mánadagur 22. november 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mánadagur 22. november · Nr. 162
Sosialurin
Forlagið BÚGVIN
P
etur Jacob Sigvardsen hevur
savnað meginpartin av øllum
teim sálmum og sangum, hann
hevur yrkt – og givið teir saman við
teim stuttlestrum, hann skrivaði
í Sosialunum seinast í 80-árunum
– út í bók við heitinum ”Mær er sagt
um ein stað”.
Bókin er ikki bara prýðilig við
forsíðuvignettini hjá Edvardi Fuglø,
ið man sipa til sinnopskornið, ið
veksur seg so stórt at allir himmal-
sins fuglar kunnu búleikast í grein-
unum (Matt.13,31-32) – men inni-
haldið er eisini gott frækorn, nógv
valakorn, og lítið er av dumbubosi.
Hervið er eisini sagt, at sjálvandi
er misjavnt, hvussu sálmarnir,
sangirnir og lestrarnir eru til dygdar,
bæði innihaldsliga og málsliga
– men av tí nógva góða sum er, fært
tú munagott burturúr.
At sálmurin ”Mær er sagt um
eins stað” er valdur sum heiti á
bókini er væl skiljandi, bæði tí
at hesin manna millum helst er
tann mest umtókti av sálmunum
hjá Petur Jakku, men eisini tí at
longsulin eftir dýrdarstaðnum í
tí høga er sum ein reyður tráður
ígjøgnum meginpartin av bókini.
Kortini ikki soleiðis, at Petur
Jakku lítisvirðir henda heim, hóast
orð sum ”harmadalur” koma fyri,
heldur tvørturímóti: Glæman úr
dýrdarstaðnum skyggir eisini inn í
heimin henda og fær okkum at elska
lívið og tað land og tann heim, sum
vit hava fingið litin til og ábyrgd
av. Tað sæst í fleiri av sálmunum –
helst í teimum nýggjastu, har eisini
nútíðarhóttanir sum dálking og
veðurlagsbroytingar verða nevnd,
td. í sálminum ”Í góðsku síni”:
Gud fyrigev tú misbrot vár,
- tey margfald munnu vera!
Vit skoða nú tey ólívssár,
sum foldin øll má bera.
Gud, sýn tú okkum miskunn við,
at ikki næstu ættarlið
her vára syndir heysta.
Eisini er mangt sum minnir um
Mikkjal á Ryggi. T.d. vælkendi sálmur
Mikkjals ”Tú fylgdi mær fyrst”
hevur fleiri líkar hjá Petur Jakku,
t.d. ”Gud myndaði meg, tá ið gitin
eg var”, ið enntá kann syngjast við
sama lagnum! – og eins og Mikkjal
tordi at nevna gerandisarbeiði
og gerandisamboð frá sínari tíð
í sínum sálmum, so nevnir Petur
Jakku eisini nútíðarfyribrigdi sum
td. peningarensl og vinnu ella td.
røktarheim og stovnar ella einsemi
í nútíðarsamfelagnum.
Og eins og Mikkjal yrkir Petur
Jakku um frásagnir í Bíbliusøguni
– og fleiri af hesum eru eftir mínum
tykki millum bestu sálmarnar í
bókini.
Sálmarnir um ’Símeon gamla’ ella
’Brúdleypið í Kána’ ella ’Blóðsjúku
konuna’ eru bíbilskar vísur, tá ið
tær eru best.
Og sálmurin um ’Illgresið í
hveitini’ er merkisverdur, tí at
Petur Jakku einans mælir til at
lúka í egnum hjarta og ikki sum
lærusveinarnir og prædikumenn
ofta vilja: lúka í heiminum øllum!
Petur Jakku átti at sett seg niður
og yrkt ein stuttan sálm til hvørt
einasta
sunnudagsevangelium,
sum danska skaldið Jens Rosendal
hevur gjørt á donskum – tað hevi
verið ein fongur fyri eina komandi
sálmabók!
Merkisverdur er eisini ’Hásongur
kærleikans´eftir 1.Kor.13 ”Ei nakað
her á foldum kann seg javnmeta við
kærleikan” – sum eisini er orðaður
so, at hann hóskar sum brúðar-
sálmur.
