Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. november 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. november 2010 · Nr. 163 18 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Eiði: Tað hoyrist ikki mannamál her í niðaru hæddini á sambýlinum. Ikki orsakað av gangi, men av friði. Einasta ljóðið sum soleiðis órógv ar fullkomna friðin er eitt út varps tól sum sjangrar inni í lítla, men hugna liga køkinum. Klokkan er farin av 10, og nú hoyrist brádliga, at tað er morgun­ lesturin í Kringvarpinum sum er á skránni. Inni í køkinum sita Kjartan og tveir aðrir mans við boygdum høvdi og samanløgdum hondum. Teir lurta við andakt eftir andaktini henda morgunin. Heri Tróndheim av Argjum les­ ur lesturin til dagin, sum Bergur Debes Joensen hevur skrivað. Væl verður lisið, og teir tríggir taka ímóti hvørjum orði. Við størstu virðing fyri hesum monnum og tí boðskapi sum so­ leiðis verður borin út í hvørja stovu og hvønn køk, mugu ørindini henda morgunin bíða til lesturin, bønin Faðirvár og seinasti sálmurin er sungin. – Jamen, góðan dag. Havnar­ menn her?, siga teir tríggir við ein munn. – Gott at síggja kend andlit her norðuri. Kjartan hevur havt ein lítlan steðg í máltíðini, men nú fær hann sær tann seinasta bitan, tømir koppin og ger seg til reiðar at fara inn á kamar sítt. – Ja, spyr nú bara. So skal eg royna at svara sum frægast. Inspirasjón av Himli Síðani Kjartan byrjaði at skriva sangir, hevur hann yrkt ein hóp av teimum. So seint sum týsdagin í farnu viku yrkti hann enn ein. – Ja, eg havi yrkt omanfyri 400 sangir, men eg minnist ikki reiðiliga hvør mín fyrsti sangur var, greiðir Kjartan frá. ­ Men eg byrjaði í øllum førum í 1995. Kjartan Stakksund hevur gjørt seg kendan sum ein avriksmiklan yrkjara, sum trúfast hevur sent nakrar av sangum sínum til før­ oysku bløðini. Hetta hevur hann serliga gjørt í sambandi við tær stóru kristnu hátíðirnar. Tá hevur hann altíð, við einum nýyrktum sangi og eini góðari andaligari hugleiðing mint fólk á, hvat er veruliga innihaldið í teirri hendingini, ið stendur fyri framman. Akkurát hví hann byrjaði at yrkja fyri 15 árum síðani og ikki fyrr, hevur hann einki svar uppá. Hann byrjaði bara. – Eg veit tað satt at siga ikki. Eg haldi, at inspirasjónin kom av Himli, sigur tann væl til árs komni eiðismaðurin. – Eg má bara taka tað, tá inspirasjónin kemur. Náttúran Sum trúgvandi maður hevur Kjart­ an stóran áhuga fyri teim kristnu viðurskiftunum og virðunum. Og hetta sæst eisini aftur í sálmaskatti hansara. – Eg havi fyri tað mesta skrivað sálmar. Og ofta fái eg inspirasjón úr náttúruni, greiðir hann frá. ­ Guds skaparverk er fantastiskt. Tað verður ein ongatíð liðugur at skriva um. Eins og hjá so mongum øðrum skaldum kann hann ikki siga, nær ið henda vælsignaða inspirasjónin kemur: Tað kann vera um dagin; tað kann vera á nátt; ja, hon kemur bara brádliga. – Men so má eg bara bíða við at skriva sangin, til eg komi á føtur ella fái tendrað fyri telduni. – Eg havi ikki skil fyri at skriva nøkur løg, so eg plagi bara at brúka løgini til kendar sálmar ­ sum til dømis “Nú hvítna tindar fjøllum á” og “Lít allar tínar leiðir”. Teir eru góðir at seta tekstir til, staðfestir Kjartan. Teldan Tann nýggja tøknin hevur gjørt tað munandi lættari hjá Kjartani at festa allar sangir sínar á blað. – Ja, nú er munur á, slær hann fast. – At byrja við hevði eg bert eina skrivimaskinu at skriva sang­ irnar á. – Men nú er teldan komin í húsið, og hon lættir sera nógv um hjá mær. Nú nerti eg ikki skrivimaskinuna, sigur hann brosandi. Enn eru eingin av sangum hans­ ara útgivnir í bók ella á fløgu. Men sum víst er á aðrastaðni á síðuni eru góð tíðindi at frætta í hesum sambandi. – Tað er bara fínasta slag. So kunnu fleiri fáa gleði av teimum. snorri@sosialurin.fo Eg byrjaði bara at skriva YRKJARI Hann var 65 ár, áðrenn hann skrivaði sín fyrsta sang. Síðani tá hevur hann latið omanfyri 400 sangir úr hondum. - Eg haldi eisini, at onkur er blivin vekk, sigur 80 ára gamli eiðismaðurin, Kjartan Stakksund. - Eg skrivaði mín fyrsta sang til eina konfirmasjón. Maðurin í miðjuni, Ovin Klein Olsen hevur skrivað løg til sangir hjá Kjartan Stakksund og Hjørleif Gaard. Teir eru nú útgivnir á fløgu, sum kemur út í hesi vikuni (Mynd: www.ovin-k-olsen.dk) TRIO Sangir á fløgu Í hesum døgum er vestmenningurin, Ovin Klein Olsen á konsertferð í Føroyum. Hetta er tó ikki ein vanlig konsert­ ferð, men í roynd og veru ein út­ gávu røð við nýggjari fløgu. Saman við Hjørleifi Gaard í Kollafirði, hava teir tríggir sett seg saman, og úrslitið er ein nýggj fløga við løgum eftir Ovin og tekstum eftir Kjartan og Hjørleif. – Eg haldi, at tað er eitt stórt undur at nakrir av mínum sangum soleiðis verða givnir út, kemur tað stillisliga frá Kjartani. Nú er teldan komin í húsið, og hon lættir sera nógv um hjá mær. Nú nerti eg ikki skrivimaskinuna Tað er morgunlesturin í Kring varpinum sum er á skránni. Inni í køkin um sita Kjartan og tveir aðrir mans við boygdum høvdi og saman­ løgdum hond um. Teir lurta við andakt eftir andaktini henda morgunin