mikudagur 24. november 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. november 2010 · Nr. 163
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Í heyst hevur Fiskiveiði
eft ir litið tikið fiskiloyvi frá
skipum og bátum, tí hesir
hava havt ov nógvan smá
fisk uppi í veiðini. Hetta er
ein heldur óvanlig støða, tá
ræður um tosk. Hinvegin
er tað væl kent millum teir,
sum fiska við partrolarum,
at so nógvur smáupsi kann
vera á ymiskum leiðum, at
Fiskiveiðieftirlitið noyðist at
steingja fyri veiði.
Ein vanligan søludag á
Fiskamarknaði Føroya er
meginparturin av tí, sum selt
verður, toskur 3, 4 og 5.
Toskur 3 er ikki smáfiskur,
men toskur, sum er 2 kilo og
størri. Hetta er rímiliga góð
fiskastødd, men ynskiligt
hevði verið, at tann stóra
nøgdin av toski, sum kemur
upp á land, var enn størri.
Tá nøgdirnar av toski 4
eru eins stórar og nøgdirnar
av toski 3, er nærliggjandi
at hugsa sær, at ein stórur
partur av toski 3 liggur
í niðara enda í vekt. Tað
merkir, at helst vigar ein
stórur partur av hesum fiski
23 kilo, samstundis sum
stóru nøgdirnar av toski 4
viga minni enn 2 kilo hvør
fiskur.
At so eisini nøgdirnar av
toski 5 eru størri enn gott
er, sigur okkum, at toskurin,
sum veiddur verður, í síni
heild ikki er stórur fiskur.
Royndir við húki
Eilif Gaard, stjóri á Hav
stovuni, ásannar, at tað er
ikki lætt at verja ungfiskin,
sum nú í stórum tali er á
landgrunninum.
– Fiskiveiðieftirlitið hevur
stongt økir, tí ov nógvur
smáur toskur hevur verið á
leiðunum, og hetta er einasti
møguleiki, ið eftirlitið hevur.
Stjórin sigur, at Havstovan
nú arbeiðir við eini nýggjari
roynd,
sum
hevur
til
endamáls at royna størri
og ymiskar húkar, eins og
ætlanin er at royna ymiskt
agn.
Havstovan ætlar
at gera royndir
við størri húki
VERND Nú so nógvur smáur toskur er á landgrunninum og trupult er at fiska uttan, at
smáfiskur kemur á línuna, arbeiðir Havstovan við eini ætlan saman við útróðrarmonnum.
Ætlanin byggir á at gera royndir við størri og ymiskum húkum og ymiskum agni
– Vit vita slett ikki, hvørja
ávirkan hetta kundi fingið á
støddarbýtið av veiðini, men
vit halda, at hetta hevði verið
eina roynd vert, sigur Eilif
Gaard, stjóri á Havstovuni
Mynd: Vilmund Jacobsen
Havstovan ætlar sær nú í samstarv við útróðrarmenn fyri at vita, um størri húkar og ymiskt agn kann minka um nøgdina av smátoski upp í línuveiðini
Mynd: Vilmund Jacobsen
.... tað
eru onkrir
grunnar,
sum vit
kunnu
søkja,
og hesir
grunn ar
verða nú
roynd ir ...
EILIF GAARD