mikudagur 24. november 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 24. november 2010 · Nr. 163
Sosialurin
Kjak
Jógvan við Keldu
fyrrverandi landsstýrismaður
Tað var nú ikki bara Annita
á Fríðriksmørk, sum fór um
mark, men so mong onnur,
sum kann viðgerast eina
aðru ferð
Av og á var meiri enn
gjálvut men eisini spennandi
og mennandi, tó haldi eg tað
vera syrgiligt, at embætisfólk
í ráðnum frá tingsins røðara
palli vóru so niðrandi við
farin, og mong vóru tey løg
tingsfólk, sum høvdu hug at
seta seg yvir lógir og reglar.
Fari í fyrstu syftu bara at
taka eitt dømi, tað er brot
úr grein í hesum árum frá
løgtingsliminum Annitu á
Fríðriksmørk, sum ídag er
formaður í tinbólkinum hjá
Tjóðveldi, undir yvirskriftini:
»Í Tinganesi má Jógvan
við Keldu ikki fáa longt sítt
arbeiðs og uppihaldsloyvi«.
Jógvan aftur í
egnum skóm
Hon tekur m.a. soleiðis til
í greinini: »Er landsstýrið
undir umsiting: Herfyri var
landsstýrismaðurin tikin í for
hoyr hjá umboðum fyri hinar
flokkarnar í samgongu. Evnið
var
útlendingapolitikkur
samgongunnar. Á fundinum
fekk landsstýrismaðurin at
vita, at so leingi nýggj avtala
ikki var gjørd, skuldi hann
halda seg til førda útlendinga
politikkin, sum var galdandi
áðrenn sitandi samgonga tók
við. (Altso samgongan sum
Annita á Fríðriksmørk sat í.
Red.)
Landsstýrismaðurin
var solleiðis settur undir
umsiting«.
Víðari sigur hon: »Tá
hugsaði eg við mær sjávlum:
»Gud viti, hvussu leingi ein
landsstýrismaður kann føra
ein politikk, sum hinir í sam
gonguni vilja hava, men sum
ein sjálvur er ímóti, men sum
hann kortini hevur evstu
ábyrgd av«. Og nú í vikuni
síggja vit so landsstýris
mannin í útlendingamálum
í sínum egnum skóm aftur,
og uttan himpr blakar konu
og dóttir av landinum, sum
hava verið her í seks ár«.
Handfaringin broytt
og ruddað varð upp
Bæði tingkvinnan og tingfólk
annars kendu og vitstu, hvat
»førdi
útlendingapolitikk
urin« í samgonguni, har ting
kvinnan frammanundan var
í, hevði ført til. Útlendingar,
sum vóru ólógliga í landi
num, vóru komin í syrgiliga
støðu og búðu hjálparleys í
ráðum og køldum byngjum,
ávís ítróttamál handfarin
ólógliga, sum best bar til
og t.d. fútin vitsti ikki hvat
hann skuldi »stilla upp« í
hesum
lógloysinum,
bara
fyri at nevna okkurt dømi.
Tí var neyðugt at seta lið av
fólki, sum saman við fólki úr
Innlendismálaráðnum, kundu
gjøgnumganga fyrrverandi
skilaleysu og tilvildarligu
handfaringina. Hetta vitsti
okkara høga løgting, tað var
ikki tí, tey leikaðu so í.
Hesa handfaring var
tað tingkvinnan aftur ynskti
endurtikna.
Tað fer altíð at verða
torført ella vónleyst at stýra,
tá lóggevandi valdið setur
seg yvir og ikki respekterar
lógir og reglar, tí kann vera
hent av og á at rógva aftur
á, so møguleiki kann verða at
læra av søguni!
Tá róð verður
aftur á
Nú lóggevandi valdið í hesum
døgum ger sær dælt av hendingum
um rættferð og reinleika, nøkur
teirra serliga vælleikandi sum sita
í andstøðu, kundi verið hóskandi
at víst á onkur brot, sum fóru
fram í árunum 2004 og 2005
Nú tann fyrsta kappingin í
FM fyri lið, innan Amboðs
fimleik, eftir summarsteðgin
er farin aftur um bak, eri eg
ótrúliga vónbrotin um, at
SVF ikki so mikið gjørdi sær
tann ómakin, nú SVF hóast
alt vóru í FIMI og gjørdi eitt
»innslag«.
At SVF hvørki gjørdu sær
tann ómakin at nevna hvørji
feløg luttóku, eiheldur at
nevna hvussu kappingin
hevði hilnast, haldi eg vera
átaluvert,
og
ótrúligani
harmuligt, tí hetta skriv.
Kappingin fevndi hóast
alt um tveir dagar, við uml.
100 íðkarum!
Eg haldi tað vera sera
harmuligt, og eri ótrúligani
vónbrotin, tí at fimleikurin,
og ikki minst íðkarinir,
leiðarnir og feløgini, leggja
so nógva orku í, alt fyri
fimleikinum at fræma.
Kappingarnar
innan
filmleikin
eru
ikki
so
nógvar, í mun til aðrar
ítróttargreinar, tí kundu
tær gott havt størri »pláss« í
sendingini, tá tær eru.
Til hvørja kapping gera
allir Íðkarar, venjarar, stuðlar
og fimleikasambandið sítt
fyri, at alt skal ganga upp í
eina hægri eind.
Tey hava annað uppi
borðið.
Við Ítróttakvøðu
Eitt hjartasuff til
tey, ið varða av 3 - 2
í Kringvarpinum
Sigrid Vesturgarð
Lesið
-so eru tit við!