mikudagur 24. november 2010síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mikudagur 24. november 2010 · Nr. 163
Sosialurin
Leo Poulsen
– Vit eru í løtuni í einari
bíðistøðu.
Tað sigur Tummas Elia
sen, stjóri í LÍV, sum eigur
helvtina
av
verkætlanini
Skálafjarðartunnilin saman
við Eik Grunninum.
– Vit vita ikki í løtuni, hvat
hendir við partinum hjá Eik
Grunninum, men tað er
greitt, at ein peningastovnur
má koma inn í myndina í
staðin fyri Eik Grunnin, sigur
Tummas Eliasen.
Einkarrætturin, sum P/F
Skálafjarðartunnilin hevur
fingið frá landsstýrinum,
gongur út 1. desember.
– Vit hava kunnað lands
stýrið um støðuna, men vit
hava kortini ikki fingið nakra
ábending um, at landsstýrið
er sinnað at leingja freistina,
sigur Tummas Eliasen.
Tað ber heldur ikki til
hjá landsstýriskvinnuni at
leingja freistina uttan víðari,
tí tað er lógarfest, at freistin
gongur fram til 1. desember.
Hinvegin heldur stjórin í
LÍV framvegis, at verkætlanin
er áhugaverd.
– Vit hava framvegis vónir
og ætlanir um at fremja verk
ætlanina. Spurningurin er
bert, hvat hendir nú, tá Eik er
komið í ta støðuna, sum nú
einaferð er uppstaðin, sigur
Tummas Eliasen.
Framvegis vónir
Stjórin í LÍV sigur, at stígur er
komin í, og málið er steðgað
upp, meiri ella minni.
– Vit fáa einki gjørt við
málið áðrenn freistin er úti
1. desember, sigur Tummas
Eliasen.
Hann sigur, at nú er
einki annað at gera enn at
bíða eftir, hvat hendir við
tí ongarpartinum, sum Eik
Grunnurin eigur.
– Tá tað er greitt, mugu
vit so taka upp samráðingar
við landið at vita, hvussu vit
sleppa víðari við málinum,
sigur Tummas Eliasen.
LÍV metir framvegis verk
ætlanina at vera áhugaverda,
men Tummas Eliasen undir
strikar, at neyðugt er at hava ein
peningastovn inni í myndini.
– Vit hava ikki sett okkum
í samband við Eik Banka,
men bíða eftir, at bankin
verður umskipaður, sigur
Tummas Eliasen.
Hann sigur, at P/F Skála
fjarðartunnilin hevur sam
band við landsstýrið, og at
teir hava kunnað Innlendis
málaráðið um støðuna.
– Vit hava ikki fingið
nakra ábenging frá lands
stýrinum, men vit hava fram
vegis ætlanir um at fremja
verkætlanina, sigur Tummas
Eliasen.
Skálafjarðartunnilin
bíðar eftir Eik
LÍV stendur í løtuni einsamalt við verkætlanini Skálafjarðartunnilin, tí óvist er, hvussu
verður við partinum hjá Eik Grunninum, sum átti helmingin av verkætlanini
4 stk.
Víkingabúffar
Uml. 1 kg.
4 stk.
Víkingabúffar
Uml. 1 kg.
9995
Minuttbúffar
Uml. 1,2 kg.
Minuttbúffar
Uml. 1,2 kg.
9995
búffar aV MJÓryggi
Uml. 900 g
búffar aV MJÓryggi
Uml. 900 g
9995
Bert galdandi hósdagin
fríggjadagin og leygardagin
Verkætlanin Skálafjarðartunnilin er í løtuni í einari
bíðistøðu orsakað av tí, sum hent er við Eik Banka