Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. november 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 24. november 2010 · Nr. 163 Sosialurin Høgni Hoydal, formaður Tjó­ veldis, hevur sett løg manni ein munnligan fyri spurn­ ing um Eik­málið, og um landsstýrið hevur vent sær til donsku stjórnina við víkj­ andi Eik Banka. Spurningarnir til løg­ mann eru tríggir í tali, og teir eru soljóðandi: 1. Hevur landsstýrið bið ið um samráðingar við donsku stjórnina um polit­ isku ábyrgdina fyri fram tíð­ ini hjá Eik og føroyska fíggj­ ar mark naðinum? 2. Hví sita landsstýrið og samgongan á fundi við eitt partafelag sum Finan­ siel Stabilitet, sum ikki er ein politiskur sam ráð ing ar­ partur, men eitt partafelag? 3. Hevur landsstýrið enn ikki skilt, at áhugamálini og skyldan hjá Finansiel Stab il i tet er ikki at skapa stab i li tet á føroyska fíggj­ ar marknaðinum, men at tryggja danska fíggj ar mark­ nað in og virðini hjá danska stati num? Viðmerkingar Tá sonevndu banka pakk ar­ nir vórðu samtyktir, legði Tjóðveldi stóran dent á, og hevði tvey broyt ing ar upp­ skot, har ábyrgdin fyri før­ oyska fíggjarmarknaðin skul di leggjast hjá før oysk­ um myndug leikum og lands­ stýrið skuldi tryggja sær ábyrgd og ávirkan á Finans­ iel Stabilitet og tær avgerðir, ið har fóru at verða tiknar. Eisini skeyt Tjóðveldi upp, at í lóggávuni skuldi stan da, at føroyski fíggj ar mark­ naðurin e r ein marknaður fyri seg, og at tískil skulu tey po litisku tiltøkini taka støði í tí, har landsstýrið skuldi sita við borðið, tåá avgerðir verða tiknar um føroysk viður skifti. Tá Eik við sera stuttari freist varð sett undir bjarg­ ing, kravdi Tjóðveldi í brævi til landsstýrið og síðani al­ ment, at landsstýrið ikki bara setti seg sum áskoðara til av­ gerðir hjá Fíggjareftirliti og Finansiel Stabilitet, men tók upp samráðingar við donsku stjórnina beinanvegin um at taka ábyrgd og hava ávirkan á avgerðirnar. Hesi uppskot vóru tíverri feld – og nú gongur sjón fyri søgn um avleiðingarnar. Tað kann als ikki góð­ takast, at føroyskir myndug­ leikar sum umboða før oy ska fólkið, ikki taka polit iska ábyrgd av at røkja áhuga­ málini hjá føroyska sam­ felag num, men situr á fundi við eitt partafelag sum ein ann ar einfaldur íleggjari – meðan allar avgerðir ligg ja í hondunum á hesum parta­ felag. Høgni spyr løgmann um Eik-málið Tað tók Robin Clementsen 35 og ein hálvan tíma at renna teinin av Viðareiði til Sumbiar, men tað fer at taka munandi longri t´ðið at renna og ganga tann 3.466 kilometra langa teinin úr Skagen til Gibraltar. Hugskotið kom so líðandi, tá hann í vár í 3­2 segði, at næsta avbjóðingin fó at verða at renna tvørtur um Jútland. ­ Eg segði ikki tá, hvønn veg eg fór at renna, og síðani er hugskotið komið at renna úr Skagen til týska markið. Men so hugsaði eg, hví steðga har, um eg annars eri væl fyri. Tí havi eg sett mær sum mál at renna og ganga allan vegin til Gibraltar, sigur Robin Clementsen. Ferðin byrjar 14. mars næsta ár og Robin Clementsen roknar við, at tað fer at taka 12 vikur at koma leiðina fram. Hann hevur tryggjað sær ein sonevndan rennivogn, har hann hevur eitt lítið tjald, sum hann skal sova í á vegnum. ­ Eg vænti at tað fer at taka eina viku at renna gjøgnum Danmark, og so fari eg væntanti at hvíla einar tveir dagar, áðrenn eg haldi leiðina fram gjøgnum Týskland, Sveits, Frakland, Spania/Portugal inn í Gibraltar, sigur Robin Clementsen. Robin Clementsen venur miðvíst og rennur í meðal 52 kilometrar um dagin fimm dagar um vikuna. Eisini hevur hann fyrireikað seg til ferðina við serliga proteinríkum kosti. Tað er við vilja, at ferðin verður løgd so tíðliga á árinum, tí eg kenni, hvussu hitin er út á summarið har niðri móti Miðalhavinum, sigur Robin Clementsen. Skal renna úr Skagen til gibraltar Robin Clementsen, sum í mars í ár rann av Viðareiði til Sumbiar, skal komandi mars renna langa teinin úr Skagen norðast á Jútlandi, til Gibraltar Robin Clementsen hevur stórar ætlanir. Hann skal renna og ganga úr Skagen til Gibraltar