Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-24, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. november 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 24. november 2010 · Nr. 163 Sosialurin Oyggjablaðið Hjá Helfrid og Helga Snorri Brend Eiði: – Tað verður munur á, - at fara úr einum summarhúsum upp á 76 fermetrar til eini spild- urnýggj hús uppá 180 fermetrar, sigur 34 ára gamla kvinnan, ið er gift við Helga Stefán Ingi- bjørnsson úr Íslandi. Eins og so mong onnur ung hjún hava tey havt ein dreym um at kunna byggja síni egnu dreyma hús á Eiði. Hesin dreym- urin er nú við at gerast veruleiki yviri í Gjógv, sum tey staðkendu siga. Her hava í eini 50 ár staðið eini summarhús, men á sama øki verða nú bygd eini munandi størri og øðrvísi hús. Eitt eyð- kenni við húsunum er, at tað er formað sum bókstavurin H. – Vit hugsaðu einaferð fyri mongum árum síðani um, at húsini skuldu hava høga reising. Seinni broyttu vit hugsan, til heldur at byggja tey í einari hædd í hesum náttúruvakra øki- num. – Tekningina gjørdu vit í 2005, men veitst tú hvat? Tá teir fóru undir at byggja tann nýggja barnagarðin her á Eiði, gjørdist eg sera kløkk, tá eg sá, hvussu gekk við tí arbeiðinum. Tað vísti seg at barnagarðurin líktist rætti liga nógv okkara húsum, sigur Helfrid við einum brosi. Dreymurin um egnan bústað er nærri nú enn áður. Og leyg ar- dagin 6. november var dagurin komin, tá húsini vórðu reist. – Nú ræður bara um at fáa tey innilokað sum skjótast. Og so gleða vit okkum til komandi summar, tá vit ætla at flyta inn í tey. Drúgt og dýrt Helfrid er bæði fødd og upp vaks- in her á Eiði, men hevur kortini ikki altíð búð í heimbygdini. Á yngru døgum búði hon á so ymiskum støðum sum á Kambs- dali, í Íslandi, Onglandi og í Havn. Eftir at Helfrid fann íslendska mann sín, og tey vórðu gift í 1999, fluttu tey norður higar at búgva – fyrst til leigu, meðan tey bæði so smátt tosaðu um, hvussu tey skuldu innrætta seg í einum framtíðar bústaði. Síðani tá hava tey fingið trý børn saman. Tá tey hugdu rundan um seg í bygdini fullu eygu teirra á eini eldri hús - eini summarhús - sum tey vistu at onnur eisini áður høvdu havt áhuga fyri at keypa. Men eigarin hevði ikki áhuga í at selja. – Vit hildu bæði, at vit ynsktu at keypa tey, tí tey lógu so væl fyri í vøkrum umhvørvi. Og nú vísti tað seg brádliga, at maðurin vildi selja okkum húsini, stóra grundøkið rundan um, og nøkur gyllin í jørð. – Og tú kanst ikki ætla, hvussu glað vit vóru, tá vit fingu hesi boðini, sigur Helfrid við einum brosi. Í framtíðardreymum sínum hugsaðu tey bæði um at byggja hesi húsini út, soleiðis at ein fekk meiri pláss til eina familju við børnum. Tey funnu tó skjótt útav, at hetta fór at gerast ein bæði drúgv og kostnaðarmikil loysn. – Vit broyttu tí hugsan, og av- gjørdu at byggja okkara egnu hús ístaðin. Eg haldi, at tað var tann rætta loysnin. Stoypt og kloakk Sum hjá so mongum øðrum ungum hjúnum vóru nógv ynski, ið skuldi fáast at hóska saman til teirra dreymahús. Fyri at fáa greiðu á øllum hesum, og fyri at fáa byggiloyvi, mátti bæði umsókn og tekning sendast komm ununi. – Ja, vit sendu so eina umsókn til kommununa, har vit ikki bert høvdu teknað húsini, men eisini ein urtagarð við buskum og øllum tí, ið kravdist til eini slík vøkur og hugnalig hús, sigur Helfrid við einum brosi. Tey fingu góða hjálp til at tekna húsini frá íslendska ver- faðir hennara, sum veruliga dugdi sítt fak. Tíverri fyri tey øll sleppur hann ikki at síggja tað lidna úrslitið, tí hann andaðist nevniliga í farna mánaði. Tekningin var av einum H-for maðum húsum við øllum tí, ið hoyrir til eini nútíðar hús, millum annað køki, fýra kømrum, trimum wc, einum boblibaði og annars stórum stovuvindeygum við einum frálíkum útsýni til bygd ina, vatnið og Hólman. Ein annar týdningarmikil lut- ur í byggingini var bjálvingin, har dentur varð lagdur á, at tey skuldu bjálvast við tí nýggjasta og tí besta. Og so løgdu tey eisini stóran dent á, at tey skuldu sjálvi gera sum mest av arbeiðinum. Helgi er útbúgvin maskin- smið ur og er fittur í hondunum; pápa beiggi Helfrid er timbur- maður og onnur hava luttikið í arbeiðinum. – Her hava øll tikið lut, eisini eg. Ja, eg havi sjálv verið við til tað mesta í arbeiðinum. Saman við millum øðrum pápa mínum havi eg bæði stoypt, lagt kloakk og nógv annað. – Eg havi ikki hildið meg aftur, tí hetta skal jú gerast til okkara heim, slær Helfrid fast. snorri@sosialurin.fo SETHÚS – Ja, tað hevur tikið sína tíð at fáa hesi sethúsini liðug. Tað hava verið ávísir trupulleikar á vegnum, men nú síggja vit fram til at flyta inn í tey komandi summar, sigur Helfrid Poulsen av Eiði. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og starvast sum dagligur leiðari á Korndalsbýlinum í heimbygd hennara. ➜ Her hava øll tikið lut, eisini eg. Ja, eg havi sjálv verið við til tað mesta í arbeiðinum. Saman við millum øðrum pápa mínum havi eg bæði stoypt, lagt kloakk og nógv annað