Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. november 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 26. november 2010 · Nr. 164 Sosialurin Ráðgevar til Vinnudeildina Les meira á www.banknordik.fo/starv Vinnudeildin ráðgevur bankans vinnu­ kundum í fíggjarligum viðurskiftum. Okkara ráðgevar hava verið við í bæði viðgongd og mótgongd, og teir kenna føroyskt vinnulív væl. Nú vilja vit styrkja deildina við tveimum dugnaligum og framsøknum ráðgevum afturat. Vinnudeildin heldur til í høvuðssætinum í Húsagøtu í Tórshavn. Ráðgevi Sum ráðgevi kemur tú at arbeiða við teimum vinnukundunum, sum hava rakstrarligar avbjóðingar og tí hava tørv á at fáa sítt virksemi umskipað. Tú hevur hægri útbúgving, sum til dømis cand.merc.jur, cand.merc.aud, HD(R) ella aðra viðkomandi útbúgving ella royndir. Tú megnar at greina roknskapir og hevur skil fyri og royndir frá virkisleiðslu. Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst. Umsóknarfreist er 6. desember 2010. Vinnukundaráðgevi Sum vinnukundaráðgevi kemur tú eitt nú at arbeiða við virknari kundarøkt og fíggjarráðgeving í samstarvi við vinnu­ kundar allastaðni í Føroyum. Tú hevur peningastovnsútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving. Tú dugir at síggja møguleikar og hevur hevur góð samstarvsevnir. Tú ert fyrikomandi og ágrýtin. Umsóknarfreist er 6. desember 2010.