mikudagur 24. november 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 24. november 2010 · Nr. 163
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
Rólant Poulsen, sum í gjøgnum
mong ár sigldi sum línuskipari,
hevur sitið í Eiðis bygdaráð í til
samans 10 ár og hevur verið
borgarstjóri í kommununi síðan
seinasta kommunuval fyri tveim
um árum síðan.
Sjey bygdaráðslimir eru í Eiðis
kommunu, sum umframt Eiði
eisini fevnir um Ljósá og Svínáir.
– Tá eg gjørdist borgarstjóri,
vóru vit 696 fólk í kommununi. Við
árslok í fjør vóru vit 666, men nú
eru vit aftur uppi á umleið 675.
Borgarstjórin sigur, at við Ljósá
búgva eini 1520 fólk, meðan nøkur
fleiri búgva við Svínáir.
– Hini stívliga 600 búgva so her
á Eiði, leggur hann aftrat.
Gott grundarlag
Rólant Poulsen hevur áður sagt,
at fyrr hevði Eiði nógv skip, men
onga havn.
– Nú havn vit havn, men eingi
skip, legði hann aftrat.
Borgarstjórin vísir á, at tað var
tann tíð, tá nógv skip vóru heima
hoyrandi á Eiði, men nú er bara
Fugltúgvan eftir, sum er skrásett
í bygdini.
– Vit hava eitt gott havnalag.
Rammurnar eru í lagi, og vit vóna,
at tíðin fer at koma, tá meiri lív
kem ur í aftur. Hetta er einasta
fiski vinnuhavn
norðan
fyri
Streym in.
Rólant Poulsen sigur, at mið
skeiðis í áttatiárunum vóru fleiri
størri
línuskip
heimahoyrandi
á Eiði, eitt nú Thomas Nygaard,
Morgunstjørnan,
Morgunroðin,
Vað horn og Fugltúgvan.
– Størri útróðrarbátar vóru eitt
nú Norðsøki, Núgvunes og Frida,
leggur hann aftrat.
Tað er framvegis felagið Torva
nes, sum eigur Fugltúgvuna, men
eigarar av felagnum í dag eru í
fyrsta lagi Jóhan Páll Joensen og
Jóhan David Joensen, sum eisini
eru menninir aftanfyri Norðís
Sea food.
– Nú leggja nøkur smærri út
róðrarfør fiskin upp á
Eiði. Teir, sum eiga bátarnar
Gunnvá, Gortrúgvan og Líggjas,
hava verið óførir, men vit hava
eisini menn av Eiði og úr øðrum
bygdum, sum rógva út hiðani og
avreiða á Eiði, sigur hann.
Skipari í 32 ár
59 ára gamli Rólant Poulsen hevur
sjálvur verið til skips, síðan hann
var 14 ára gamal.
– Árið í ár er hitt fyrsta, har eg
ongan túr havi verið.
Í tíðini á sjónum hevur hann í
tilsamans 32 ár verið línuskipari.
– Eg førdi Morgunstjørnuna
gjøg num øll áttatiárini og aftur
árini 19922004. Í sjeytiárunum var
eg eisini leingi við Thomasi Ny
gaard, sum stýrimaður og viðhvørt
sum avloysari sum skipari, sigur
Rólant Poulsen.
vilmund@sosialurin.fo
Línuskipari stýrir
Eiðis kommunu
EIÐI – Vit hava eitt gott havnalag. Rammurnar eru í lagi, og vit vóna, at
tíðin fer at koma, tá meiri lív kemur í aftur. Hetta er einasta fiskivinnuhavn
norðanfyri Streymin, sigur Rólant Poulsen, borgarstjóri í Eiðis kommunu
Fugltúgvan er einasta línuskip,
sum nú er heimahoyrandi á Eiði.
Áður vóru skipini fleiri í tali
Mynd: Vilmund Jacobsen
Rólant Poulsen hevur verið borgarstjóri í
Eiðis kommunu seinastu tvey árini
lags skúlin á Oyrarbakka, sum
Eiðis kommuna er partur av, kost
aði 28 miljónir heldur enn 14 – og
útbyggingin av Røktarog Ellis
heiminum í Runavík, sum komm
unan eisini er partur av, kost aði
32 heldur enn 18 miljónir krónur,
er greitt, at fíggjarliga myndin
broytist.
– Men vit hava góðar vónir um,
at fíggjarliga rásarúmið hjá Eiðis
kommunu skjótt verður nak að
størri, en tað er í dag, sigur borgar
stjórin, Rólant Poulsen.
vilmund@sosialurin.fo
… eg
haldi ikki, at
talan er um
nakað serligt
arbeiðs
loysi í Eiðis
kommunu…
RÓLANT POULSEN