mikudagur 24. november 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. november 2010 · Nr. 163
16
Sosialurin
Oyggjaredaktiónin:
Snorri
Brend
snorri@sosialurin.fo
Vilmund
Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Oyggjablaðið
Jens Kristian
Vang
jensk@sosialurin.fo
Oyggjablaðið fer nú í jólafrí. Vit verða
aftur í januar. Hinvegin geva vit út 11 bløð
við jólatilfari henda næsta mánaðin
Eiði
Í hesum blað
num, sum
er seinasta
Oyggja blaðið í
ár, er evnið Eiði
og eiðis fólk.
Lesið um:
Síða 16:
Eiðisfólk fækka
Síða 17:
Tvey ættarlið
saman
Síða 18-19:
Kjartan byrjaði
bara at yrkja
Síða 20-21:
100 pund uppá
stampin
Síða 22-23:
Góðir karmar um
vinnulívið
Síða 24-26:
Flyta inn í
dreymahúsið
komandi summar
Síða 40:
Halló, tað er
borgarstjórinr
Aldursbólkar:
PINKUR 7 - 9 ár (F. 2001 - 02)
GENTUR 10 - 11 ár (F. 1999 - 00)
SMÁGENTUR 12 - 13 ár (F. 1997 - 98)
GENTUR 14 -17 ár (F. 1993 - 96)
KVINNUR 18 ár og eldri (F. 1992 - )
PINKULINGAR 6 - 7 ár (F. 2003 - 04)
SMÁPILTAR 8 - 9 ár (F. 2001 - 02)
PILTAR 10 - 11 ár (F. 1999 - 00)
SMÁDREINGIR 12 - 13 ár (F. 1997 - 98)
DREINGIR 14 -16 ár (F. 1995 - 96)
UNGLINGAR 17- 19 ár (F. 1992-94)
MENN 20 ár og eldri (F. 1991 - )
OLD BOYS 35 ár og eldri (F. 1976 - )
Við liðunum hjá gentum 14-17 ár, dreingjum,
unglingum, kvinnum, old boys og monnum,
eru fýra leikarar, málverji íroknaður. Við
hinum liðunum leika fimm leikarar, málverji
íroknaður.
Loyvt er at hava ein skiftisleikara á hvørjum
liði. Liðini skulu hava egin nøvn, ella nevnast
eftir fótbóltsfeløgum.
Heiðursmerkir verða latin til nr. 1, 2 og 3 í
hvørjum aldursbólki.
Tilmelding kann gerast á tlf. 59 80 62 ella við
at senda teldupost til ebstreym@olivant.fo, í
seinasta lagi hósdagin 2. desember kl. 19.
Kostnaðurin er 250 krónur fyri hvørt liðið.
Innan dura kapping á Eiði
Aftur í ár verður skipað fyri innandura fótbóltskapping á Eiði. Kappingin
verður leygardagin 4. desember og sunnudagin 5. desember.
Bert 612 á Eiði
FÓLKATAL Hóast vinnuligt virksemi er á Eiði, er líkt til at fólk kortini
flyta av bygdini. Fólkatalið er tað lægsta síðani 1998.
MINKAR
Hóast Eiði er vøkur bygd, kann
hetta ikki forðað fólkatalinum
í at minka ár undan ári
Mynd: Jens Kristian Vang
Snorri Brend
Eiði: Tað vóru tær tíðir, tá nógv
sethús vórðu bygd í nýggja býling-
inum á Kolli.
Og hetta sást sum vera man
eisini aftur í fólkatalinum. Tá flest
fólk búðu í Eiðis bygd vóru tey 668
í tali.
Hetta var fyri sjey árum síðani,
men síðani er talið minkað ár
undan ári. Bara frá í fjør eru 23 fólk
færri á Eiði.
Nógvar orsøkir kunnu vera til
hetta: Fíggjarkreppan; færri ar-
beiðspláss í bygdini, og helst eisini,
at trupult hevur verið at fingið lán
til bygging av sethúsum í bygdini.
Sum víst á aðrastaðni í blaðnum
er bert eittans sethúsið í gerð á Eiði
í løtuni.
Í 1985 búðu 573 fólk á Eiði; 10 ár
seinni 575, og í 2005 660. Í dag eru
tey 612 í tali.
Hagtølini frá Hagstovuni vísa eis-
ini, at 59 børn eru undir skúla aldur.
59 undir
Tá vit fóru inn í nýggja árið vóru
tey 611 fólk á Eiði.
Hesar seinastu 11 mánaðirnar
hevur
fólkatalið
svingað
eitt
sindur.
Tað var lægst í mars mánaði, tá
tey einans vóru 605 fólk í bygdini.
Eins og so nógva aðrastaðni
flyta nógv fólk úr Føroyum í august
mánaði, tá miðnámsskúlar og hægri
útbúgvingar byrja.
Bara í august mánaði fluttu
sostatt sjey fólk av Eiði burtur í
onnur lond.
Annars kann staðfestast, at
higartil í ár eru tvey fólk deyð,
meðan fýra nýggir heimsborgarar
hava sæð dagsins ljós á fyrsta
sinni.
Hagtølini frá Hagstovuni vísa
haraftrat, at í august mánaði í
ár búðu eins nógv fólk her sum í
september mánaði í fjør.