Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. november 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 26. november 2010 · Nr. 164 Sosialurin ligt Býráðið vil ikki dansa við Ein orsøk til, at ætl­ an in at byggja íbúðir til sinnisveik nú verð­ ur flutt úr Havn til Sandavágs, er tann, at Tórshavnar Býráð hev ur verið so tungt at dansa við Rósa Samuelsen sig­ ur, at tað hevur ging ið striltið at fáa byggi­ loyvi til enda málið í Tórs havn. Ein orsøk til tað er, at Tórshavnar Býráð hevur sett ymisk krøv í sambandi við inn koyr­ ingina til stykkið, har ætlanin er at byggja. – Hesi krøv fara at seinka byggingini mun andi, staðfestir Rósa Samuelsen. Tí hevur hon gjørt av at broyta ætlanina og at byggja í deplum eins og í Suðuroy. – Í Suðuroy verða í løtuni bygdar 10 íbúðir og eitt virknistilboð, sum hava til endamáls at samskipa alla sosial­ psykiatri í Suðuroy. – Tað er tí natúrligt, at valið fellur á Vágoy, har tað frammanundan eru tvey sambýlir. Við at byggja í Vágoy, verður farið undir sama leist sum í Suðuroynni, og samstundis verður møguleiki fyri at sam­ skipa øll tilboðini í oynni, sigur Rósa Sam­ uel sen. – Grundhugsanin við deplinum í Vágum er at talan verður um eitt tilboð, har sam­ býlið á Traðarvegi og Fobbakletti verða bú­ staðartilboð til teir veik aru bólkarnar, sum hava størri hjáveru fyri neyðini. Samstundis skulu sambýlini so vítt møgu­ ligt verða út slús ingar­ støðir og at búfólkini á sambýlunum so vítt møguligt verða fyri­ reikað til at flyta í sjálv støðuga íbúð har tað ber til. Hon sigur, at tey hava havt fund við Vága Kommunu og hon er sinnað at lata ókeypis grundstykki til bygg ingina. ani hava vit hvørki hoyrt orð ella eið aftur úr Al­ mannamálaráðnum, fyrrenn nú, tað frættist, at hon hevur strikað ætlanina, tí vit skulu hava seinkað henni so illa, at byggingin í Havn hevði verðið skotin langt út í fram­ tíðina. Borgarstjórin í Havn sigur, at hetta er beinleiðis ósatt. – Bólturin hevur ligið í Almannamálaráðnum síð­ ani 29. juni í ár, men Rósa Samuelsen hevur ongantíð spælt hann víðari. – Tað er einasta orsøkin til, at onki hendir í málinum, leggur Heðin Mortensen aft­ urat. – Hetta má halda uppat. Heðin Mortensen, borg ­ arstjóri í Havn sigur, at hann hevur ikki orð fyri, hvussu langt úti hann heldur avgerðin er um at flyta íbúðirnar til sinn­ is veik úr Havn til Sanda­ vágs. – Eg haldi, at ein slík íbúðarbygging eig ur at vera beint við psyki atr­ isku deild á Lands sjúkra­ húsinum. Hann skilir ikki, hví ætl­ anin skal flytast. Og hann skilir so slett ikki, at Rósa Samuelsen flytir íbúðirnar til Sandavág, sum er henn­ ara egna heim bygd. – Eg dugi so ikki at síggja nakra sakliga grund gev ing fyri, hví tað skal byggj ast akku rát í Sanda vági, sigur hann. – Orsøkin til hetta kan n bara vera, at Lands­ stýriskvinnan vil lívga sín­ um egna øki og so leggur hon onki í, at ein ein góð ætlan verður smildrað sundir á vegnum. Heðin Mortensen sigur, at hetta er bert eitt dømi afturat um, at politikarar ikki fýra fyri at smildra vælvirkandi stovnar og góðar ætlanir