Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-24, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. november 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 28 Miðvikan Mikudagur 24. nov. 2010 · Nr. 163 T að áhugaverda við at skriva søgu er, at ofta hevur ein søga eina aðra við sær. Hetta hevur ikki minst verið galdandi fyri tær ferðir, sum Smyril Line hevur skipað fyri til Íslands í fótasporunum hjá føroyskum fiskimonnum, har eg havi fingið tann heiður at vera við. Á ferðini í vár kom fram, at føroy­ ingar á mangan hátt við fiskiskapi vóru betur fyri enn íslendingar. Hetta merkti eisini, at liviumstøð­ urnar í Føroyum vóru betri enn í Íslandi. Hetta førdi við sær, at tað vóru íslendsk børn, sum komu til Føroyar at vaksa upp, tí foreldrini hildu, at hetta var tað besta fyri barnið. Summi av hesum børnum fóru yvir til Íslands aftur, meðan onnur vórðu verandi. Henda frásøgnin er frá Geila Jakku á Húsum, sum var nógv ár til lands í Íslandi. Tað er so heppið, at tað finst nógv tilfar frá honum. Abbasynir hansara hava nevniliga verið so framskygdir at lata pápa teirra Geila Jóannes f. 1903 greiða frá søguni hjá pápa sínum inn á band. Jóannes hevði eitt gott minni og var ein framúr frásøgumaður. Synirnir Andrass og Sólmundur hava skrivað av, og tískil finst her hópur av tilfari um hendan partin av okkara søgu. Millum annað er tað søgan um Jóin á Húsum. Ísárið Jakku var føddur í 1871. Hann róði nógv út á Skálum á Langanesi, sum vit høvdu frásøgn um í Miðvikuni frá ferðini við Norrønu í vár. Jóannes greiddi millum annað soleiðis frá frá pápa sínum: Eitt árið, teir vóru har yviri, varð kallað tað ringa ísárið. Hetta var fyrst í 90­unum ella seinast í 80­unum. Geila Jakku segði, at tá ið teir komu yvir móti Skrúðuni út fyri Vattarnes sluppu teir ikki longur fyri ísi, alt var blokerað. Tá ið teir komu inn fyri Vattarnes, var einki sprek heilt umborð, ja, sjálvt flaggstongina tóku teir niður at brúka at stinga út frá við fyri at halda skipinum so nøkulunda frítt frá ísinum. Hetta skipið kann hava verið »Vaagen«, sum føroyskir útróðrarmenn vanliga ferðaðust til og úr Íslandi við hesa tíðina. Teir lógu stillir og drivu við ísinum og fingu als ikki brúkt skrúv­ una. Jakku helt, at stýrimaðurin var ein óføra fimur og fermur maður. Hann fór nevniliga niður á ísin við einum weirenda, sum hann hevði smoygt eitt varp uppí. Hann gekk við varpinum nakað frá skipinum og høgdi tað í ísin. Á henda hátt fingu teir drigið skipið so líðandi framyvir. Stýrimaðurin setti eisini varpið í rivur í ísin. Tá vísti tað seg, at tað var eitt sindur av sjógvi innanfyri. Skipið varð soleiðis hálað fram við hjálp av spælinum. Jóin Geila Jakku hevði í 1898/99 aftur við sær úr Íslandi ein smádrong, Jóin, sum hann aldi upp á Húsum. Drongurin kom at verða kendur sum Jóin á Húsum. Faðir hansara Sigurd, sum var bátasmiður, var ættaður úr Vestmannaoyggjum, meðan mamman Halldóra var úr Mýrdalsvík á Suðurlandinum. Í Íslandi búði bátsmanningin hjá Jakku hurð um hurð við foreldrini hjá Jóin, sum vóru komin til Skálar úr Vestmannaoyggjunum at arbeiða. Har var bert eitt bróst ímillum, so tað hoyrdist væl ímillum. Líka frá fyrsta degi á Skálum gekk tann 7 ára gamli Jóin altíð í hølunum á Geila Jakku, og Jóin vildi so sleppa heim til Føroyar við honum. Mamma Jóin var so smátt byrjað at tosa við Jakku um at hava Jóin heim við sær til Føroya. Tey høvdu so nógv børn. Húsarúmdin var lítil, og tey livdu undir sera smáligum korum. Tað vildi verið ein lætti hjá teimum, um Jakku vildi taka hendan smádrongin við sær. Eitt kvøldið, hann er farin til hvíldar, nú hoyrir Jakku, at tey bæði hjúnini liggja og práta saman um Jóin, og hann hoyrir konuna siga: »Hevur tú spurt ella tosað við Jakku um at hava Jóin heim við sær.