Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. november 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 24. november 2010 · Nr. 163 Sosialurin Vilmund Jacobsen Sosialurin hevur verið í sam band við báðar brenni ­ støð irnar, ávika vist hjá KOB, Kommunalu Orku­ og Brenni støðina á Sand víka­ hjalla og brennistøðina hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík. Men hvørgin teirra hevði hagtøl við hondina, tá vit tosaðust, tó at skrásett verður, hvussu stórar nøgd­ irnar av burturkasti eru. Bárður Michelsen, stjóri á KOB, heldur, at brenningin hevur stabilisera seg á einum lægri støði, enn tá ið hon var mest. Hann heldur eisini, at talið av bilum, sum koma til burturbeiningar, aftur hevur funnið sína legu á umleið 800 um árið. Stjórin á KOB sigur, at talið av bilum vaks rættiliga nógv, tá skipanin varð broytt, soleiðis at bileigarar nú fingu 4.000 heldur enn 1.000 krónur fyri at beina bilin burtur. – Uttan at hava tølini við hondina, haldi eg, at hetta tal nú er komið niður á eitt vanligt støði, sum liggur um einar 800 bilar um árið, sigur Bárður Michelsen. Poul Andrias Joensen, stjóri á IRF í Leirvík, sat heldur ikki við hagtølunum yvir burturkast í hondini, tá vit høvdu hann í tele fonini. Báðir stjórarnir, Báður Michelsen og Poul Andrias Joensen, lovaðu tó, at Sosialurin skuldi fáa tøl yvir burturkast, so hesi eru at halda seg til í eini neyvari kunning um hesi viðurskiftini. Lítið handilslív Fólk, sum arbeiða á brenni­ støðunum, siga, at nú november mánaði er farin at halla, hevur lítið verið at sæð til, at vinnulívið og kanska serliga handilslívið hevur serliga nógv burtur­ kast. – Vit, sum hava verið til arbeiðis á brennistøðunum í fleiri ár, ivast í, um vit nakrantíð áður hava sæð so lítið burturkast sum seinastu tíðina, tá vit ann ars høvdu roknað við, at meiri fór at koma til brenningar. Í øllum førum á aðrari brennistøðini er ikki óvan­ ligt, at ovnurin verður sløkt­ ur eina ella tvær ferðir um vikuna. – Hetta hevur ikki verið vanligt síðan kreppuna fyrst í nítiárunum, verður lagt aftrat. vilmund@sosialurin.fo Hagtøl yvir burturkast BAROMETUR Í eini tíð, har búskaparlig kreppa er, verður mangan gitt, hvønn veg tað ber – um kreppan er við at hasa av, ella um væntast kann, at botnurin kanska ikki er náddur kortini. Burturkast plagar at vera eitt gott barometur fyri, um tað gongur hendan ella handanveg Líkt er ikki til, at ruskbrenningin veksur nakað, tó at ábendingar eru um, at búskapurin er á veg uppaftur Vilmund Jacobsen Partrolararnir, Jaspis og Ametyst, landa í Saltangará í dag. Teir hava verið úti ein vanligan túr til longdar, men veiðan er bert 150.000 pund tilsamans. Á landingarmiðstøðini Kongshavn hevur eingin landing verið fyrr í vikuni, og væntandi er ikki, at nøkur landing verður í morgin og fríggjadagin. Fólk, sum Sosialurin hev ur tosað við, og sum hava arbeitt á land ing ar­ miðstøðini síðan 1997, siga, at so vánalig hevur upsa­ veiðan ongantíð verið øll hesi ár. Og hagtølini siga júst tað sama. – Í november í ár hevur verið heilt galið. Fram til 19. november í ár hava vit landað 490 tons tilsamans í hesum mánaðinum. Hyggja vit hinvegin eftir tølunum somu dagar í november í fjør, so høvdu vit hin 19. í fjør landað 2.014 tons – ella eini 1600 tons fleiri. Á landingarmiðstøðini vænta tey kanska eini 400 tons aftrat tað, sum eftir er av november í ár, meðan sami mánaði í fjør gav heili 3.000 tons. – So, tað er greitt, at land ingartølini hendan mánaðin kunnu als ikki samanberast, verður lagt aftrat á Kongshavn. Hetta er annars góð fiskitíð. Menn, sum sigla við ís­ fiska trolarum, siga, at nógv er at síggja, og tað vísir seg, at tað serliga er svartkjaftur og hvítingsbróður, sum sæst á loddinum. vilmund@sosialurin.fo Totalt upsaloysi UPSALOYSI Tað er rættiligt upsaloysi undir Føroyum í løtuni, og soleiðis hevur verið síðan einaferð í summar. Hagtøl hjá landingarmiðstøðini Kongshavn prógva eisini, at upsaveiðan er púrasta deyð í løtuni Í november í ár hevur kemur landingarmiðstøðin Kongshavn at landa sløk 900 tons tilsamans. Sama mánað í fjør landaðu tey heili 3.000 tons. Í morgun landa Jaspis og Ametyst í Saltangará Mynd: Vilmund Jacobsen Hann sigur, at hetta er ein ætlan, sum Havstovan ætlar at fremja saman við útróðrarmonnum. – Vit kundu hugsað okk­ um eitt samstarv við nakrar útróðrarbátar, har stubbar á línuni hava størri húkar enn vanligt, eins og vit kundu hugsað okkum, at egnt varð við ymiskum agni. Eilif Gaard sigur, at slíkar royndir eru honum kunnugt ikki gjørdar undir Føroyum áður, og hann sigur seg slett ikki duga at meta um, hvat úrslitið kundi verið. – Vit vita slett ikki, hvørja ávirkan hetta kundi fingið á støddarbýtið av veiðini, men vit halda, at hetta hevði verið eina roynd vert, sigur hann. Peningur skal til Stjórin sigur, at hesar royndir verða ikki gjørdar í hesum árinum, men hann kundi hugsað sær, at Havstovan fekk fíggjarligt rásarúm til at gera hesar royndir saman við útróðrarmonnum fyrst í komandi ári. – Vit hava tosað við Fiski­ málaráðið um hesar ætlanir, men vit hava onga ábending um, hvørt vit kunnu vænta okkum nakrar eyka krónur til hesar royndir haðani. Eilif Gaard ásannar, at tað er strævið at fáa endarnar at røkka, og tí er neyðugt, at stovnurin kann útvega sær fígging til hesar royndir. – Tað eru onkrir grunnar, sum vit kunnu søkja fyri at røkka hesum máli, og hesir grunnar verða nú royndir, sigur hann. Stjórin á Havstovuni held ur tað vera ógvuliga um ráðandi, at stovnurin ger sítt til at royna gongar leiðir, soleiðis at ungfiskur í minni mun verður veiddur ov tíðliga. – Men, sum sagt, vita vit slett ikki, um húkastøddi og ymsikt agn kunnu minka um talið av ungfski á línuni, sigur Eilif Gaard, stjóri á Hav­ stovuni. vilmund@sosialurin.fo