ikki hug at møta teg. Oyðslar
tú fleiri upptøkur uppá hesa
møðsamu tilvildartalu, góði, risiker
ar tú bara, at tín loyali fjepparaskari
fer at hava tað upp á sama máta.
H
óast hansara semiironiska
nýtsla av kommunistiskum
signifikantum (Stalin er til dømis
ein afturvendandi kroppur), tá ivist
eg í, at hamarin, sum Moore brúkar
at hamra heim hansara ideologiska
volapykk, veruliga er fylgt við
einum marxistiskum akurknívi.
Ikki fyri fyrstu ferð førir hann í
Capitalism: A Love Story fram eitt
stórsligið argument, men megnar
ikki at fullføra tað. Tí broytingin,
Moore talar fyri, er eginliga ein
ógvusligari regulering av kapital
istiskari yvirframleiðslu, ikki ein
kollrenning av fría marknaðinum.
Tað, at hann velur at brúka
kapitalismuna sum sín strámann
(heldur enn, ja, grammleika ella
Reagansa deregulering), potar hann
tættari at nøkrum vemmiligum
heimsleiðarum frá sovjetttíðini,
enn hann kanska ger sær far um.
Sjálvur skíti eg á tað, men tað
skaðar hansara trúvirði mótvegis
teimum, ið aðramáta halda hann
vera ein politiskan stuttleikaøsara,
men sum nú bara halda vera eina
klovn vegna sosialum rættvísi.
A
t lýst filmin sum skræpa, hevði
verið at risikerað ein diskurs, ið
nakrantíð aftur fór at rísa uppum
mannatrekk. At lýst filmin sum eitt
lætt og fólksligt eksperiment, hevði
verið ov innlýsandi. At lýst filmin
sum óerligan og demagogiskan,
hevði næstan verið at promovera
hesi hugtøk til nakað, ið ber á brá
av respektabiliteti.
Filmurin
er
ein
óhugnalig
venjing í moralskum fjasi, naivt
kamufleraður sum ein venjing í
álvarsemi. Honum dámar betur
køvandi sarkasmu enn ironi tó
uttan at skilja munin.
Mooresa
knallreyðu
kjarnu
fjepparir fara óivað at elska filmin
fyri hansara etsandi huglag. Tað er
tó óundansleppandi, at filmurin enn
einaferð prógvar, at Michael Moore
er ein troyttandi provokatørur, ein
dovin undirhaldari, sum kortini
fyrst og fremst avdúkar hansara
mangul uppá ein fyrsta floks heila.
U
m vit nú taka Irakfilmin,
Fahrenheit 9/11, tá vísti hr.
Moore, at hann ikki skilir munin
á “frælsi at gera okkurt” og “frælsi
frá onkrum”. Hevði hann, tá hevði
filmurin ikki verið so langt úti
innihaldsliga, at sjálvt Al Jazeera,
á einum vánaligum degi, hevði
havt trupulleikar at víst nakað so
fullkomiliga agitatoriskt.
So í ummælinum gjørdi eg ikki
mætari enn at smyrja ólukkudýrið
av, jagla hann sundur og spýta
bróskið út. Eitt satt fornoyilsi. Og
kann eg líka skoyta uppí: móttøkan
av einum spontanum teldubrævi,
hvørs sendari takkaði meg fyri at
geva Fahrenheit 9/11 toyggið – sum,
uttan so at Barbara Holm smsar
“Hjá tær ella mær” – er á leið so
uppøstur sum eg nakrantíð havi
verið av modernaðum samskifti.
Størsta problemið við Michael
Moore og vatnmelónunum, hann
høpisleyst dyrkar, er jú tess sjálvs
mynd sum okkurt dekan ov hátíðar
ligt, korrekt, plantuetandi, kámt
og keðiligt, einlitt, sjálvshevjandi
rættvíst og, ja, kavmoðið.
S
um við Fahrenheit 9/11 ávarar
Michael Moore , at hann fer at
saksøkja, um nakar dittar sær at
niðra hann ella hansara filmsliga
onkabarn. Eg havi hoyrt um onkran
høgravendan bólk, ið ætlaði at
boykotta filmin, men hvussu býttur
ella yvirgangsligur skalt tú vera
fyri at svara eitt slag av dølskni og
feikheit við einum øðrum?
Vælsignaði, hygg at filminum,
hann er at síggja á Canal + í hesum
døgum. Og bjóða tínari familju
ella vinum at hyggja við. Men ver
fullvísur í, at Capitalism: A Love
Story er so flatur, og so falskur, at
sovorðið sum kanning og moralskt
skilvísi er honum óviðkomandi.
Og hvat óhugnaligum advokatum
viðvíkur – vit síggjast í rættinum!
Michael Moore: Ein Spikafeitur Sosialistur
Nokkso óeffektivt kemur hann við kunsturligum anekdotum um hvussu tey gírigu og maktfullu fokka tað
lítla fólkið, kontórdamurnar, samtíðis sum hann fleskar seg í innihaldslítlari, sentimentalari generalisering
Ummæli
Agga Niclasen
meining@meyl.fo