« »Nei,« sigur Sigurð, »men hevði eg fingið ein hálvpelafløsku av brennivíni, so skal eg biðja hann hava dreingin heim við sær.« Hetta vísti, at hann saknaði mót til at spyrja Jakku um hetta. »Ja, tað skal tú fáa,« sigur Halldóra við Sigurð. Jóannes helt tó, at hesin dropin av brennivíni, heldur skuldi nýtast til at sýna blíðskap. Kvøldið fyri, sum teir skuldu fara heim til Føroya, var Jakku boðin inn til teirra, og tað verður borðreitt fyri honum. Tá kemur pápin við eini hálvpelafløsku og skeinkir eitt fullrokað steyp til hansara. Blíðskapurin var óføra góður og stemningurin góður. Har var sanniliga alt, sum hugsast kundi, sett á borðið fyri Jakku. Tungu­ bandið loysnaði. Soleiðis sótu tey hetta kvøldið og hugnaðu sær saman og prátaðu um alt millum himmal og jørð. Ein sannur vinskap­ ur varð knýttur teirra millum hetta kvøldið. Sum tey so sita og práta fellur prátið á Jóin, ið so gjarna vildi sleppa við Jakku heim til Føroya. Jakku varð so spurdur, um hann ikki vildi hava hendan drongin heim við sær, nú hann fór heim. Jakku hevði jú altíð verið so góður við hann. Jakku segði, at nú var tað blivið so seint hetta kvøldið, so hann fekk ikki givið boð heim til Føroya. Hann var enn ógiftur og búði inni hjá foreldrunum. Eingi hús hevði hann bygt enn, so tað komu at blíva foreldrini, sum máttu passa drongin. Tá sigur Haldóra við Sigurð: »Ja, eg havi altíð sagt tað við teg, tú skuldi havt sagt tað fyrr við Jakku at hava drongin heim við sær, nú er tað ov seint.« Tá ið Jakku sá, hvussu hetta nívdi tey, tekur hann seg um skeggið. So letur í honum, so sáttligur hann var: »Jú menn, hetta skulu tit ikki taka so tungt, eg skal nokk taka drongin heim við mær til Føroyar.« Jakku roknaði við, at foreldur hansara høvdu sanniliga ikki nakað ímóti, at hann tók drongin við sær at fostra upp í Føroyum. Hetta skuldi hann nokk taka uppá seg. Her skal skjótast inn, at almenna íslendska søgan um Skálar byrjaði í 1910. Henda frásøgnin bendir á, at tann føroyska byrjar fyrr. Gjørdist føroyingur burturav Ja, so varð, sum hann hevði játtað. Jakku tók Jóin heim við sær. Hann kom at búgva hjá foreldrunum hjá Jakku í Niðari Lon á Húsum, til Jakku og Anna Malena giftust tvey ár seinni og búsettust í teirra nýggju húsum norðuri á Geilajørð. Jóin gekk í Húsa skúla, og hann varð roknaður at vera ein fosturbeiggi í húsinum. Tey fingu fyrsta barnið longu í 1901. Foreldrini hjá Jakku vóru Ellen Sofie Davidsdatter, systir tann væl kenda Jørgen av Nesi, og Joen Magnus Joensen, sum var av Húsum. Tey vóru um 65 ár, tá ið tey frá degi til dags fáa hendan fostursonin! Tá ið Jóin var 15­16 ára gamal, plagdi hann at vera hjá Ginu Norður í Húsi, systkinabarn Jakku, um vetrarnar. Hon var ógift. Jóin varð trúlovaður við Jóhannu Sofíu, sum var dóttir Símun í Suðurstovu, sum gekk burtur norðuri á Leitinum 14. desember 1900. Hendan dagin vóru fimm húsamenn farnir við línu í fjørðinum, tætt norðanfyri bygdina. Veðrið var gott um morgunin, men Jóin á Húsum: Foreldrini vistu sær ikki betri ráð enn at senda drongin til Føroyar Tað nógva sambandið millum Føroyar og Ísland merkti eisini, at íslendsk foreldur lótu síni børn fara til Føroya at verða fostrað upp. Eitt dømi um hetta er Johann Olaf Sigurdsson, vanliga kallaður Jóin á Húsum. Vit lýsa hansara áhugaverdu søgu Húsamenn á Skálum. Aftast stendur Sivar Højgaard. Sitandi eru frá vinstru Ólavur Johannesen, Geila Jakku og Dánjal Hansen