Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-22, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. november 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. november · Nr. 162 34 Sosialurin Allastaðni har makt er, er eisini perónsstríð. Sjálvandi eru fakfeløg einki undantak, og tað er eingin loyna, at persónsstríð hevur verið á Fiskimannafelagnum. Bæði í valstríðnum áðrenn Jan Højgaard bleiv formaður, og líka síðani. Stríð millum fyrrverandi og nýggja formannin. Stríð millum nevndarlimir. Stríð millum formannin og nevndina. Perssónsstríð rakar altíð onnur enn bara høvuðsper­ sónarnar. Sjálvandi kann ein skrivstovumaður, sum situr millum teir stríðandi partarnar á Fiskimannafelag­ num og skal tæna teimum øllum, so ella so verða drigin inní. Tað má mann tola. Men slík stríð mugu hava eitt mark. Tey mugu enda onkustaðni. Onkustaðni koma vit útum tað, sum skilir okkum. Uttan fyri munir­ nar og ósemjurnar millum okkum, eru vit bara fólk, sum eiga at sýna eina grund­ leggjandi virðing hvørt fyri øðrum. Eg vil fyri alt í verðini ikki ljóða patetisk ­ men eg haldi, at henda grundleggjandi, menniskjaliga virðingin hevur vantað í teirri viðferð, sum pápi mín, Olaf Johansen, hevur fingið síðstu tíðina. Eftir 35 ára loyala tænastu á Fiskimannafelagnm varð hann brádliga ein dagin burturvístur av Jan Højgaard. Uttan ávaring. Frá degi til dags. Burturvístur! T. e. lagdur undir at hava gjørt okkurt álvarsamt tæn­ astubrot. Okkurt revsivert. Hetta bleiv sjálvandi eitt alment mál, tí tað er ikki hvønn dag, at fólk verða burturvíst. Og pápi mín hoyrir til tey, sum als ikki brýggja seg um almenna um­ røðu. Tann breiði almenning­ urin visti als ikki hvør hann var áðrenn hetta rokið. Men brádliga vistu øll tað. Olaf Johansen ­ tað var hasin har maðurin, sum var burturvístur av Fiskimanna­ felagnum! Brotsmaðurin! Øll tann almenna umrøð­ an neit forferdiliga fast. Hann var ­ og er ­ sera illa sjúkur, og hetta sálarliga trýstið gjørdi ikki støðuna betur. Gitingarnar um hvat maðurin hevði gjørt blivu fleiri og fleiri, og tá Dimma­ lætting spurdi Jan Højgaard um tað var Olaf, hann sipaði til, tá hann á facebook síðu sínari skrivaði um ein persón, ið hevði brotið inn á Fiskimannafelagið, vísti hann tí ikki aftur, men lat ivan hanga í luftini. Blaðmaðurin gjørdi sjálvsagt ta niðurstøðu, at tað var Olaf, sum hevði brotið inn. Søgan varð, sjálvsagt, uppafturtikin av Miðlahúsinum. Til endans bleiv Jan greiður um, at hann juridiskt ikki kundi halda fast um burturvísingina. Og søgan um "innbrotið" bleiv til endans eisini tikin aftur. So varð burturvísingin broytt til eina uppsøgn. At siga fólki upp hevur Jan Højgaard sjálvsagt fullan rætt til. Tað kann eingin siga nakað um. Men hann tók framvegis ikki aftur ákærurnar um, at nakað revsivert var gjørt! Tá fimm fakfeløg (stóra tøkk til tey!) í felag heittu á Jan um at geva Olafi eina umbering, svaraði hann, at hann var harmur um tað, sum var hent, men at hann ikki kundi siga meira, tí hann hevði tagnarskyldu! Hvør skal siga: Her er nakað! Olaf hevur gjørt okkurt! Tað er álvarsamt ­ men eg kann ikki siga, hvat tað er! Jan vil altso hava hesa myndina at verða hangandi: Hann hevur einki skeivt gjørt ­ tað er Olaf, sum er brots­ maður! Og eingin kann avdúka Jan, tí hann krógvar seg aftan fyri hesa "tagnarskylduna", sum hann sigur seg hava. Eg haldi ikki, at hetta er virðiligt. Eftir mínum tykki átti Jan Højgaard at gjørt eitt av tveimum: Um Jan veruliga hevur prógv fyri, at Olaf hevur gjørt okkurt álvarsamt, so átti hann at lagt tað alment fram. So høvdu hesar ótolandi gitingarnar hildið uppat. Hevur Jan hinvegin eingi slík prógv, átti hann at biðið um umbering. Tað eru sum sagt fleiri fakfeløg, ið