sundur fyri at lívga sínum egna polit­ iska heimabeiti. – Fáa samgongufelag­ ar nir hjá Rósu Samuelsen ikki eyguni upp fyri hes­ um, hava vit ein stóran trupulleika. – Høvuðsendamálið er ikki at fáa væl virkandi stovn ar. Høvuðs enda mál ið er, at tað má bara ikki vera í Havn, heldur hann. Heðin Mortensen ger eisini púra greitt, at enn er seinasta orðið ikki sagt í hesum máli. – Hvørki eg, ella Tórs­ havn ar Býráð, fara at seta seg hendur í favn og lata hetta fara aftur við borð­ inum. Hann sigur, at mál ið fer nú at vera við gjørt í Býráðnum og tað verður eisini tikið upp til viðgerðar í Kommunu sam skipan Før­ oya. Seinasta orðið er ikki sagt Heðin Mortensen sigur, at veruleikin er, at Al manna­ málaráðið hevur onga enda liga umsókn og pro­ jekt til far sent komm ununi sum kann nýtast til at geva endaligt byggiloyvi. Hann staðfestir kortini, at Almannamálaráðið og Tórshavnar býráð hava við gjørt ætlanina í eina tíð. – Undir hesi viðgerðini hevur Tórshavnar Komm­ una víst á, at fyri at kunna projektera og gera at komu­ vegir, mugu vit hava eina heildarætlan fyri stykk­ ið, tí virksemið, sum skal vera á tí, verður av ger andi fyri, hvussu nógv ferðslan verður og sostatt eisini, hvussu vegirnir skulu vera. – Tað einasta, vit hava biðið um, er, at landsstýrið hevur eina yvirskipaða lang tíðarætlan fyri hetta stóra økið, tí tað er av ger­ andi fyri, hvussu ferðslu ­ viður skift ini verða loyst. Borgarstjórin í Havn sigur, at trupulleikin er, at Landsstýrið er ongantíð komið við eini heildarætlan fyri hetta stykkið. Men gjøgnum árini eru umsóknir komnar um yms­ ar byggingar á lítlum pørt­ um av stykkinum. – Hjá okkum í Tórs havn­ ar Býráðið er trupulleik­ in, at landsstýrið hevur arbeitt við ymsum byggi­ ætlanum, uttan nakra sum helst heild arætlan fyri hetta stóra stykkið mitt í bý num. – Samstundis hevur lands stýrið ikki víst nakr­ an sum helst vilja til at loysa ferðsluviðurskiftini til og frá stykkinum. Og, hvussu tey skulu vera, er sjálvandi treytað av tí virksemi, sum skal verða á stykkinum. – Tað gera vit hvørja ferð talan er um at byggja á stórum stykkjum, tí tað er avgerandi fyri at fáa ferðsluna at ganga og eisini fyri ferðslutrygdina. Heðin Mortensen sigur, at kommunan hevur ikki sett Almannamálaráðnum strangari treytir her, enn Landsverk, sum er vega­ myndug leikin hjá land­ inum, setir øllum øðrum, sum vilja brúka størri stykki til útstykking ella bygging. – Tað er heldur ikki van­ ligt at kommunan fer inn á eitt stykki, sum onnur eiga, at gera vegir fyri eigaran, sigur Heðin Mortensen. Vístu ongan vilja 108.000 fermetrar Tað er á tí stóra stykkinum, har bæði Eirar garð­ ur, psykiatriska deild á Landssjúkrahúsinum, íbúðarblokkar, og aðrir bygningar hjá Heilsu­ verk inum standa, at ætlanin eisini hevur verið at byggja íbúðirnar til sinnisveik. Stykkið er heilar 108.723 fermetrar til støddar og gongur heilt frá Frælsinum, vestur í Heygsvegin, Norður til Eystan Heyg sunnanfyri eru Velbastaðvegurin og J.C. Svabosgøta mark. Høvuðsendamálið er, at tað má bara ikki vera í Havn HEðiN MorTENSEN