Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. november 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. november 2010 · Nr. 163 6 Sosialurin NæstaN hvøNN dag biður eiN kviNNa um hjálp HARÐSKAPUR ÍMÓTI KVINNUM Næstan hvønn dag í árinum ringja kvinnur í Kvinnuhúsið at biðja um hjálp og fyri ein stóran part snýr tað seg um harðskap Almennur fundur um harðskap ímóti kvinnum HARÐSKAPUR ÍMÓTI KVINN­ UM Á almennum fundi í Havn annaðkvøld skulu føroyskir politikarar greiða frá, hvat teir ætla at gera fyri at basa harðskapi ímóti kvinnum Áki Bertholdsen Í morgin, hósdagin 25. november, er altjóða dagur ímóti harðskapi ímóti kvinnum Eisini í Føroyum verður gjørt vart við dagin og tað verður við almennum fundi í Norðurlandahúsinum klokkan 19 í annaðkvøld, har tað er ókeypis at sleppa inn. Tað eru Amnesty International í Føroyum, Kvinnu­ húsið, Barnabati, Javnstøðunevndin og Kvinnu sam­ skipan Føroya, sum skipa fyri fundinum og tað verður landsstýriskvinnnan í almannamálum, Rósa Samuelsen, sum setur fundin. Annars fer Kristín Ástgeirsdóttir, stjóri á íslendska javnstøðustovninum, at greiða frá tilgongdini at orða heildarætlanina, sum Ísland hevur gjørt fyri at basa harðskapi ímóti kvinnum og hvønn týdning hendan heildarætlan hevur. Somuleiðis fara umboð fyri Kvinnuhúsið, Barnabata og Amnesty at greiða frá um harðskap móti kvinnum og avleiðingar av hesum. At enda verður pallborðsfundur har formennirnir í politisku flokkunum fara at greiða frá um teir halda, at harðskapur ímóti kvinnum er ein sam felags trupul leiki. Og halda teir tað, fara teir eisini at greiða frá, hvat teir fara at gera fyri at basa harðskapi móti kvinnum í føroyska samfelagnum. Áki Bertholdsen – Tað er næstan ikki dagur, at ikki onkur kvinna ringir til okkum at biðja um hjálp ella ráðgeving. Tað sigur Elin Reinert Planck, dagligur leiðari í Kvinnu húsinum í Havn. Í annaðkvøld verður al menn ur fundur í Norður landahúsinum, tí tey vilja hava politikarar at taka spurn­ ingin um harðskap ímóti kvinn um upp og gera nak að við hann. Elin Reinert Planck, sigur, at hesi seinastu árini hava tey fingið ímill­ um 300 og 400 áheitanir frá kvinnum, sum vilja hava hjálp ella veg leiðing. Í fjør var talan tó um 257 áheit­ anir. – Av teimum snýr ein heil ur triðingur, ella gott 100 áheitanir seg beinleiðis um harðskap. Burtursæð frá harðskapi, snúgva hinar áheitanirnar seg um at fáa ráð og veg leið ing í sambandi við hjúna­ skilnað, løgfrøðiliga hjálp og annað. Vit hava ongi hagtøl fyri, hvussu umfatandi trupul leikin við harð ­ skapi ímóti kvinn um er í Føroyum. Í veruleikanum eru upp gerð irnar hjá Kvinnu hús inum tær einastu ábend ing arnar, vit hava um, hvussu umfatandi trupulleikin er. – Og at tá ið yvir 100 kvinnur venda sær til okkara um árið tí tær eru fyri harð skapi, sigur tað okkum so mikið sum tað, at her er talan um ein rættiliga stóran trupulleika. Hon leggur afturat, at utt an iva eru tað heilt nógvar harðskaps­raktar kvinnur, sum ongantíð venda sær til Kvinnuhúsið, tí hon er sann førd, at tær, sum venda sær til Kvinnuhúsið, eru bara ein lítil partur. – Harðskapur er tann størsta einstaka orsøkin til at kvinnur venda sær til Kvinnu húsið, sigur Elin Rein­ ert Planck. Fleiri sløg av harðskapi Dagligi leiðarin í Kvinnu hús inum sigur, at oftast er harðskapurin framdur av nú­ og fyrrverandi manni ella sambúgva, ella av vaks­ num synum. Tá ið talan er um harðskap, er oftast talan um likamligan harð­ skap, ella hóttanir um likamligan harðskap. Men talan kann eisini vera um sálarligan harðskap og eisini um neyðtøku og blóðskemd og harafturat eisini um fíggj arligar avmarkingar. – Av teimum kvinnum, sum venda sær til Kvinnu hús ið, eru tað eisini hvørt ár nakrar, sum noyðast at fara á Kvinnuhúsið at vera og nógvar av teimum hava børnini við. Summar vera bara eina nátt, tær flestu verða nakrar fáar nætur, men einstakar hava eisini havt fast tilhald í Kvinnuhúsinum í tveir ella tríggjar mánaðir. Elin Reinert Planck stað fest ir, at tað er rættiliga ym iskt, hvussu nógvar kvinnur venda sær til Kvinnuhúsið frá árið til ár, men tølini eru altíð høg. Hon dugir tískil ikki at síggja nakað ávíst rák. Men hon hevur kortini lagt merki til, at tá ið tíðir nar bera orð fyri at vera góð ar, eru tað nógv fleiri kvinnur, sum venda sær til Kvinnu­ húsið. – Undir sjálvari kreppuni var talið minni, men tá ið tíð irnar batn aðu, vaks talið rættiliga nógv. Tað undrar hana eitt sind ur, men hvussu tað ber til, hevur hon onga hóming av. Læra seg at sláa Aðrastaðni er gongdin tann, at serliga eru tað yngru kvinnur, sum eru fyri harð skapi og tað slagi av harð skapi er veksandi. Hetta er eisini eitt rák, sum sæst aftur í Føroyum. Dagligi leiðarin í Kvinnu húsinum sigur, at tær flestu kvinnurnar, sum venda sær til teirra, eru yngri kvinn­ ur í tjúgunum og og tríati árunum. Men tað eru eisini ein stakar blað­ ungar kvinnur og eisini nakrar kvinn­ ur í tilkomnum ella eldri árum. Hinvegin verður kvinnur undir 18 ár ikki tiknar inn í Kvinnuhúsið, tí tað eru mál fyri barnaverndirnar. Elin Reinert Planck sigur, at gjøgnumgangandi orsøkin til harð­ skapin er misnýtsla av rúsdrekka ella rúsevnum og svartsjúka. Men ein týðandi orsøk er eisini rætt og slætt hon, at menninir eru sjálvir uppaldir við harðskapi og so føra teir tað víðari í teirra egna parlagi. Viðhvørt er talan um álv arsligan harðskap. – Hinvegin er tað heldur ikki so, at menn, sum eru harð ligir ímóti sínum maka, bara sláa púra fyri litar leyst í blindum. – Teir vita, hvussu og hvar teir skulu sláa fyri at onki skal síggjast til tað. Tað er eitt mynstur, vit ofta síggja í parløgum, sum eru merkt av harðskapi, sigur Elin Reinert Planck. aki@sosialurin.fo