Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. november 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 24. november 2010 · Nr. 163 Sosialurin Áki Bertholdsen Politikarar í Føroyum gera ikki nógv fyri at hjálpa kvinnum, sum eru fyri harðskapi. Teir gera heldur ikki nógv fyri tey mannfólk, sum eru harð­ lig. Tað heldur Elin Reinert Planck, dagligur leiðari í Kvinnuhúsinum. Tí heldur hon, at nú eiga politikarar at gera støð una upp og seta al­ tjóða Cedaw sáttmálan í gildi í Føroyum. Tað er ein altóða sátt­ máli sum staðfestir hvørji rættindi kvinnur hava. – Verður hesin sátt mál­ in settur í gildi í Føroyum, er tað ein formlig, politisk staðfesting av, at her verð ur harðskapur ímóti kvinnum ikki toldur. – Eg tori næstan at siga, at allir politikarar eru av teirri sannføring, at harðskapur eigur ikki at vera góðtikin. Men teir mangla bara at vísa tað í verki. – Verður Cedaw sátt­ mál in settur í gildið fyri Føroyar, hava politikarar stað fest, at harðskapur ímóti kvinnum verður ikki góðtikin. – So hóast hann sum oftast fer fram innan­ veggja í heiminum, er talan als ikki um eina privata sak, men um ein sam felags trupulleika. Forpliktar Men tað forpliktar so eisini politikarar til at seta skipanir og reglugerðir í gildi, sum tekur hond um hendan trupulleikan. Her hugsar Elin Rein ert Planck serliga um lógar­ verk og sosialar skipanir, sum hjálpa kvinnum, sum hava verið fyri harðskapi og sosialar skipanir, sum taka hond um børn, sum liva í heimum, merkt av harðskapi. Men hon saknar eisini almenn viðgerðartilboð til menn, sum eru harðligir. – Harðskapurin steðgar ikki fyrrenn maðurin er givin at sláa og tí er tað eisini ein neyðugur partur í arbeiðnum fyri at steðga harðskapi ímóti kvinnum. Hon hugsar serliga um, at harðskapur hevur tað við at ganga í arv, soleiðis at skilja, at synir, sum síggja pápa sín brúka harðskap, taka sjálvir til somu metodir, tá ið teir veksa til, so tað er ein ónd ringrás, sum má brótast. – Tí er neyðugt, at maðurin fer í viðgerð fyri at broyta atferð fyri at koma trupulleikanum til lívs. Hon saknar eisini, at menn, sum verða dømdir fyri harðskap ímóti kvinn­ um, í størri mun fáa við­ gerðar dómar heldur enn at teir bara verða settir í fongsul. Men sostatt krevjast sosialar fyriskipanir, sum fevna um alla familjuna, sigur Elin Reinert Planck. Hon sigur, at tað er ikki sagt, at hetta verður so stór útreiðsla fyri sam­ felagið, tí tað er ein sann­ roynd, at kvinnur, sum eru fyri harðskapi, eru kosta samfelagnum nógv í sjúkrafráveru og niður­ settari arbeiðsorku. aki@sosialurin.fo Offrini fyri harðskap fáa ov lítla hjálp HARÐSKAPUR ÍMÓTI KVINN­ UM Føroyskir politikarar mugu nú taka støðu til um teir vilja góðtaka harðskap ímóti kvinnum ella ikki, sigur Elin Reinert Planck, dagligur leiðari í Kvinnu húsinum 17 menn Tað eru ikki bara kvinnur, sum venda sær til Kvinnuhúsið. Tað eru eisini ein­ stakir menn, sum venda sær hagar at leita sær ráðgeving. Í fjør vendu 17 menn sær til Kvinnu húsið. Onk ur vildi tosa um, at kon an var farin heim an ífrá og onkrir høvdu brúk fyri at tosa um trivn að in hjá børn­ un um. Men so vóru tað eis ini summir, ið vildu fáa sam band við kvinnur, ið vóru í hús un um og onkur hevði sam lívs ­ trupulleikar, sum hann vildi hava ráð­ gev ing úr Kvinnu­ hús in um um. Men so vóru tað eisini nakrir, ið ringdu fyri kvinnur, ið vildu hava hjálp, men ikki hætt aðu sær at ringja sjálvar. 