fríggjadagur 26. november 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 164 · 25. november 2010
11
VIKUSKIFTI
Hasir helvitis danskararnir.
So vóru teir her aftur
við revolvaranum, lødda
revolvaranum, kalibur 46. Teir
eru einki fittir, siga tey, hvørki nú
ella í advent.
So er tað sagt, men
føroyingar hava vitað síðani
síðst í september, september í ár
gamaní, at Eik var til sølu.
Javell, ja, og hvat so? Ikki
fyrr enn nakrir danskarar koma
til Havnar og siga bøøøøøø hart
á einum tíðindafundi, vakna
føroyingar. Ha, er Eik til sølu?
Og pínadoyð, her er mín sann ein
freist eisini. Vit hava ikki, sum
vit plaga, ein hálvan ævinleika til
at hugsa, seta arbeiðsbólkar og
toymi og fara í eina tómgongd,
orsaka tilgongd, og síðani
ein fjórðings ævinleika til at
taka avgerðina. Vit hava bara
nakrar dagar, nakrar myrkar
heystardagar.
Ja, slíkt ber ikki til at bjóða
okkum, sum eru von við og ikki
vita um annað enn, at einki hevur
skund. Deadlines, hvat er tað fyri
tvætl? Evstamark. Nu skal du
ikke komme her...
Nei, men sama um freistin
var tíggju ár, endaðu vit í júst
somu støðu, sum vit eru í nú,
um knappliga tíggju ár. Eftir
níggju ár og tíggjuein mánað
og tvær vikur høvdu nakrir
dummir danskarar komið til
Føroya og sagt bøøøøø á einum
tíðindafundi. Nú eru tvær vikur
eftir. Og so eru vit ikki fittir
longur. Eikin verður feld og
brend nýggjársaftan. Eingin
skógfriðing her.
Og so sami jammurin omigen,
revolari, kalibur 46 og eingin
tíð. Og vit kunnu ikki verja
okkum hvørki við hvalvákni
ella grindaknívi. Tí tað siga
onkrir aðrir útlendingar, at tey
køksamboðini mugu vit ikki
brúka. Vit doyggja av tí, og tað
er synd í hvalunum og ríkum
ónyttum.
Vit royna at fáa útlendingar
at koma higar við sínum
pengum uttan at siga teimum,
at vit hava ikki eina álítandi
streymveiting. Uttan at siga
teimum, at útlendingar mugu
ikki eiga bankar í Føroyum. Tí
so vera bankarnir ikki so fittir
við vinnulívið. Vinnulívið, sum
hevur so lagaligar sømdir: lán,
niðurskriving, sanering, nýtt lán,
niðurskriving, sanering, aftur
nýtt lán, niðurskriving, sanering.
Uttan vinnuna vóru vit ikki her.
Hvussu kunnu danskarar
og aðrir útlendingar eisini
vita, at í Føroyum eru bankar
almannastovur hjá vinnuni? Tað
fáa íleggjarar, sum vit royna at
lokka til Føroya við pengum,
heldur ikki at vita.
Lort annars, at vit ikki langt
síðani hava yvirtikið hatta
málsøkið eisini. Vit duga jú so
væl við yvirtøkum og at spæla, at
vit eru tjóðir millum tjóðir.
Nú eru eingir privatir pengar
eftir at keypa Eik fyri. Pengarnir
eru mistir í partabrøvum - í Eik.
Bankaverðin er sera logisk.
Hon er beinharður bisniss.
Ætlar onkur sær at skriva
doktararitgerð um antilogikk, um
nøkur frøði ella vísindi kallast
so, eru Føroyar og føroyingar eitt
himmíríki at granska og skriva
um.
Meðan dovna sjampanjan,
har seinasta bløðran er brostin,
í tímaglasinum hjá Eik rennur
niður, brúka politikarar tíðina
til at keglast um til skal bera
at keypa sær í konjakkglasið
í einum handli millum aðrar
handlar.
Føroyskur rúsdrekkapolitikkur
on the rocks blandaður við
nógvum óblandaðum roski.
Tað er okkara skyld. Onnur
hava skyldina, onnur hava altíð
skyldina. Hygg, tað er ein uggi,
sum fløvar í jólahugnanum.
Og týsdagin vóru 1500
dagar til ár 2015. 1500 dagar
og 1500 nætur eftir til at gerast
heimsins besta land, The Land
of Maybe and Temporary.
Bøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøø.
Helvitis danskarar
UmaftUrafturum
høgni djurhuus
Jú, tað gera tey!
hotdogs og kips tæna
ongum endamáli
Sosialurin
Onku hevur misskilt okkurt
snapsur: Vatnið skal
gera munin
Dimma
Veturin komin
holst er kaldur sum ein fiskur
Sosialurin
Nýggj ítróttargrein
indianarahondbóltur í hoyvík
Dimma
Maskulint navn fyri eina kvinnu
- Vit eru fullgreið yvir, at Paul
Watson og sea shepherd ætla
sær til Føroyar í summar.
Tað sigur Peter Thaysen,
politiovasti.
- Og vit eru eisini til reiðar
at taka ímóti honum,
leggur hon afturat.
Sosialurin
Altso, hann er ikki farin
norskur fótbóltsfjeppari
minnist Kurt
Norðlýsið
Tað er vist!
Vit burdu verið fleirið
føroyingar
Sosialurin
Nú skuldi ligið væl fyri
Eingin vakthavandi á
Politigarðinum
Dimma
Stórur kjallari
Býur og býarbørn í
Posthúskjallaranum
Portal.fo
ranga
í
strúpan
Totalt offside!
rangstøðufellan í fótbólti kann tykjast innviklað at skilja. Og mannfólk hava hug at halda, at
konufólk skilja so í øllum førum einki av offside. Og helst er tað onkur av hesum mannfólkunum,
sum her hevur gjørt eina roynd at greiða konufólki frá prinsippinum í rangstøðureglunum.
Menn kunnu siga so nógv, eisini tá kvinnur tosa.
Men hvat merkir tað, tá ið menn siga nakað.
her er ein roynd at týða veruligt mannafólkmál.
“Skal eg hjálpa tær við døgurðanum?”
Týtt: hví er døgurðin ikki longu á borðinum?
“Tað tekur ov langa tíð at forklára tær tað”
Týtt: Eg havi ikki ánilsi fyri,
hvussu tað hongur saman.
“Hatta ljóðar áhugavert, góða”
Týtt: snakkar tú enn?
“Nú mást tú ikki stressa teg”
Týtt: Eg hoyri ikki ljóðið frá
fótbóltsdystinum fyri støvsúgvaranum.
“Hatta er eitt mannfólkating”
Týtt: Tað er avgjørt eingin skilagóður
samanhangur í tí, og eingin skilur nakað av tí.
“Eg finni tað ikki”
Týtt: Tað datt ikki niður í mínar opnu
hendur, og eg tími ikki at leita. Kanst
tú ikki finna tað fyri meg?
“Hvat havi eg nú gjørt skeivt?”
Týtt: hvat hevur tú nú funnið út
av, at eg havi gjørt skeivt?
“Eg hoyri teg”
Týtt: Eg hoyrdi ikki ein pinn av tí, sum tú
segði, og eg hopi ikki, at tú spyrt meg
aftur um tað, tí so verði eg avdúkaður.
“Tú sært gott út í hasum”
Týtt: Vælsignaða, gevst og skift klæðir.
Kom avstað, eg eri gorhungraður nú.
“Eg eri ikki vilstur. Eg veit
akkurát, hvar vit eru”
Týtt: Eingin sær okkum á lívi aftur!
Menn snakka