halda lítið um framferðina í hesum máli, og vísa á, at endamálið hjá fak­ feløgum júst er at verja løn­ takarar og teirra rættindi. Men so eru nøkur fakfeløg, sum ikki vilja taka frástøðu frá hesum. Hinvegin hevur talskvinna teirra sagt seg stuðla Jan. Hesum skilji eg einki av. Hvussu kunnu fakfeløg taka undir við slíkari framferð? Hvat vita tey í Samtaki, sum onnur ikki vita? Hevur Jan sagt teimum nakað, sum hann ikki vil siga øðrum orsaka av síni "tagnarskyldu"? Í greinini "Einki tæn­ astubrot" skrivaðu tríggir nevndarlimir í Fiskimanna­ felagnum soleiðis: "Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa upplýsingar um nakað, sum gevur orsøk til nakra uppsøgn, enn minni eina burturvísing. Vit hava spurt tveir nevndarlimir, ið stuðla Jan í hesum máli, men persónliga kendu teir ikki til nakað skeivt, ið skrivstovu­ maðurin hevði gjørt." Hvat veit Samtak, sum sjálvt nevndarlimirnar í FF ikki vita? Eg veit ikki alt, sum hendir á skrivstovuni á FF. Men eg havi hóast alt kent pápa mín í 34 ár, og eg veit, at hann ikki er nakar brotsmaður. Og eg veit, at hann ikki hevur uppiborið hetta. At enda vil eg siga, at eg skilji væl, um fólk eru troytt av hesum málinum. Tað eru jú fleiri, sum hava skrivað um tað. Stundum hava orðingarnar verið bæði hvassar og beiskar. Og stundum so persónligar og kenslubornar, at onkur vil halda, at tær hoyra ikki almennum kjaki til. Men hetta snýr seg ikki bara um ein persón, sum pínist av at hansara navn, av órøttum, verður dálkað. Hetta er ikki bara privat og persónligt. Tað snýr seg eisini um rættartrygd og um, hvussu vit eiga at fara við hvørjum øðrum. Eiga vit ikki øll, tá vit koma útum tað, sum skilir okkum, at sýna hvør øðrum eina grundleggjandi, menniskjaliga virðing? Ein spurningur um virðing Súsanna Olafsdóttir Skaale Eg eri ein av teimum, ið havi øll míni lán í Eik Banka Føroyar, bæði hús­ og billán. Ikki tí, eg eri ikki tann við tí størstu upphæddunum í klemmu; húsini standa í nøkrum hundrað túsund og bilurin helst niðanfyri søluvirðið. So eg verði neyvan tann, ið verður ringastur at yvirtaka hjá øðrum peningastovni; húsini eru helst meira verd enn lánið er og kanska bilurin við. Men hvat við øllum hinum, kanska útvið helminginum av sethúsaeigarunum, har í nógvir sita við ein stórari skuld? Hvør vil umfíggja ella yvirtaka ein sethúsaeigara úti á bygd við eini skuld omanfyri 2 milliónir? Og við almennum sparingum í hendi og privatum maktasloysi, har kanska arbeiði hjá tí eina forsyrgjaranum hangur í einum tunnaum tráð? Øll vit, útvið helmingurin av Føroya fólki, sum hava okkara peningaligu viður­ skifti í Eik Banka, vit krevja, at Landstýrið selur síni partabrøv í Føroya Banka, sum í veruleikanum er gamli Sjóvinnubankin, men sum nú hevur fingið tað ljóta og ótiltalandi navnið Bank­ Nordik. Vit kundar í Eik Banka, helmingurin av Føroya fólki, hava goldið okkara stóra part fyri bjarganina av Føroya Banka. Vit hava einki minni enn ein sjálvsagdan rætt at fáa ein lítlan part av pengunum aftur, ið vit hava goldið umvegis Landskassan og niður í bjarganina av Føroya Banka eftir falitti í 90­unum! Sjálvstýrisflokkurin var fyrstur og meldaði út, at tað ikki kom upp á tal at bjarga Eik; men Sjálvstýrisflokkurin er á veg í søguna. Hann er vekk aftan á næsta val, so vit leggja einki í hvat teir siga ella halda. Men so kom Hoydal og Tjóðveldi; teir eru uppaftur harðari ímóti at bjarga Eik. Teir siga, at vit heldur skula taka hvígslina í hond og fara í kríggj, tí danar er fanar; teir vilja ikki geva okkum betri treytir og longri tíð, sum tey í Tjóðveldinum halda okkum hava uppiborið. Vit skula heldur fara niður á flatlond at krevja longri freist, hvat so hon enn skal brúkast til. Vit koma jú ikki á mál og