Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. november 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. november 2010 · Nr. 164 12 Sosialurin Áki Bertholdsen – Hetta er forkastiligt! Tað er fyrsta viðmerk­ ing in, sum kemur borgar­ stjór anum í Havn til hugs, tá ið vit fortelja honum, at ætlanin um at byggja íbúðir til sinnisveik í Havn nú er slept og at íbúðirnar skulu byggjast í Sandavági ístaðin. Heðin Mortensen stað­ fest ir, at tað kann ikki vera viðgerðin í Tórshavnar Bý­ ráði, sum er veruliga orsøkin til, at bygingin nú verður flutt til Sandavágs. – Tað er forkastiligt, at hon enntá skrivar svart á hvítum í sjálvt lógaruppskotið, hon ætlar at leggja fyri Løgtingið í næstum, at Tórshavnar Býráð hevur sett so harðar treytir, at tað hevur forkomið ætlanini. Rósa Samuelsen sigur ann ars, at Tórshavnar Komm una setti so harðar treytir fyri at lata byggiloyvi, at tað hevði seinkað ætlanini mun andi. Hon sigur, at tað er orsøkin til, at hon nú sleppur ætl­ anini um at byggja íbúðir til sinnisveik í Havn, men flytir byggingina til Sandavágs ístaðin. Hoyrdu onki Heðin Mortensen sigur, at seinastu ferð, Býráðið frætti frá Almannamálaráðnum var ein fundur, sum var ímillum partarnar 29. juni í ár. – Á tí fundinum bað Al­ manna málaráðið okk um bíða við arbeið num at projektera atkomuvegir til stykkið, til Almannamálaráðið hevði viðgjørt spurningin inn­ anhýsis. Tá ið tann viðgerðin hevði verið, skuldi Tórshavar Býráð frætta aftur frá Al­ mannamálaráðnum, sigur Heðin Mortensen. – Veruleikin er, at síð­ Áki Bertholdsen Ætlanin at byggja 16 íbúðir í Havnini til sinnisveik, er nú slept. Tað hevur Rósa Sam­ uelsen, landsstýris kvinna í almannamálum, nú tikið avgerð um. Í staðin fyri skulu hes­ ar íbúðirnar nú byggj ast í heimbygdini hjá lands­ stýriskvinnuni, Sanda vági. Landsstýriskvinnan ætlar at brúka 16,2 milliónir til endamálið og fyri ta upphæddina væntar hon, at tey klára at byggja onku­ staðni ímillum 10 og 16 íbúðir í Sandvági við teim­ um arbeiðsplássum, tað førir við sær. Hon hevur longu skrivað eitt uppskot um hetta, sum hon ætlar at leggja fyri Løgtingið í næstu framtíð. Hon sigur, at lógin verð­ ur í gildi í tvey ár og tískil skal málið verða avgreitt í seinasta lagi nýggjársaftan í 2013. Flytast úr Havn Hetta er ein ætlan, sum tað annars alla tíðina hevur verið ætlanin at seta í verk í Havn. Løgtingið hevur samtykt at hendan byggingin til sinn isveik skuldi vera í Havn. Ætlanin var at byggja 16 íbúðir í tveimum byggi­ stigum, har fyrra byggistig fevnir um 10 íbúðir, og seinna byggistig fevnir um seks íbúðir. Men seinni varð ætl an­ in broytt til at tað skuldi byggjast eitt vanligt sam­ býli til sinnisveik ístaðin. Eisini hendan lógin er galdandi í tvey ár og hon ferð sostatt úr gildi á nýggjárinum í ár, men enn er málið ikki avgreitt. Men nú hevur lands­ stýris kvinnan so gjørt av at sleppa ætlanini at byggja í Havn og at flyta alla verkætlanina til Sandavágs, stendur í uppskotinum, hon ætlar at leggja fyri Løgtingið og sum Sosialurin hevur fingið fatur á. Hon sigur, at málið um at byggja sambýli í Tórshavn til sinnisveik stavar heilt aftur frá aldarskiftinum, og fleiri ætlanir hava verið á borðinum, sum av ymiskum orsøkum ikki hava vunnið frama. Hóast ætlanin síðani er broytt til at byggja sambýli ístaðin fyri íbúðir, hevur landsstýriskvinnan gjørt av at venda aftur til upp­ runaligaætlanina um at byggja íbúðir. Samstundis verður ætl­ an in broytt. Upprunaliga skuldi ætl anin bara fevna um íbúgvarnar á psykiatriska deplinum, men nú hevur Rósa Samuelsen gjørt av, at hon skal fevna um sinnisveik í síni heild. Gongur, sum hon ætlar, skulu íbúðirnar í Sandavági byggjast næsta ár og í 2012. aki@sosialurin.fo Forkasti Flyta 16 milliónir úr Havn LOKA LPOL ITIKKUR Landsstýris­ kvinnan í almannamálum hevur nú strikað ætlanini at byggja íbúðir til sinnisveik í Havnini. Ístaðin skal íløgan upp á 16,2 milliónir flytast vestur í hennara egnu heimbygd, Sandavág LOKALPOLITIKKUR – Borgarstjórin í Havn sigur, at framferðin hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum er forkastilig Men nú hevur lands­ stýriskvinnan gjørt av at strika Havnina og at flyta alla verkætlanina til Sandavágs Rósa samuelsen Fáa samgongufelagarnir hjá Rósu Samuelsen ikki eyguni upp fyri hesum, hava vit ein stóran trupulleika Heðin moRtensen Tað hevur gingið striltið at fáa byggi­ loyvi í Havn Rósa samuelsen FLYTA STOVNAR Nú verður aftur ein almennur stovnur, sum skuldi verða í Havn, fluttur út á bygd ístaðin. Og enn einaferð er tað ein politikari, sum flytur stovnin í sítt egna øki. Borgarstjórin í Havn vísir øllum atfinningum aftur