Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. november 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. november 2010 · Nr. 163 12 Sosialurin Eg havi nú í 6 ár víst á, at fíggjarliga gongdin í Tórshavn­ ar Kommunu gongur skeiva vegin. Fíggjarætlanin fyri 2011, ið nú verður løgd fram, vísir tíverri ongan bata. Tá Javnaðar­ og Tjóðveld­ isflokkurin tóku leiðsluna í Tórshavnar Býráð fyri 6 árum síðani, var komm­ unan skuldarfrí og skatta­ prosentið var 18,75%. Nú er skattaprosentið 20,75 og verður býurin í 2011 skuldarbundin við góðum 220 mió. krónum. Hesi seinastu árini er skattainntøkan voksin við rúkandi ferð, men kortini hava báðir vinstraflokkarnir skuldabundið hvørt húski í kommununi við yvir 30.000 kr. Somuleiðis hevur hækkaða skattaprosentið kostað somu húsarhaldum 8.500 kr. um árið. Ja, so flott verður arbeitt, at komandi ár verður skuld­ in yvir 220 mió.kr., men einki avdrag verður goldið. Van­ ligt var, at tá tú lánti pening, skuldi hann gjaldast aftur, men tað ætlar verandi sam­ gonga ikki. Nei, teir lána bara eitt sindur meira, so aftur­ gjaldið kann bíða til seinri. Nær tey byrja at gjalda skuld­ ina aftur, siga tey einki um. Rentuútreiðslurnar í 2011 verða knappar 12 mió. kr. og um rætt var atborið, skuldu kommunan goldið um 20 mió. í avdrøgum, v.ø.o. átti býurin at goldi yvir 30 mió. kr. til peningastovnarnar. Niðanfyri er grein, ið eg skrivaði um fíggjargongdina hjá kommununi áðren býráðsvalið í november 2008. Tíverri gongur verri enn eg tá væntaði. Skuldin er í 2011 longu komin upp á 220 mió kr. og skattaprosentið er hækka síðani tá við 1%. Í 2014 skyldar Kommunan 250 mió. kr. Um verandi meiriluti fram­ haldandi kemur at ráða í Tórshavnar Býráð, kemur kommunan at skylda 250 mió.kr. í 2014. Seinastu fýra árini er raksturin øktur við 186 mió.kr., úr 312 mió.kr til 498 mió.kr. Ein óhoyrd øking uppá yvir 60%. Harav er sjálv fyrisitingin økt við ikki minni enn 23 mió.kr. Í rundum tølum er inn­ tøkan hjá kommununi 600 mió.kr. og raksturin 500 mió. kr. so eftir eru 100 mió kr. til íløgur. Nú ein raðfesting av íløgunum komandi árini endiliga er komin, er ætlanin at gera íløgur fyri 130 mió.kr. pr. ár. komandi fimm árini. Tað vil geva eitt hall uppá 150 mió.kr. Hetta hallið má antin fíggjast við lántøku, ella við at hækka skattin. Verandi fíggjarætlan byggir uppá eina lántøku á 100 mió.kr, so tilsamans kemur kommunan at skylda 250 mió.kr í 2014. Óneyðugt er at minna á, at tá verandi samgonga tók við, var øll skuld niðurgoldin. Omanfyri standandi, er enn eitt prógv fyri, at Javn­ aðar­ og Tjóðveldisflokkurin eru farnir ótrúliga lætt um skattaborgarans pening. Soleiðis skrivaði eg í november 2008, men eg vænt­ aði ikki, at kommunan longu í 2011 skuldi verða so skuld­ arbundin við hækkaðum skattaprosentið á 20,75%. Tað er tíverri í góðum tíðum, at fíggjarligar ólukkur henda, og rætt er, tá orðatakið sigur : »Tað krevur breiðar herðar at bera góðar tíðir.