blíva samd um nakað sum helst í Føroyum álikavæl, og slettis ikki við at hava Tjóðveldi uppí. Og hví hava vit rætt til betri treytir, tá vit sjálvi hava reitt seingina, vit nú liggja í? Og so at hoyra Herman Oskarson, sum eg meinti var ein góður, gamal reyður sosialist ella kommunist fyrr: vit verða lokkað og lumpað av Jørn Astrup, bjargið tí ikki Eik, sigur Oskarson. Ja, eg væntaði tað kanska, men bleiv kløkkur hóast alt. Tí motivi hjá hesum Tjóðveldishetjum er uttan iva, at landið skal ongan pening brúka upp á nakað uttan til loysingina, og tí skula pengarnir standa í Føroya Banka til eitt fullveldislandstýri aftur er komið til valdið. Og tá kunna teir blíva innfríaðir fyri at náa málinum. Eg mistonki tey í Tjóðveldinum, í teirra oyðimarkagongd, at tey enntá hopa upp á, at Eik Banki fer á heysin, tí so muga kanska eini 10.000 flyta undan falittinum, av landinum, frá húsi og heimi, og tá verður lættari at reka Føroyar undir fullveldinum. Nú í vikuskiftinum kom so Pinoccio, Jørgen fólka­ floksformaður, út við teirra útmelding: vit bjarga ikki Eik Banka, ikki í fyrstu atløgu. Ok? Hvat bíða vit eftir? Hava vit nógva tíð, spyrji eg? Men Ossi Justiniussen talaði at: vit muga bjarga Eik, tí vinnulívið hevur brúk fyri tí. Ikki eitt orð um at bjarga Eik fyri at hjálpa helminginum av Palliba­slektini í hesum landi og teirra sethúsalánum, ella starvsfólkunum, ið liggja til at missa arbeiði. Men tað var heldur ikki væntandi. Annars vóru so nógvar ymsar útmeldingar um alt hitt, ið varð viðgjørt á landsfundinum hjá Fólka­ flokkinum, at træðrirnar hjá Jørgen Pinoccio helst eru meira fløktar enn áðrenn landsfundin. So um Jørgen'sa meining er eftirfarandi v.v. Eik­málinum, ja tað fáa vit nú at síggja. Eg var annars farin at bíða eftir at hoyra andlátið hjá Javnarflokkinum nakað skjótt, har hevur ikki verið nógv lívstekin í longri tíð. Men sum fuglurin Føniks kom Jóannes Eidesgaard, fíggarmálaráðharrin, við somu meining, ið eg og minst helmingurin av van­ liga fólkinum eisini hava: sjálvandi skal landið verða við til at bjarga Eik. Tí sum sagt hava vit lagt út og fingið Føroya Banka í tað góðu støðu, hann nú er í. Og Føroya Banki hevur ikki brúk fyri okkara pengum meira, men tað hevur Eik Banki. Her er einki at bíða við! So, Eidesgaard, set hælar­ nar í og bakka ikki ein tumma! Slít samgonguna í vikuni, helst longu mánadagin, um stuðul ikki fæst at selja okkara partabrøv í Føroya Banka. Tú fær í minsta lagi helmingin av atkvøðunum til komandi løgtingsval, um tú hjálpir okkum, tað eri eg vísur í, ikki minst frá starvs­ fólkunum í Eik! Og eitt afturat, Jóannes; fær ikki á fund við Tjóðveldi um blokkpolitikk, tí teir hava ofrað alt teirra sosiala lyndi fyri at náa fullveldinum, hava í nógvum førum yvirhálað Fólkaflokkin í høgru síðu fyri at náa málinum. Tit hava kanska lagt merki til, at Sambandsflokkurin ikki er nevndur enn. Men tað er ikki so løgi, tí veit nakar, hvar hann er, hann sjálvur, løgmaður? Sambandsflokk­ urin hevur onga meining um nakað sum helst, ella rættari sagt: hvør tinglimur hevur hvør sína meining, og tí er hann eisini so stórur í hvørjari veljarakanning: har er jú alt at velja ímillum. Forrestin, nú nógv verður tosað um almenna yvirbyggningin: hann eigur Edmund úr høvd og í reyv, tá hann sum løgmaður kom og sleipandi við Finn Norman Christensen av flatlondum. Teir løgdu lunnarnar undir tí stóra, almenna geiranum, sum annars er vaksin mest tá Fólkaflokkurin hevur sitið við valdið. Eg veit heldur ikki, hvar Miðflokkurin er í Eik­máli­ num. Kanska er tað tekin um, at eisini har eru líka nógvar meiningar sum tingmenn? Og kanska fer hann eisini í søguna til komandi val? Napolion Magnussen Set hælarnar í, Eidesgaard, vit stuðla tær!