fríggjadagur 26. november 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 164 · 26. november 2010
5
VIKUSKIFTI
IntervIew
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hann er landskendur sum sangskrivari
og tónleikari. Hevur givið føroyingum
perlur sum Morgun og Ró umframt
eina rúgvu av kendum sangum. Hann
hevur eisini stríðst við drykkjuskap og
krabbamein, men nú hann stendur fyri
lívsins heysti, hevur hann ongantíð
havt tað betur enn tað sama.
Vit hava hitt Martin Joensen,
sum í hesum døgum er aktuellur við
nýggjari fløgu.
Tú kallar nýggju fløguna
hjá tær Kvøld. Hví?
- Fyrsta útgávan hjá mær kallaðist
Morgun, so tað var næstan mest
sum ov upplagt at kalla hesa fløguna
Kvøld. Men tá eg fór at lesa tekstirnar
á út gávuni ígjøgnum, sá eg, at kvøld
er við í næstan øllum sangunum,
uttan at tað var tilvitað, tá eg skrivaði
sang irnar. Eg eri 57 ára gamal, og mín
lívsleið er byrjað at kvølda. Í mínum
lívi er stemningurin eitt sindur – utt-
an at tað skal ljóða so dramatiskt - at
eg taki saman um mítt lív. Hvar eri
eg? Hvat er komið burturúr? Og ikki
minst hvar fari eg?
Hvussu hevur tú tað so, nú
tað kvøldar í tínum lívi?
- Eg havi ongantíð havt tað so gott,
sum eg havi tað nú. Eg havi eina
fantastiska familju, og umstøðurnar
rundan um meg eru góðar. Eg eri
har, sum eg vónaði, eg fór at verða.
Tónleikaliga havi eg ongar dreymar
um at blíva ein stjørna, men eri glað-
ur fyri, at fólk lurta eftir mínum
tón leiki. Men eg eri glaðast fyri, at
eg havi funnið frið í mínum lívi. Eg
havi staðið á eggini og hugt út av.
Kjansirnir hjá mær fyri at yvirliva,
tá krabbameinið breiddi seg til livrina,
mundu verða rættiliga smáir, men
nú eri eg frískur, og eg ræðist ikki
deyðan.
Tá tú so hugsar um lívið hjá tær,
og hvat tú hevur fingið burturúr.
Hvørjar tankar hevur tú so?
– Í einum av sangunum á nýggju
út gávuni skrivi eg: Tá ið eg var ein
tíðar leysur drongur ætlaði eg mær at
vera kongur. Tað ætli eg mær slettis
ikki longur,tí so hevði eingin verið
eg.Eg haldi, at eg eri komin har til –
og tað tók mær langa tíð – at verða
nøgd ur og eyðmjúkur í nú’inum.
Eg kann anda djúpt inn og siga, at
hetta er tað, sum er komið burturúr,
og tað er her og nú. Eg kenni meg
sum ein priviligeraðan mann, sum
ger tað, sum eg allatíðina havi ynskt
mær at gera. Eg arbeiði við at tekna,
eg skrivi og spæli tónleik, og eg havi
eina útbúgving sum grafikari, sum eg
kann liva av.
Hvat ynskir tú ikki at verða?
– Eg ynski ikki at verða ein persónur,
hvørs mál er at fara ígjøgnum lívið
so snikkaleysur sum gjørligt. Tað
er farligt at hugsa, hvussu kann eg
sleppa ígjøgnum lívið og fáa sum
minst av skaða sjálvur. Hevði mann
heldur kunnað vent tí til, hvussu kann
eg koma ígjøgnum lívið og skaða onn-
ur sum minst. Nógv av okkara lívið
byggir á damage control. Vit vita, at
allar okkara avgerðir hava kon se-
kvensir, og vit royna tí at fyrbyrgja, at
konsekvensirnir verða ov oyði leggj-
andi. Men lívið er at sigla millum sker,
og eg royni ikki at halda mær sjálvum
aftur, tí eg eri bangin fyri nøkrum,
men heldur hugsa meg væl um og
gera tað, sum eg veruliga vil.
Men hugsar tú, at tú skuldi
fingið meira burturúr
lívinum higartil?
– Ja, tað hugsi eg. Eg havi verið
ígjøgnum nógv í mínum lívi. Mill-
um annað hevði eg eitt stórt alkohol-
problem, líka til eg var fyrst í 40’unum.
Fyri 15 árum síðani gavst eg at drekka
og havi ikki nortið dropan síðani. Tað
var ein stór broyting í mínum lívi, og
eftir tað gjørdist eg spakuliga meira
varugur við meg sjálvan, tað rundan
um meg og um trúnna, sum er vorðin
ómissandi hjá mær.
Er tað ikki soleiðis í lívinum,
at líkamikið hvat vit fáa
burturúr, so kunnu vit
standa eftir og angra okkurt,
sum vit ikki náddu?
