mikudagur 24. november 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. november 2010 · Nr. 163
22
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
Borgarstjórin í Eiðis kommunu,
Rólant Poulsen, dugir at taka til,
og tá vit hittu hann í telefonini
seint týskvøldið, helt hann fyri, at
størstu arbeiðsplássini á Eiði eru at
ansa børnum og gomlum.
– Tíverri, legði hann aftrat.
Men borgarstjórin kann sam
stundis fegnast um, at karmarnir
um vinnulív í kommununi eru góð
ir, eins og umstøðurnar hjá børn
um við nýggjum barnagarði, eldra
sambýli og góðum umstøðum við
skúla og ítróttarhøll eru teir bestu,
ið hugsast kunnu.
Lítið fiskaarbeiði
Rólant Poulsen harmast um, at
meiri virksemi ikki er á Norðís Sea
food, sum gjøgnum mong ár hevur
verið tað stóra arbeiðsplássið í
bygdini.
– Her hevur rættiliga lítið
arbeiði verið í longri tíð, men vit
kunnu bara vóna, at lív fer at koma
í aftur.
Borgarstjóranum kunnugt eru
arbeiðsfólkini á Norðís Seafood
framvegis í starvi og so leingi, tey
ikki eru uppsøgd, er vón um, at
meiri virksemi aftur verður á virk
inum.
– Vit hava eisini Bátafisk, har
ungir menn arbeiða akkord. Tað er
serliga útróðrarfiskur, sum verður
keyptur, men tá lítil útróðrarfiskur
er, verður viðhvørt annar fiskur
keyptur á uppboðssølu.
Sum skilst á borgarstjóranum,
verður útróðrarfiskur pakkaður
á Bátafisk, sum síðan verður út
fluttur feskur.
– Bátafisk virkar soleiðis sum
ein ventilur, ið kann verða við til at
uppihalda einum marknaðarprísi á
fiski í Føroyum.
Annað virksemi
Rólant Poulsen sigur, at á havna
lagnum er eisini virkið, sum
tekur ímóti fráfalli hjá laksa
kryvjivirkinum.
– Hetta er eitt virkið, sum laksa
framleiðarar eiga, og sum virkar
fráfall og deyðan alifisk til lýsi.
Hann sigur, at í minsta lagi eina
ferð um mánaðin kemur farmaskip
eftir lýsi, sum verður pumpað av
virkinum og í tangar umborð á
skipinum.
– Vanliga eru tað norsk skip, sum
koma eftir lýsinum, men onkuntíð
hevur onkur russari eisini verið á
Eiði. Hetta eru skip, sum liggja um
einar 100 metrar og taka eini 1000
1200 tons, leggur hann aftrat.
Rólant sigur, at slík aftur vend
andi vitjan gevur kommununi nak
að av inntøkum í vøru og havna
gjaldi.
Á havnalagnum á Eiði er eis
ini virkið, ið eitt nú virkar úr
skræðu, sum verður brúkt í heili
vágsídnaðinum.
– Vit vita ikki nógv um hetta
virksemi, men sum vit hava skilt,
er her talan um dýra framleiðslu,
sigur borgarstjórin.
Rólant Poulsen sigur, at eitt
annað virkið á Eiði, er virkið Tonito
sum ger brævbjálvar, og her eru eini
34 fólk til arbeiðis.
– Vit hava eisini nakrar hand
verks meistarar í kommununi, sum
arbeiða her í økinum, tá okkurt er
at gera, men sum annars arbeiða
aðrastaðni kring landið, tá virksemi
í økinum er minni.
Borgarstjórin heldur ikki, at
talan er um nakað serligt arbeiðs
loysi í Eiðis kommunu.
Øktar inntøkur
– Við hækkaða skattaprosentinum
á nýggjárinum í fjør eru skatta
inntøkurnar í ár øktar nakað. Í
løtuni er skuldin hjá kommununi
einar tvær miljónir krónur omanfyri
eina álíkning, men vit vóna, at hesi
viðurskifti koma upp á pláss aftur,
tá komandi ár er hálvrunnið.
Rólant Poulsen vísir á, at ein
álíkn ing liggur um slakar 19 miljónir
krónur, og skuldin í dag liggur beint
undir 21 miljónir krónur, harav
lang freistaða skuldin liggur um 12
miljónir krónur.
Borgarstjórin sigur, at tá Fe
Góðir karmar um
Eiðis kommunu
– Við hækkaða skattaprosentinum á nýggjárinum í fjør eru skattainntøkurnar í ár øktar nakað. Í løtuni er
skuldin hjá kommununi einar tvær miljónir krónur omanfyri eina álíkning, men vit vóna, at hesi viðurskifti
koma upp á pláss aftur, tá komandi ár er hálvrunnið, sigur borgarstjórin í Eiðis kommunu, Rólant Poulsen,
sum harmast um, at útbyggingar, ið kommunan er partur av, eru vorðnar nógv dýrari enn ætlað
– Vit hava góðar vónir um, at fíggjarliga rásarúmið hjá Eiðis kommunu skjótt verður nakað størri, sigur Rólant Poulsen, borgarstjóri í Eiðis kommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen