mikudagur 24. november 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 24. november 2010 · Nr. 163
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Eiði: Tað er gott lag her við
stovuborðið á eldrasambýlinum í
bygdini.
Fyri løtu síðani settu nøkur
av børnunum í barnagarðinum
Korndalsgarði
kósina
teir
fáu
metrarnar niðan í Korndalsbýlið
til eina hugnaliga løtu.
Børnini setast so hugagóð at
gera okkurt prýði til jóla, meðan ein
av eldru íbúgvunum á sambýlinum
fær tvey fyri eitt: Hugnan saman
við teimum yngru og hárið gjørt.
Um eina løtu munnu fleiri av
teimum eldru fara at setast til
borðs, og kanska tey eisini taka eina
hond í, nú tað av álvara er farið at
stunda til jóla.
Sum skilst á lagnum vitja
børnini við ávísum millumbilum á
sambýlum. Og líkt er til, at tey øll
síggja fram til hesar løturnar.
Leggjast
kann
aftrat,
at
barnagarðurin varð tikin í nýtslu
í august mánaði 2008 og sambýlið
í september mánaði 1999.
Tvey
ættarlið
SAMSTARV Er tað nakað sum kann gleða
okkara gomlu, man vera tað at fáa vitjan
av børnum. Eitt slíkt samstarv er fingið
í lag millum tveir av stovnunum á Eiði.
TVEY FYRI EITT
Tað er nú ikki so galið, at kunnu fáa eina hugnaliga løtu saman við tí
uppvaksandi ættarliðinum, samstundis sum ein fær hárið sett upp
HUGNI
Hóast langt er millum aldurin,
tykjast tey øll at hugna sær
her í Korndalsbýlinum