245 Higartil í ár hava 245 kvinnur vent sær til Kvinnuhúsið í Havn at biðja um hjálp og ráðgeving. Níggju av teimum hava eru flutt í kvinnuhúsið at vera í styttri ella longri tíð og tilsamans høvdu tey níggju børn við sær. Føroyar dumpa í mannarættindum Áki Bertholdsen – Føroyar gera ikki nokk fyri at verja kvinnur ímóti harð skapi. Tað hevur ST staðfest. Føroyar hava tikið undir við CEDAW sáttmálanum. Tað stendur fyri ”Con­ ven tion on Elimination of Dis crimination Against Women”, Hetta verð ur eisini nevndur Kvinnu­ rætt indasáttmálin. Sostatt hava Føroyar bund ið seg til at at liva upp til tey mannarættindakrov, sum hesin sáttmáli ásetur. Men tað gera Føroyar ikki, staðfesti Jacoba Kruse, aðalskrivari í Am­ nesty International í Før­ oy um í almennari hoyr­ ing í Miðlahúsinum síðsta mikukvøld um manna rætt­ indi. Hon staðfestir, at tá ið Føroyar hava tikið undir við sáttmálnum, merkir tað eisini, at ST fylgir við um Føroyar halda hann. – Tá Cedaw nevndin hjá ST í fjør kannaði um Føroyar livdu upp til áset­ ing arnar í sáttmálan, var niðurstøðan, at tað verður als ikki gjørt nóg mikið í Føroyum fyri at basa harðskapi móti kvinn um. – Cedaw nevndin var ør kymlað um at lóggáva manglar í Føroyum við tí enda máli at verja kvinnur móti harðskapi. – Nevndin var eisini ør kymlað av, at vit ongi hag tøl hava sum vísa, hvussu um fatandi hesin trupulleikin við harðskapi ímóti kvinnum er í Før­ oyum. Aðalskrivarin í Amnesty í Føroyum heitti sostatt á Før oyar, um at styrkja arbeiðið við at basa hesum álvarsliga trupulleika og seta í verk eina heild ar­ ætlan, har landsins mynd­ ugleikar í felag virka fyri at steðga harðskapi móti kvinnum. Kortini staðfestir hon, at enn hava føroyskir myndug leikar ikki tikið nøkur stig fyri at liva upp til niðurstøðuna hjá Cedaw nevndini. Tí heita bæði Am­ nesty International og Kvinnuhúsið á myndug­ leik arnar um at taka nið­ urstøðuna til eftir tektar og seta neyugu tiltøk ini í verk. HARÐSKAPUR ÍMÓTI KVINNUM Í ST eru tey ørkymlað av, hvussu lítið Føroyar gera fyri at verja kvinnur ímóti harðskapi Stórur munur Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógvar kvinnur venda sær til Kvinnuhúsið millum ár og dag at søkja sær hjálp og ráðgeving. Tølini stuðla upp undir tað, sum Elin Reinert Planck, dagligur leiðari fyri húsið, sigur í aðrari grein her á síðunum og tað er, at í tá ið tíðirnar eru góðar, fær Kvinnu húsið fleiri áheitanir enn tá ið tíðirnar eru verri. Í talvuni sæst, hvussu nógvar kvinnur hava vent sær til Kvinnuhúsið seinastu sjey árini og, hvussu nógvar av teimum siga, at harðskapur er orsøkin Áheitanir Harðskapur 2003 273 96 2004 438 112 2005 426 138 2006 375 188 2007 300 119 2008 307 142 2009 257 100 Tølini niðanfyri vísa, hvussu nógvar kvinnur og børn hava búð í Kvinnuhúsinum Kvinnur Børn 2003 13 13 2004 16 22 2005 18 24 2006 13 13 2007 17 14 2008 18 8 2009 13 9