fríggjadagur 26. november 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. november 2010 · Nr. 164
6
Sosialurin
Randi Jacobsen
Eitt ógvuliga illa fyrireikað
rættarmál var í Føroya rætti
mikudagin. Hetta mál av
dúkaði, at í hesum føri var
sam skiftið millum vaktina
og støðini og kriminalpolitiið
ikki var nakað at reypa av.
Mikudagin komu tíðindi
út frá politinum um, at ein
45 ára gamal maður varð
handitkin og skuldsettur fyri
m.a. at hava bart ein mann
sundur á Marknagilsvegnum
týsdagin.
Hetta var tó neyvan so.
Maðurin, sum varð illa
brotin á Marknagilsvegnum,
varð helst dottin, og tað var
ein vika frammanundan, at
hesin maðurin við nógvum
brot um varð fluttur á Lands
sjúkrahúsið.
Ógreið melding
Tað var ikki hann, sum meld
aði 45 ára gamla mannin,
men onkur annar.
Sum skilst siga meting ar
hjá læknum á Lands sjúkra
húsinum, at maðurin helst
er dottin.
Torført hevur verið hjá
politinum at fáa nakað nærri
at vita, tí maðurin er dott in,
um hann ikki er sligin, i fylls
skapi, og eingi vitni vóru.
Tann 45 ára gamli maður
var í grundlógarhoyri miku
dagin. I fyrsta umfari var
hann skuldsettur fyri at hava
lagt á hin mannin, men sum
skilt ist fer ákæruvaldið at
sleppa tí skuldsetingini.
Í rættinum greiddi tann 45
ára gamli maðurin frá, at tann
dagin, tá ið hin maðurin varð
fluttur á Landssjúkrahúsið,
var hann saman við øðrum
persónum og ballaðist. Hann
segði eisini, at hann kundi
ikki funnið uppá at sligið
tann skadda mannin, tí hesin
var vinmaður hansara.
Maðurin var annars skuld
settur fyri annan harðskap,
roynd at fremja harðskap,
helarí og tjóvarí.
Karantenu frá
Herberginum
Ein av skuldsetinginum var,
at hann var farin til Her
bergið í Havn, men hann
slapp ikki inn, tí hann hevði
karantenu. Skuldsetingarnar
móti honum vóru, at hann
hevði tveitt eina fløsku móti
einum starvsfólki, hevði tikið
um hálsin á honum og brotið
lásið í hurðini.
Hesum skuldsetingunum
noktaði hann seg sekan í.
Ein onnur skuldseting var,
at hann hevði útvegað sær og
brúkt lykil til at sleppa inn í
eini hús, sum standa tóm í
Havn.
– Lykil var til eitt kamar í
húsunum. Tað er ikki neyð
ugt at hava lykil til húsini, tí
smádreingir hava fyri langari
tíð síðan brotið rútirnar, og
tað slepst altíð inn gjøgnum
vindeyguni, segi maðurin,
sum týsdagin varð handtikin
í teimum húsunum.
Hann greiddi frá, at ofta
vóru fleiri fólk inni í reyðu
húsunum, upp i 20 fólk. Har
var ofta ball.
Felags lykil
Ein onnur skuldseting var, at
hann hevði fingið sær lykil til
ølgoymsluna hjá matstovuni
Hvonn og hevði verið inni
har og fingið sær øl.
Hann hevði ikki stolið
nakr an lykil. Ein annar mað
ur hevði funnið lykilin í Vágs
botni.
– Hví skuldseta tit meg fyri
tað við lyklinum? Eg var bara
eina ferð inni og tók øl, og eg
var ikki einsamallur. Hasin
lyklin hevur verið í hond
unum á 3040 øðrum monn
um, segði tann skuldsetti,
sum ikki vildi nevna nøvnini
á fløøgum sínum.
Hesin maðurin varð í
summ ar dømdur 60 daga
fong suls revsing m.a. fyri at
hava havt lykil til matstov
una Toscana og verið inni og
fingið sær løg.
45 dagar eru eftir av tí
dóminum, tí í summ ar sat
maðurin
varðhalds fongsl
að ur.
Tilboðini hjá ákæru vald
inum var, at maðurin fer
inn at siga teir 45 dagarnar,
sum eftir eru, meðan nýggju
skuldsetingarnar
verða
kannaðar nærri.
Tað gekk hann við til.
Situr restdóm meðan
nýtt verður kannað
Ein 45 ára gamal maður gekk í Føroya rætti mikudagin við til at fara inn at sita restina
av einum dómi, meðan nýggjar skuldsetingar verða nærri kannaðar
Í hesum húsunum í Magnus
Heinasonargøtu halda nógv
fólk til fyri at ballast