mikudagur 24. november 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. november 2010 · Nr. 163
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Á dagskránni fyri tingfundin
týsdagin stóð ein skrivligur
fyri spurningur frá Kára P.
Høj gaard,
løgtingsmanni.
Fyri spurn ingurin var um
løn ir nar hjá leiðslu og stjór
um í almennum fyri tøk um.
Hesin
fyrispurningur
fekk eina óvanliga lagnu.
Mánakvøldið
ringdi
Johan Dahl til mín og segði,
at hann fór burtur í nakrar
dag ar, og týsdagin noyddist
hann tí í kapellið í Klaksvík
at fylgja eini skyldkonu hjá
konuni. Hann spurdi tí, um
ikki bar til at útseta fyri
spurn ingin, sigur Kári P.
Højgaard.
Jógvan segði ja
Tað helt hann vera í fínasta
lagi, tí eftir hansara tykki er
jarð ar ferð lógligt forfall, og
tað hevur altíð verið siðvenja
at laga seg, tá ið fólk skulu at
fylgja.
Johan
Dahl
greiddi
Jógvan á Lakjuni, sum tá sat
í løgtingsformanssessinum
frá hesum, og hann góðtók
tað.
Síðan fór Johan Dahl av
fundi num.
Eg fór so at siga løg
tings for manninum Her geir
Nielsen frá, at vit høvdu
avtalað at útseta fyri spurn
ingin, men hann svar aði
stutt og greitt, at spurn ing
ur in skuldi svarast, tí fyri
spurn ingurin stóð á dags
skrán ni, og hann bað meg
lesa fyrispurningin. Tað sá
eg onga orsøk vera til og fór
av røðarapallinum, sigur Kári
P. Højgaard.
Eg haldi tað vera undir
alt lágmark, at atlit ikki
kundu takast til, at lands
stýris maðurin fór at fylgja,
sigur Kári P. Højgaard.
Hergeir stendur við sítt
Hergeir Nielsen, løgtings for
mað ur heldur seg hava tikið
røt tu avgerðina.
Í
seinastu
tingsetu
kom ein nýggj regla um, at
fyrispurningar skuldu svar
ast, tá ið tir vóru komnir á
dags skránna. Hetta kom av,
at næstan hvørja ferð varð
bið ið um undantaksloyvi,
sig ur Hergeir Nielsen.
Hann heldur, at í hesum
føri num
var
tað
eingin
ó lukka, at landstýrismaðurin
ikki var til staðar. Bæði
spurn ingur og svar vóru
skriv lig, og tingið misti bara
orða skiftið. Annars kann løg
tings maðurin altíð spyrja av
nýggj um, sigur hann.
Hergeir Nielsen heldur
ikki, at lansstýrisfólk hava
mis brúkt jarðarferðir fyri at
biðja um útseting, men jarð
ar ferði rnar eru nógvar, ting
fólk og landsstýrisfólk kenna
nógv fólk, og skal tað biðjast
um útseting, hvørja ferð ein
jarðar ferð er, kemur alt upp
í røkur. Hevi tað verið nær
fami lja at fylgt, hevði støðan
ver ið øðrvísi, heldur Herheir
Niel sen.
Hann heldur tað vera keði
ligt, at Jógvan á Lakjuni sum
varatingformaður játtaði at
útseta fyrispurningin.
Eg havi ábyrgdina
Hinvegin vita bæði Kári P.
Højgaard og Johan Dahl, at
eg eri tingformaður við evs
tu ábyrgdini. Vit mugu hava
fastar mannagongdir. Í næst
seinastu viku varð biðið um
út seting, tí ein lands stýris
mað ur skul di á fund. Eg
segði nei til útseting, og so
kom landstýrismaðurin, sum
skul di svara, kortini á fund,
sigur Hergeir Nielsen.
Laga seg ikki eftir
jarðarferðum
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður heldur tað vera langt uti, at løgtingsformaðurin ikki vildi útseta ein
fyrispurning, tá ið spyrjari, svarari og næstformaðurin vóru samdir í at útseta fyrispurningin, tí svararin
skuldi fylgja. Tað ber ikki til at geva undantaksloyvi, sigur Hergeir Nilsen, løgtingsformaður
Hergeir Nielsen,
løgtingsformaður sigur
kortanei til útseting
av tingmálum vegna
jarðarferð, um tað ikki snýr
seg um nærmastu familju
Randi Jacobsen
Í løtuni er tað bara á Delta
á Tvøroyri, at nak að av
fiskaarbeiði er í Suður oyn
ni. Fiskavirking í Vági hev
ur ikki keypt nakran fisk
seinastu vikurnar, og tí ligg
ur virkið stilt.
Enn er eingin útmelding
komin frá fakfeløgunum,
um tey fara at geva undan
taks loyvi til Smyril, skuldu
sem ings royndin
slitnað.
Feløg ini sita í seming í dag
og eru tí ikki at hitta.
Ein partur av manningini
á Smyrli er limur í Starvs
man na felagnum.
Magnus Jespersen, stjóri
í Delta sigur, at enn eru tey
ikki farin at fyrireika seg til
eitt møgligt verkfall, men
tað verður helst gjørt.
Tað einasta, sum virkið
kann gera, er at leggja
pakkn ing og salt inn undir
seg.
Verður
verkfall,
fær
Delta ongan fisk norðan
eft ir og kann tí bara keypa
frá bátunum í oynni.
Men verður verkfall,
steðg ar arbeiðið upp næst
an beinanvegin, tí vit leppa
ikki av við lidnu vøruna, sig
ur Magnus Jespersen, sum
hevur eitt hjartasuff:
Hvat varð av politisku
lyftu num um, at Smyril ikki
aft ur skal leggjast orsakað
av verkfalli?
Fyrireika seg til verkfall
Fiskavirkini í Suðuroy verða beinanvegin rakt, um Smyril verður lagdur vegna verkfall