Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. november 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 164 · 25. november 2010 12 VIKUSKIFTI Effo í Sørvági Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Akademisku og torskiltu hug tøkini um marknaðarføring og lýsing ar­ mark naðin siga teimum millum lítið og einki. Tey vóru skúgvaði til viks alt fyri eitt. Fremst av øllum, tí teir eru óroynd ir og vita ikki stórvegis um tað. Úrslitið er tískil einfalt og lætt. Eitt filmstól, tveir pakkar við grill­ mati og ein høvuðspersónur. ­ Tá ið tú keypir grill úti í Effo­ støð ini í Sørvági, ber væl til hjá tær at taka grill út við, leggur drongurin við stóra og ljósa hárinum varisliga fyri, meðan hann hyggur álvarsamur inn í filmstólið. Lýsingin um rættiliga lekkru búff­ ar nar og burgararnar, ið tey fáa burtur úr grillini, sum høvuðspersónurin tek­ ur til, hevur havt gott og væl 11.000 hyggjarar á Youtube seinasta mán­ aðin. Menninir handan einfaldu, men samstundis genialu, lýsingina eita John Sigurd Petersen og Allan Sonny Joen sen. Við sínum lýsingum hava teir prógvað væl og virðiliga, at tað loys ir seg at gera tað, tú brennur fyri. At starvsheitið og útbúgving er ikki altíð neyðugt fyri at vinna seg fram. John Sigurd Petersen gongur í 10. flok ki í skúlanum á Giljanesi. Hann fór í starv hjá Effo í Sørvági í apríl í ár. Hann og Allan Sonny, sum er eitt ár yngri, fingu brádliga hugskotið í okto b er at taka upp lýsingar fyri Effo. Teir vóru vælkomnir, so leingi stjór in ikki var á upptøkunum, vóru boð ini frá leiðsluni. ­ Vit væntaðu ongantíð, at undir­ tøk an bleiv so stór. Vit vita væl, at lýs ing ar nar eru ikki perfektar, men hi n veg in undarligar og øðrvísi. Tað bil ar einki, at tað víkir frá øðrum, sig­ ur John Sigurd Petersen. Hann er Effo-drongurin Væl umtóktu lýsingarnar hjá vága­ dreingjunum hava havt við sær, at fólk kenna John Sigurd aftur á gøtunum, umframt, at hann hevur fingið fleiri teldu postar, har tað verður heitt á hann at taka fleiri lýsingar upp. John Sigurd var í starvsvenjing á Hotel Hafnia, og fleiri av gestunum søgdu honum, hvar tey høvdu sæð hann. Endamálið við lýsingunum var sjálvsagt at fáa fleiri vitjandi. Og tað hevur riggað. ­ Hey, hatta er Effo­drongurin!, hava fleiri rópt eftir mær, tá eg havi ver ið í Havn. Tað er ein undarlig kens­ la. Fleiri skriva á Facebook, at tey hava vitjað á Effo í Sørvági, og onnur skriva, at nú noyðast tey at vitja her. Onk urs vegna hevur tað eydnast væl við lýsingini, sigur John Sigurd. Allan Sonny Joensen hevur mest verið maðurin handan upptøkutóli í lýs ing unum um burgarnar í grillini, ísin og DVD­filmarnar. Hann ger greitt, at fleiri lýsingar eru ávegis. ­ Jú jú, tað eru vit næstan noydd ir til. Fleiri eru á veg, sigur hann lítillátin. - Hey, Hatta er Effo-drongurin!, Hava fleiri rópt eftir mær, tá eg Havi verið í Havn. tað er ein undarlig kensla, sigur 16 ára gamli JoHn Sigurd PEtErSEn úr Sandavági. Hann og allan Sonny JoEnSEn eru menninir Handan væl umtóktu lýsingarnar frá Effo í Sørvági Tey rópa meg effo- drongUrIn Vit vita væl, at lýsingarnar eru ikki perfektar, men hinvegin undarligar og øðrvísi. Tað bilar einki, at tað víkir frá øðrum, sigur John Sigurd Petersen, sum er blivin landskendur gjøgnum sjálvgjørdar lýsingar fyri Effo í Sørvági Myndir: Álvur Haraldsen