mikudagur 24. november 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
29
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Mikudagur 24. nov. 2010 · Nr. 163
tá ið teir fóru at draga, brendi hann
á av útsynningi. Báturin fór runt av
eini hvirlu. Tríggir menn umkomust.
Millum hesar var Símun og 14 ára
gamli sonurin Joen Fredrik. Jakku
var við sama báti, men slapp á kjøl
saman við beiggja sínum Dávur.
Jóin var har í húsinum eini tvey
ár, áðrenn tey giftust í 1913. Hann
var tá 21 ár, og hon var 31.
Jú, Jóin dámdi sera væl at vera
í Føroyum líka frá fyrsta degi,
hann kom higar. Tað var skjótt, at
hann tosaði fullkomiligt føroyskt.
Ja, hann gloymdi so at siga tað
íslendska. Hann dugdi bert onkur
íslendsk orð, tá ið hann fór til
Íslands at fiska, men hann kom
skjótt eftir tí. Men hann dugdi kort
ini ikki betur íslendskt enn aðrir
føroyingar, sum komu til Íslands.
Jú, hansara føðiland gjørdist
Føroyar, og hann kendi seg full
komiliga sum ein føroying. Hetta
mundi hann takka manninum við
tí síða skegginum fyri, hann sum
var so góður við børn, ein sannur
barnavinur.
Gud forláti mær. Tað var ikki lætt
hjá foreldrunum at lata Jóin frá sær.
Men hungur er eitt beiskt svørð.
Tey búðu á einum neystalofti.
Sá ikki foreldrini aftur
Jóin var elstur av fleiri systkin. Tey
vóru ikki øll fødd, tá ið Jóin kom til
Føroya.
Geila Jóannes kendi tey væl.
Hann var altíð inni hjá teimum, tá ið
teir vóru í Íslandi. Tað var akkurát
sum at vera heima inni hjá teimum.
Ein dóttir kallaðist Alfrida. Hon átti
einki barn. Dagmar átti heldur einki
barn. Alfons var ógiftur. Kanska
var Engelbreth giftur. Hann var í
hvussu er trúlovaður, tá ið Jóannes
kendi hann. Torbjørg var gift. Tey
búðu í Vestmannaoyggjunum, men
hon flutti til Reykjavíkar tá hon
fór frá manninum, sum var dani.
Hon giftist upp aftur við einum
íslendingi.
Jóin sá hvørki pápan ella
mammuna aftur. Mamman hevði
ynskt at síggja Jóin aftur, áðrenn
hon doyði. Hon hevði sent boð
um hetta við einum føroyskum
skipi. Eina ferð vóru teir noyddir at
liggja beint uttanfyri, har mamma
hansara búði. Men hendan dagin
viðraði so illa, at tað lat seg ikki gera
at fara í land. Tá var pápin deyður.
Gjørdist góður skipari
Beiggjar hjá Jóin komu higar. Alfons
var her á Húsum ein heilan vetur.
Hann gjørdi eisini nyttu fyri seg,
gjørdi veg og hampaði um húsini.
Jóin tók skiparaprógv, og hann
kom longu at føra skip 21 ára gamal.
Hann var ein arbeiðandi og dugandi
maður.
Jóin flutti av Húsum til Klaks
víkar í 1928 ella 1929. Hann átti hús
norðuri á Stongunum.
Jóannes hevði sett nakað av
peningi í, tá ið Jóin keypti Sigurfari,
einar kr. 3.000, sum var nógvur
peningur tá. Skipið kostaði kr.
13.000. Hetta var í 1926. Jóin rindaði
hetta aftur við at lata Jóannes hús
síni á Húsum.
Jóin keypti so motorbátin »Kun
oynna«, tá ið hann kom til Klaks
víkar. Hann førdi »Albert Victor« í
1917, og í 1918 var hann bestimaður
við honum. Hann førdi »Living
stone« í 1919 og 1920, og hetta seinna
árið var Jóannes við honum.
Jóin førdi skip í 1922/23 og í
1924 førdi hann »Zion«. Í 1925 førdi
hann »Sigurfari,« í 1926 førdi hann
»Titanic«. Í 1927 keypti Jóin Sigurfari,
sum i 1929/30 fekk motor.
Í 1933/34 kom Jóin sjúkur aftur
úr Íslandi. Hann fór niður men kom
aftur ólekiliga sjúkur. Jóin doyði í
november 1934, bert 41 ára gamal.
Børnini
Jóin og Jóhanna Sofíu fingu sjey
børn:
1. Joen Sofus Fr. Sigurðsson.
Giftist við Kathrinu Mariu S. Matras
úr Klaksvík. Tey fingu sjey børn.
Hann var formaður á útróðrarbáti
og var ein fiskiklógv.
2. Sigurð Herluf Sigurðsson f.
1915. Giftist við Matgrethe Solvej
Poulsen av Eiði. Tey fingu átta børn.
Sigurð var formaður á útróðrar
bátinum Brandi, sum hann átti
saman við beiggjanum Haldór.
3. Alexander Frits Sigurdsson
f. 1916. Giftist við Onnu Petrinu
Hansen úr Sørvági. Kendur sum
skipari á Karin K, farmaskipinum
hjá Kjølbro.
4. Olaf Sigurdsson f. 1919, giftur
í 1941 við Jacobinu Mellemgaard.
Tey ættleiddu eitt barn. Hann sigldi
nógv við trolara.
5. Haldór Imsland Sigurðsson f.
1920. Giftur við Onnu Sofíu Gásadal.
Fingu trý børn. Sigldi eisini við
trolara.
6. Ingolfur Fritjof Sigurdsson
f. 1921. Giftur við Hansinu Joensen
úr Fuglafirði. Var smiðjumeistari á
Stórubeding í Klaksvík. Tey fingu 5
børn.
7. Karen Lydia Sigurðsson f.
1926. Gift við Leivi Jensen, hjá Gøtu
Pola. Tey fingu fýra børn. Lydia er
einasta av systkjunum á lívi.
Sum tað sæst er nógv ætt í Føroyum
eftir Jóin. Hon hevur eisini verið við
til at menna føroyska samfelagið.
Sum eitt dømi av mongum, kann
nevnast, at ein abbasonur er Terji
Sigurðsson, júst nú semingsmaður
á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Ein annar royndur semingsmaður
er
eisini
Alfred
Petersen,
langabbasonur Jóin. Ein beiggi
Terja var Tórleif, kendur formaður
í fótbóltssambandinum.
Men fyrst og fremst er hetta
ein søga um, hvussu fólk komu
hvørjum øðrum við, og hvussu
stórt hjartalagið var, at tey uttan at
himprast kundu taka sær av einum
fremmandum barni fyri at geva tí
eitt betri lív.
Jóin vaks upp saman við Geila Jóannes. Her sæst Jóannes og konan Frida.
Tað er fyrst og fremst Jóannes fyri at takka, at henda søgan kann skrivast
Jakku og Anna Malena saman við synum sonin Jóannes.
F.v. Jákup Monrad, Andrass og Símun Dávur
Henda myndin av Húsum er frá umleið 1900. Jóin kom í næstuttasta húsið frá vinstru til
foreldrini hjá Jakku, og fór til uttasta hús til høgru hjá Jakku og Onnu Malenu
Jóin og Johanna Sofía
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt
frá tveimum dramatiskum
lagnum undir seinna heims
bardaga, nevniliga Arna
Petur og Johannes Nicolajsen