mikudagur 24. november 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 24. november 2010 · Nr. 163
Sosialurin
Oyggjablaðið
Til minnis um
Dagin fyri at henda samrøðan varð
gjørd – týsdagin 16. november 2010 - fekk
Kjartan Stakksund íblástur til at skriva
enn ein sang.
Hesin sangurin er skrivaður um
jarðarferðir, og snýr seg um vónina, at
møtast aftur heima í Himli.
Sangurin verður prentaður í heilum
líki:
Lag: Góða mamma, eg vil sova
Ein dag aftur skulu møta,
teim, ið vit her skiltust frá;
o, tað verður sæl ein løta,
altíð verða Gudi hjá.
Øll sum her við sorg enn standa,
við so manga opna grøv;
tey sum frelst har skulu landa,
hinumegin deyðans høv.
Ein er sum her hevur gingið,
deyðans myrka dapra veg;
ævigt lív tú hevur fingið,
blóð hans rann her fyri teg.
Trýrt tú á tað frelsuverkið,
fyri teg á Golgata;
og at Jesus er hin sterki,
reis úr grøv. Halleluja.
Tað er blóðið, eina blóðið,
sum kann frelsa enn í dag;
hoyrir tú tað sæla ljóðið,
gerst tær sálin fró og glað.
Hevur tú her Jesus funnið,
eigur tú her sælan frið;
tí hans blóð, tað hevur runnið,
tú ert nú í frelsta lið.
TAÐ ANDALIGA
Seinastu 15 árini hevur Kjartan Stakksund
skrivað ein hóp av sangum við andaligum
innihaldi. - Summi løg eru lættari at skriva til
enn onnur, sigur 80 ára gamli eiðismaðurin
Mynd: Jens Kristian Vang