Nógvir av sálmunum eru luther-
skir kjarnusálmar, td. tann, ið
eitur ”Av trúgv aleina” – ella hesin:
”Trúgv er leiðin til Guds náði”, -
men haldi eg kortini at lutherska
dópsteologiin haltar ikki sørt í
fjórða ørindi av tí annars frálíka
dópssálminum ”Í Kristi ílatin vit
eru vorðin tann dagin, vit til dópin
vórðu borin”.
Bestir og inniligastir eru teir
nýggjastu sálmarnir, sum viðgera
iva og mótgongd og lívsins for-
geingiligleika. Har kenst at Petur
Jakku yrkir sínar persónligu sann-
royndir – men kortini kann tað
kanska vera nútíðarmenniskjum
ovboðið bara at skula ugga seg við,
at mótburður er Guds agi, ið skal
styrkja okkum í trúnni.
Man tað ikki vera rættari at kalla
meiningsloysi fyri meiningsloysi
og ugga seg við, at Gud kann fáa
tað besta burturúr øllum? Sum
Petur Jakku eisini orðar tað í
frálíka stuttlestrinum ’Kristus er
friður okkara’: ”Hesin friður er líka
veruligur, um vit eru stødd uppi á
Tábors glógvandi tindum ella niðri
í ivans og vantrúarinnar dimmu
dølum. Kristus er friður okkara
í lívsins skiftandi viðurskiftum
og umstøðum.” (Meir um stutt-
lestrarnar seinni.)
Tær
nógvu
týðingarnar
av
íslendskum sálmum eru eisini
gott íkast til føroyskan sálmasang,
sum annars mest hevur tikið eftir
donskum og norskum – og fyri
fríkirkjurnar eisini enskum.
Millum sálmarnar, sum tykjast
vera yrktir eftir umbøn frá streingja-
kórum, finna vit teir, sum eru
gudfrøðiliga grynstir – og av teim
elstu sálmunum frá 60-unum og 70-
unum tykjast mær teir, sum Petur
Jakku sjálvur hevur yrkt, vera mikið
betri enn teir, hann hevur týtt!
Málsliga sniðið kann oftast ikki
setast fingur á – og nú eg í eina viku
havi sitið og lisið hart ella sungið
fyri meg sjálvan alla bókina, havi eg
neyvan nakrastaðni funnið nakran
kink á lagnum ella rútmuni.
Og bara eina ferð havi eg rakt
við, at Petur Jakku má hjálpa
sær við eini kynsvilstari bending
”dýrdarans” fyri ”dýrdarinnar” til at
fáa rím og rútmu at passa. Men tað
má koma undir ”licentia poetica”!
S
tuttlestrarnir
eru
ógvuliga
katekismuskendir.
Petur
Jakku greinar kristnu gudfrøðina í
hesum lestrunum – og ger tað við
góðum innliti. Lestrarnir hava tí
sjáldan dám av nøkrum aktuellum
vandamáli ella spursmáli. Summir
lestrar hoyra saman, har saman-
hangurin t.d. er pínslusøgan ella
trúarjáttanin.
”Objektiva
sáttarlæran”,
t.e.
sakligi týdningurin, sum Jesu líðing
og deyði hevur fyri mannalívið,
verður gjølla lýst. Flestu av lestr-
unum bera dám av góðari luthersk-
ari ortodoksi, men summir eru av
meira pietistiskum tilsniði, har
lesarin javnan verður mintur á at
”taka ímóti Jesusi”. Tað kann skurra
í oyrunum á okkum, sum heldur
ugga okkum við trúnni á, at Jesus
hevur tikið ímóti okkum!
Men Petur Jakku er sera bíbliu-
kønur, so hugvekjandi og talandi
eru teir kortini – og helst teir, sum
mestsum bara eru endursøgn
av eini bíbliusøgu, t.d. tann um
heidna rómverska heryvirmannin,
sum mátti siga ”Sanniliga var
hesin maður sonur Guds” ella tann
stuttlesturin, sum eitur ”Hvør er
Jesus?”.
S
amanumtikið kann sigast, at
her er ein bók, sum øll, bæði
prestar og onnur, ið skulu velja
sangir ella sálmar, kunnu leita til
– og sum vanligi lesarin kann nýta
sær til uppbyggingar. Og so tey,
sum í framtíðini skulu skipa nýggja
sálmabók, ikki um at tala!
Petur Jacob Sigvardsen:
»Mær er sagt um ein stað«
Bókaummæli
Nú um dagarnar kom ein prýðilig bók út!
Thorben Johannesen