mikudagur 24. november 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 24. november 2010 · Nr. 163
Sosialurin
Kjak
Føroyska skuldin
er lág sammet
við onnur lond
Sambært Búskaparráðnum
verður
bruttoskuldin
hjá
landskassanum
mett
at
vera 40,2% av bruttotjóðar
úrtøkuni (BTÚ) fyri 2010.
Hendan
skuldin
hækkar
væntandi í 47,9% í 2013
fyri síðani at lækka aftur.
Kommunala skuldin er ikki
við í tølunum hjá Búskapar
ráðnum, men almenna fak
felagssamstarvið metir, at
íroknað kommunalu skuldina,
liggur skuldarlutfallið kortini
niðanfyri 50% av BTÚ.
Sammeta vit okkara skuld
arlutfall við onnur lond sæst,
at allarflestu londini í Evropa
í 2010 hava eina skuld hægri
enn okkara. Í evropiskum
høpi liggur Føroyar sostatt
í
rætta
endanun
hvat
almennari skuld viðvíkur. Før
oyski búskapurin sveiggjar
tó meira enn flestu evropisku
búskapirnir. Tí skal almenna
føroyska skuldin helst eisini
verða lægri enn skuldin
hjá
øðrum
framkomnum
evropiskum londum.
Hvørja skuld megnar
Føroyar at bera?
At onnur lond hava eina
størri skuld enn Føroyar, er
sjálvandi eingin grundgeving
fyri, at vit ikki skulu ansa
eftir skuldini. Heldur tvørtur
ímóti, men málið hjá einum
landi má vera at hava ta
røttu skuldina og at nýta
skuld sum fíggjarpolitiskt
stýringsamboð. Tað er ikki
ein gongd leið at óttast
almennari skuld.
Farnu árini, tá skuldar
støðan hevur verið umrødd,
hevur einans ein svørt/
hvít mynd verið málað, og
fleiri av okkara fíggjarmála
ráðharrum hava seinastu
valseturnar
gjørt
grund
leggjandi feilin at sammeta
landsbúskapin við eitt húsar
hald. Umrøtt er ongantíð,
hvørja skuld føroyski búskap
urin megnar at bera og júst
í hesum døgum er hetta alt
umráðandi.
Professari frá Handils
háskúlanum í Keypmanna
havn vísur á, at tað er ikki
fyrr enn at almenna skuldin
hækkar upp um 8090%
av BTÚ, at støðan gerast
hattislig, og at skuldin fær
neiliga ávirkan á búskapar
vøksturin. Hetta er ein greið
ábending um, at almenna
føroyska skuldin helst ikki er
ein hóttan sum er. Hinvegin
er tað ein hóttan um hallið
og harvið skuldin í ov stóran
mun verður skerd júst nú.
Fortreytin fyri
framgongd er, at ikki
verður spart júst nú
Landsbankin og Búskapar
ráðið vísa í nýggjastu frágreið
ingum teirra á, at búskapurin
er um at fara frá afturgongd
til framgongd. Landsbankin
sigur beinleiðis, at ábend
ingar eru um, at føroyski
búskapurin er við at venda
í 2010 frá niðurgongd til upp
gongd. Tey siga eisini, at undir
ávísum fortreytum, er eisini
útlit fyri búskaparvøkstri í
2011 og nøkur ár aftaná. Tað
er týdningarmikið at Lands
bankin
leggur
aftrat,
at
óvissan um fortreytirnar [fyri
búskaparvøkstrinum] hevur
sín uppruna í bæði føroyska
og altjóða búskapinum. Óvissa
er m.a. um, hvussu stórar íløg
ur fyritøkur velja at gera, og
hvussu húsarhald velja millum
nýtslu og uppsparing.
Sparingarnar, sum eru
fráboðaðar í fíggjarlógarupp
skotinum 2011, fyri at fáa
landskassahallið
burtur,
kunnu vera neistin á bálið,
sum kann fáa óvissuna at
gerast veruleiki, soleiðis at
hesar sparingar beinleiðis
vera atvoldin til, at bú
skaparmetingin hjá Lands
bankanum ikki heldur og at
vit ikki fáa búskaparvøkstur
í 2010, 2011 og nøkur ár aftaná.
Tí er tað skilaleyst at fremja
hesar sparingar júst nú.
Fíggjarpolitikkur má vera
útjavnandi – ikki øvut
Tað er eitt greitt undantak
seinnu árini, at føroyskur
fíggjarpolitikkur
hevur
verið konjunkturútjavnandi.
Hetta eigur fíggjarpolitikkur
at vera. Tá búskapurin er
ovurhitaður, skal tálmast og
tá búskapurin kølnar, skal
stimbrast. Hetta er einføld
búskaparteori,
sum
flest
okkara kenna. Fíggjarlógar
uppskotið 2011 gongur júst
ímóti
hesi
búskaparligu
meginreglu og vil køla ein
frammanundan kaldan bú
skap. Hetta kann gerast ein
vanlagna fyri land og fólk
okkara.
Fyri ikki at taka skeivar
og skaðiligar búskaparligar
avgerðir er neyðugt at finna
út av, hvussu stóra skuld
landskassin megnar at bera.
Hetta er umráðandi, tí harvið
fáa vit eisini at vita, hvørji
hall landið kann tola næstu
árini. Úrslitið av hesum kann
væl vísa, at tørvur er ikki á at
tátta í júst nú, men heldur at
økja skuldina nakað fyri at
stimbra føroyska búskapin.