« Fíggjarliga gongur framvegis skeiva veg í Tórshavn Jan Christiansen býráðslimur fyri Fólkaflókkin Hvørt húski skuldarbundið við 30.000 kr. og hækkaðum kommunuskatti á 8.500 kr. Kjak Fegnist um, at umsitingin í Tórshavnar kommunu gjørdi so skjótt av hendan dagin og setti eitt fólk burtur av til at taka sær av parkeringsmálunum. Skilti eg boðskapin rætt, skal uppskot um nýggjar parkeringsloysnir í Havn kunna leggjast fram til alment orðaskifti og politiska viðgerð longu nú á nýggjárinum . Tá verður ætlandi eisini skilagott samsvar millum allar tær mongu ætlanirnar um at peppa lív í miðbýin og møguleikarnar at seta bilin frá sær niðarlaga í býnum. Tí hetta eru tveir óloysiligir partar av somu søk. At menn á Vaglinum vilja vera við, at býráðslimir hava vitað, at alt hetta skuldi liggja greitt fyrsta dagin, kemur mær fyri sum eitt lítið bluffnummar, tí hendan deadline kom ikki undan kavi fyrrenn í vikuni, sum fór, tá brádlig kunning kom um bygnaðarligar um­ skipanir, so átrokandi mál kunna fáast frá hondini. Eri sannførdur um, at verður høvuðsstrategiin í parkeringsmálinum, at bilarnir skula koyrast burtur av leiðunum við miðbýin, so gera vit endaliga av við miðbýin. Bilarnir eiga ikki at fáa alla fyrstu parkett har, men tað má altíð bera til at seta bilarnar frá sær í yvirkomiligari gongu­ frástøðu frá miðbýnum. At fáa fólk við ørindum í miðbýnum at seta bilin uppi í Gundadali og fara við skjútsbussi oman í býin verður sum at steikja hvalspýggju og blágóma. Tað ber ikki til. Góða eydnu og hepna hond við arbeiðnum við parkeringspolitikkinum. Óivað fáa vit skilagóð uppskot um loysnir, sum bera í longdini. Tað er tað, sum telur. Nú kom gongd á parkeringsmálið Jógvan Arge býráðslimur fyri Tjóðveldi Tá ið ein samstundis fær varhugan av, at null loysnin hjá honum, byggir á ein politiskan rossahandil við borgarligu flokkarnar á tingi, sigur tað seg sjálvt, at fak­ feløgini kenna seg misbrúkt av politisku skipanini. Vit eru tey, ið skulu útinna allar tær vælferðartænastur, ið politikarin og fólkið vil hava, verður tað fyri børnum, ungum, tilkomnum ella gomlum. Hesar vælferð­ artænastur hava nú í fleiri ár skula spart – eisini í góðum tíðum, havi nú verið nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag í næstan 6 ár og má siga, at eg ikki veit av um nakað ár, har ið tað ikki hevur verið spart á almenna økinum. Sakni at politiski myndug­ leikarnir veruliga raðfestir síni ynski fyri føroyska samfelagið (vælferðarsam­ felagið) – tí tað snýr seg um raðfesting. Nú politiski myndugleikin ikki raðfestir, men bara fremur skerjingar um ein kamb, kann úrslitið skjótt blíva, at einki virkar. Hetta er nokk støðan innan onkrar almennar stovnar – ov lítil játtan til annað enn akkurát at halda lív í fólki/ brúkarum. Vit kunnu bert ávara um, at hendan gongdin ber ikki til. Tað er ikki fakfeløgini, ið raðfesta hvørjar vælferðar­ tænastur skulu vera. Fak­ feløgini skulu tryggja, at limirnir fáa løn fyri tað arbeiði, tey útinna. Tí gera fakfeløgini rætt tá tey siga: »Vit krevja nakað, og vit fáa nakað!« Annað kann ikki góðtakast! Jógvan Philbrow www.samstarv.org Reallønin er fallandi, tí ber ikki til at góðtaka eitt null útspæl frá Landsstýrismanninum í Fíggjarmálum