Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. november 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 164 · 26. november 2010 6 VIKUSKIFTI tIl arbeIðIs Hon er fødd í Havn, búði tey fyrstu fimm árini av sínum lívi í Mykineshólmi, har pápin var vitapassari, síðan búði hon í Kolla firði, til hon sum 14 ára gomul fór til Havnar at ganga í skúla. Sum 17 ára gomul í 1975 byrjaði hon at arbeiða á skrivstovuni á løgreglustøðini í Havn, og síðan hendan dag hevur hetta umhvørvið verið hennara arbeiðspláss. Í 1986 gjørdist Kristina Christiansen fyrsta føroyska kvinna við útbúgving sum løgreglufólk. – Eg fór niður til Danmarkar á politiskúla í skúla í 1983, og sløk trý ár seinni hevði eg mína útbúgving. Undan mær hevði onkur donsk kvinna verið avloysari sum løgreglufólk í Føroyum, men eg var so fyrsta føroyska kvinna, sum tók hesa útbúgving. Kristina Christiansen heldur, at umhvørvið millum sínar starvsfelagar á løgreglustøðini og tað, tey søgdu frá skúlanum í Danmark, kveikti hennara áhuga fyri at fara á politiskúla. – Vit vóru tvær ungar føroyskar kvinnur, sum byrjaðu um somu tíð á skúlanum, men hin gavst á vegnum. Eg treivst væl og var ongantíð í iva um, at eg skuldi fullføra mína útbúgving. Mær dámdi sera væl á politiskúlanum og kendi ikki útbúgvingina serliga tyngjandi, hvørki kropsliga ella sálarliga. Eg minnist aftur á skúlatíðina sum eina góða tíð í mínum lívi, sigur hon. Alarmsentralurin Tey fyrstu nógvu árini eftir útbúgvingina hevði Kristina tær vanligu uppgávurnar, sum løgreglufólk hava. Tá var hon á liði saman við øðrum og tók sær av teimum uppgávum, sum løgreglufólk hava, bæði úti og á støðini. Tá hon í fyrra helmingi av nítiárunum helt seg merkja, at gykt byrjaði at plága eitt sindur, søkti hon um at sleppa at taka eina leiðaraútbúgving, eina sonevnda PFL-útbúgving innan løgregluna, sum ikki er til í sama líki í dag. – Henda útbúgving, sum tók tað mesta av einum hálvum ári, gav mær møguleikan at sleppa undir tak at arbeiða. Ein av førleikunum, sum hendan útbúgving gav Kristinu, var, at hon nú kundi sita á støðini sum vakthavandi, eins og hon kundi taka ábyrd av Alarmsentralinum. – Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn og vakthavandi á Alarmsentralinum eru somu fólk. Vit eru altíð tvey fólk á vakt í senn, og hvør vaktin er átta tímar. Í minsta lagi annar á vaktini hevur kravda útbúgving á økinum. Gyktin, ið so smátt byrjaði at plága hana fyri fleiri árum síðan, er burtur. Avmarkaðar uppgávur – Jú, eg sakni onkuntíð at vera aktivt úti, kanska serliga, tá veðrið er gott. Men líka so nógv, sum eg sakni at vera úti teir góðu dagarnar, munnu tey, sum hava uppgávur úti, tá veðrið ikki er so tespiligt, sakna at vera undir taki. Kristina er glað fyri, at hon tók sína leiðaraútbúgving, tí sum árini ganga er hendan eisini góð at hava í skjáttuni. – Aktivu uppgávurnar hjá løgreglufólki í Føroyum eru eitt sindur avmarkaðar. Tær snúgva seg í stóran mun um ferðslu, ferðsluóhapp og full fólk í viku- skiftunum við tí ólevnaði av ymiskum slagi, sum kann hanga uppi í hesum. Hon heldur ikki, at tað er mest inspirer- andi at dragsa fullar menn í viku- skiftinum, harav onkur endar í brummuni, sum hon tekur til. – Men hetta eru so eisini uppgávur, ið løgreglufólk mugu taka sær av, tá tað er neyðugt, leggur hon aftrat. Kristina er fryntlig at tosa við, og hon dugir væl, tá fjølmiðlarnir venda sær til hennara sum vakthavandi á løgreglustøðini. – Um eg havi lært at tosa? Tja, tað veit eg ikki ordiliga, men tá eg tók mína leiðaraútbúgving, snúði ein partur av útbúgvingini seg um »leiðaran í pressuni«, sigur hon brosandi. Hóast basin hjá henni flestu árini hevur verið á løgreglustøðini í Havn, hevur hon okkurt skifti havt aðrar uppgávur, og á sumri í 1999 loysti hon eitt nú sýslumannin á Sandi av. Um sínar eginleikar annars, heldur Kristina, at hon hevur eitt stórt viðføtt tolsemi, og hon heldur, at hetta hevur verið ein styrki í hennara starvi sum løgreglufólk og vakthavandi. – Hóast eg haldi, at mín toleransu- gátt er ógvuliga høg, hevur alt síni mørk, leggur hon aftrat. Foreldrini hjá Kristinu eru Jógvan og Poula Christiansen. Jógvan er ættaður frá Gjógv og Poula úr Kollafirði, har tey búgva. Kristina eigur dóttrina, Rósu, sum er 21 ára gomul og gongur í skúla. Tær báðar búgva saman í Hoyvík. Nógv frítíðarítriv At enda kunnu vit leggja aftrat, at Kristina Christiansen hevur nógv frítíðarítriv. Hon spælir hondbólt, fótbólt, er venjari hjá pinkum í B36, hevur stóran áhuga fyri sjónleiki og er næstformaður í MáF, Meginfelag áhugaleikara Føroya. Hon svimir um morgnarnar, gongur til zumba – og aðrar fríløtur gongur hon túr við hundinum. lagt tIl rættIs: Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo Løgreglukvinna búði síni fyrstu ár í Mykineshólmi – Jú, eg sakni oNkuNtíð at vera aktivt úti, kanska serligA, tá veðrið er gott. Men líka so nógv, suM eg sAkNi at vera úti teir góðu dAgArNAr, Munnu tey, suM hava uppgávur úti, tá veðrið ikki er so tespiligt, sAkNA at verða undir taki, sigur fyrstA føroyska løgreglukviNNAN Fakta Navn: Kristina Christiansen Starv: Løgreglufólk Besta við starvinum: Tá tað eydnast at hjálpa fólki í neyð Ringasta við starvinum: Vanukkuligar hendingar Starvstíð: Løgreglufólk síðan 1986 Starvsfólk: Sløk 60 (tilsamans) Staður: Løgreglustøðin, Tórshavn Leiðari: Andras Marr Poulsen myNd: JEnS KRiSTiAn VAnG – Tað mest inspirerandi er ikki at dragsa fullar menn í vikuskiftinum, harav onkur endar í brummuni, sigur Kristina Christiansen