Frá politiskari síðu skal og
má gerast alt fyri, at spírandi
búskaparframgongdin nørist
og veruliga kemur seg. Tá
verulig gongd er komin í,
er rætta løtan at tosa um
burturbeining av halli og
niðurgjalding av skuld – ikki
nú. Hinvegin kann væntaða
búskaparframgongdin, um
hendan ikki verður tálmað,
júst syrgja fyri, at skuldin av
sær sjálvum lækkar, orsaka av
einum rakstraryvirskoti, sum
vanliga er í kjalarvørrinum av
einari búskaparframgongd.
Avleiðingarnar av
sparingum kunnu gera
óbøtiligan skaða
Ætlaðu skerjingarnar, øktu
avgjøldini og eyka skattirnir
leggja stein oman á byrðu
hjá flestu føroyingum. Nú
arbeiðsloysið er høgt søguliga
sæð, kunnu ætlanirnar frá
politiskari síðu verða dropin,
sum fær bikarið at flóta yvir.
Ein avleiðing kann gerast ein
netto flyting av landinum og
tað er tað ringasta, sum kann
henda. Tað er júst í verandi
støðu, at landskassin, skal
koma meiniga føroyinginum
til hjálpar – ikki umvent
og tryggja, at liviligt er og
at umstøðurnar eru góðar,
soleiðis at meinigi føroying
urin, sum frálíður kann kasta
sín lut aftur í landskassan.
Hetta hevði verið ein sonn
vinnvinn støða.
Boðini
til
landsins
myndugleikar er tí: “Gerið
ikki búskaparstøðuna verri,
enn neyðugt er”!
Havnar Arbeiðskvinnu
felag, Vigdis Johannesen,
forkvinna
Felagið Føroyskir sjúkra
røktarfrøðingar, Vár í
Gong, forkvinna
Føroya Lærarafelag,
Herálvur Jacobsen,
formaður
Starvsmannafelagið, Selma
Ellingsgaard, forkvinna
Føroya Pedagogfelag,
Maud W. Hansen, forkvinna
Gerið ikki búskaparstøðuna
verri, enn neyðugt er!
Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2011 ber boð um politiskan vilja, at fremja stórar
sparingar í føroyska samfelagnum og at áleggja borgarum eyka avgjøld
og øktar skattir. Stundum er skilagott at fremja sparingar, men einhvør
politikari eigur at vita, at ein samfelagsbúskapur er ikki eins og eitt húsar
hald. Uppgávan hjá teimum sum reka samfelagið er tí at tillaga hallið
neyvt til búskaparstøðuna og harvið hava tamarhald á skuldini. Uppgávan
er ikki at niðurgjalda skuld fyri einhvønn prís. Koyra samfelagshjólini
spakuliga eins og í løtuni, stríður tað móti allari búskaparvitan at lækka
hallið. Almenna føroyska skuldin er á lágum stigi og sparingar nú, kunnu
skapa eina kreppu, og harvið gera búskaparstøðuna verri, enn neyðugt er
Fakfelgassamstarvið um
boðandi meginpartin av
alment settu løntakarnum,
er ímóti, at barsilsgjaldið
verður hækkað. Fakfelags
samstarvið hevur verið á
fundi við Vinnunevndina og
legði har okkara sjónarmið
fram. Vit taka undir við
teim grundgevingum, sum
Vinnuhúsið og onnur fak
feløg alment hava borið
fram og meta ikki at løn
takarin skal gjalda meira
til barsilsskipanina, nú eitt
staðfest hall er í skipanini.
Hetta grundgeva vit við,
at tá yvirskot hevur verið
í barsilsskipanini hevur
landskassin fingið avlopið,
tí eigur landskassin eisini at
taka á seg eitt møguligt hall.
Fakfelagssamstarvið vísir
somuleiðis á týdningin av, at
ein arbeiðsmakrnaðardepil
verður settur á stovn og at
øll viðurskifti sum hoyra
einum slíkum depli til fram
yvir verða umsitin av arbei
ðsmarknaðarpørtunum.
Fakfelagssamstarvið
Yvirlýsing
Borgarstjórin í Tórshavn sær trøll á alljósum degi, tá ið
hann í viðmerking fríggjadagin rør fram undir, at nýggja
røktarheimið á Boðanesi fer at standa tømt, tá ið tað er
liðugt bygt í 2012.
Hetta er sjálvandi møsn og reinur spuni frá Heðini. Tí
sjálvandi ferð landið at bera raksturin. Samgongan hevur
ikki sett 100 mió. krónur av til nýggj røktarheim fyri síðani
at renna undan ábyrgd.
Slíkir pástandi elva bert til óneyðugt órógv og ótta hjá
teimum borgarum, sum í dag bíða spent til pláss verður á
nýggja røktarheiminum. Hví taka gleðina frá teimum?
Suðurstreymur er tað økið í landinum, har nógv
størsti tørvur er á røktarheimsplássum, so nýggja heimið
á Boðanesi kemur sera væl við og eg skal endurtaka
fyri borgarstjóranum, at eg fegnist um, at Tórshavnar
kommuna hevur gjørt hesa raðfesting.
Bygg bara,
Heðin! Eg skal
nokk fíggja
raksturin
Rósa Samuelsen
landsstýriskvinna í
almannamálum