Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. november 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. november 2010 · Nr. 163 20 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Eiði: – Í dag høvdu vit 50 stampar við, greiðir skiparin frá. Hetta talið av stampum er vanliga tað, teir hava við sær, tá lagt verður frá landi. Sjáldan meiri enn tað. Línurnar eru heldur ikki so langar. Tær liggja vanliga millum 280 og 300 húkar í hvørjum stampi. Hóast línurnar ikki eru av teimum longstu, hevur tað ikki stór vegis ávirkan á fiskiskapin henda dagin. – Vit plaga at liggja um 100 pund uppá stampin. Og tað haldi eg eisini at vit gera í dag, sigur Sakaris. Sjálvur roknaði hann við, at teir høvdu fingið eini 6000 pund henda dagin. – Hetta er bara í ordan. Fýra støð Henda mikudagin í farnu viku kom Norðhavið at landi á Eiði. Men tað er ikki altíð at teir koma higar at landa. – Tað veldst alt um, hvussu veðurlíkindini eru. Vit eru tí eisini onkutíð vestan fyri og royna, greiðir Sakaris frá. Tað tók ikki langa tíð at landa Norðhavið. Fyri teimum á bryggjuni stóð ein stórur krana­ bilur frá Hans Egili Joensen og Synir, og tað var skjótt at tann dugnaligi kranførarin hevði fingið kassarnar við veiðuni uppá land, áðrenn trukkur koyrdi teir inn á virkið. Henda dagin var nógvur vind­ ur, og serliga í flógvanum var baldrut í sjónum. Nú fara teir at bíða eftir betri líkindum, áðrenn teir leggja aftur til havs. Umframt at leggja veiðuna upp á Eiði, leggja teir eisini at landi í Miðvági, Sørvági ella á teir fara inn á Toftir. Við teirri bøttu samferðsluni ber lættliga til at flyta manning, útgerð og reiðskap millum oyggjarnar. Teir hava onkutíð verið tveir mans umborð, men nú ið tað verður skjótari myrkt og dagurin tí styttri, er ein triði maður kom­ in við eisini. Henda túrin í farnu viku vóru, umframt Sakaris eisini Karl Martin og Jóhannes Zachariasen við. – Nei, tað er ov strævið bert at vera tveir mans umborð. Man fær næstan ikki eina einastu pausu tá. Nú er so stutt fráliðið í verandi fiskiári, men Sakaris letur ikki illa at gongdini higartil. – Jú, man fær eina mánaðarløn burturúr tí, um man hongur í, sigur hann. snorri@sosialurin.fo Man fær eina mánaðarløn burturúr tí, um man hongur í ÚTRÓÐUR Tað var einki serligt til veður í Eiðisflógvanum mikudagin í farnu viku, tá útróðrarbáturin Norðhavið kom at landi á Eiði. Men umborð riggaði alt sum tað skuldi. - Jú, tað var eitt sindur óslætt, men hann er góður í sjónum, sigur Sakaris Zachariasen, sum førir útróðrarbátin, saman við tveimum øðrum monnum. - Í dag kom hann til sín rætt. GÓÐUR Norðhavið er góður í sjónum, men mikudagin í farnu viku var veðrið so baldrut, at hann varð lagdur yvir í bátahylin á Eiði. Eftir loknan útróðrardag er tíð til myndatøku, áðrenn leiðin verður løgd til hús Mynd: Jens Kristian Vang 100 pund p