– Tað veldst kanska um, hvussu vit
hugsa. Uttan at tað skal ljóða frelst,
so skulu vit læra okkum at anda inn
og siga, at hetta er tað. Tað er meining
við, at hetta kom burturúr, og tað er
kanska eisini ein meining við, at okk-
urt annað ikki kom burturúr.
Í einum av nýggju sangunum
skrivar tú um ælabogan,
og tað verður sagt, at við
endan av ælabogan liggur
onkur skattur. Hvat liggur við
endan á tínum ælaboga?
– Tað er tann stóri dreymurin hjá
okkum øllum. Ein tann størsti dreym-
urin, eg hevði sum tannár ingum, var,
at Thundersbirds kanska onkuntíð
fóru at spæla ein av mínum sangum.
Tað var tann ultimativi dreymurin
hjá mær tá. Síðani er tann dreymurin
avloystur av øðrum, og nú eri eg
mun andi meira eyðmjúkur, enn eg
var. Nú hugsi eg bara ver nøgdur við
tað, sum tú hevur, ver eyðmjúkur og
glaður fyri, at tú yvirhøvur ert her í
dag. Eg síggi ælabogan hvønn dag,
men tað er til dømis í eygunum á mín-
um børnum.
Fyri 15 árum síðani hendi nakað
kollveltandi í tínum lívi. Hvussu
kom tað skiftið, og hvat hevur
tað merkt fyri teg síðani?
– Eg var so niðurundirkomin av
drykkju skapi, var við at missa bæði
fam ilju og økonomi á gólvið, og eg
klár aði ikki at gevast at drekka. Tá
segði eg einaferð við Gud, hóast eg
ikki hevði nakra veruliga trúgv, at
nú mátti hann taka yvir. Eg segði:
eg klári ikki at broyta lívið hjá mær
sjálvur, nú kanst tú gera akkurát tað,
sum tú vilt, fyri at broyta meg - nú
gevi eg tær fullmakt til at broyta
tað, tú vilt. Og alt, sum er hent mær
síðani, hevur verið ein avleiðing av
tí – ikki minst tann trúgvin, sum er
eri fullvísur í nú.
Hvønn leiklut spælir
átrúnaðurin í tínum lívi?
– Ein veldigan leiklut. Eg kann als ikki
skilja hann burturúr mínum lívi, og
tað skal ikki ljóða, sum at eg sveimi
upp í hæddinum allatíðina, tí tað
geri eg ikki. Eg havi ongantíð áður
havt beinini so føst á jørðini sum nú.
Kristin dómurin hevur havt ein stóran
leiklut, síðani eg gavst at drekka, og
eisini í tíðini, tá ið eg var sjúkur av
krabba meini í 2004 og 2006. Tá legði
eg meg í Harrans hendur, og tað svíkti
ongantíð – ikki eina løtu. Krabbamein
er dapur gestur at fáa vitjan, og tað eru
nógv, sum ikki koma so væl burturúr
tí, sum eg gjørdi, og mínir tankar
eru hjá teimum. Eg fann stóra styrki
í at hava Gud við mær ígjøgnum
sjúkuna, og eg eri vísur í, at hóast tað
ikki gongur eins væl hjá øllum, so er
Gud eisini við teimum allanvegin. Vit
hava ikki fingið lyfti frá Gudi um, at
vit skulu koma ígjøgnum lívið uttan
trupulleikar, og hann leiðir okkum
ikki uttan um trupulleikarnar sum
ein curling-Gud, sum feiðar alt til viks
frammanfyri okkum, men hann leiðir
okkum ígjøgnum trupulleikarnar.
Tú skrivar um tøgnina í
einum av nýggju sangunum
- uttan teg var tøgnin tóm.
Hvat hoyrir tú í tøgnini?
– Gud livir í tøgnini. Mítt samband við
Gud er sterkast, tá eg eri einsamallur,
og eg merki, at eg veruliga havi brúk
fyri onkrum øðrum enn tað, sum
heimurin, miðlarnir, internetið,
Facebook og alt annað hevur at bjóða.
Tá er tøgnin miðilin. Hon er full av
øllum, sum tú vilt. Eg havi ofta brúk
fyri tøgnini í mínum lívi.
– Eg ynski ikki at vErða Ein pErsónur, hvørs mál Er at fara ÍgjøgnuM
lívið so sniKKalEysur sum gjørligt, sigur tónlEikarin MarTin joEnsEn.
hann viðurKEnnir, at tað Er farið at Kvølda á hansara lÍvslEið,
mEn hann Er avKláraður við sítt lív, Eftir at Hann millum annað
hEvur vErið ígjøgnum oyðilEggjandi drykkjuskap og KrabbaMEin
Eg havi brúk
fyri tøgnini
Mynd: Jens Kristian Vang