Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 32 - 15. februar 2002 25 Á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinu m, www.fbf.fo, eru sonevndar quick-poll kanningar, og sam- bært hesum eru favorittarnir greiðir undan finaludystun- um FLOGBÓLTUR Jákup Mørk TB vinnur kvinnufinaluna og SÍ vinnur mansfinaluni. Skal gangast eftir sonevndu quick-poll kanningunum hjá Flogbóltssambandin- um, er eingin ivi um, at hetta verða úrslitini av teimum báðum steypafinal- unum, sum verða leiktar á Hálsi í Havn leygardagin. Mugu basa royndunum Í landskappingini er longu nú mest sum avgjørt, at tað verður TB, sum um stutta tíð kann rópa se føroya- meistari í kvinnudeildini, og í so máta er kanska einki at siga til, at tær eru favo- rittar. Men tað skerst ikki burt- ur, at høvdu klaksvíks- kvinnurnar fingið eitt sindur betri byrjan upp á kappingarárið, so hevði støðan í landskappingini verið ein heilt onnur. Her hevði Mjølnir nevnliga eina søguliga vánaliga byrjan, og tað var ikki, fyrr enn fleiri av »teimum gomlu« komu við aftur, at nakrir sigrar fingust til høldar. Í grundspælinum vunnu tær eisini dystin í Trongisvági móti TB, men tapið á sama stað í endaspælinum førdi við sær, at TB veruliga fekk skrætt seg leyst. Hóast hetta, so er ein steypafinala altíð nakað serligt, og hóast TB verður mett sum favorittur, so skulu drúgvu royndirnar hjá Mjølni ikki undirmetast í hesum sambandi. Flestu munnu minnast dramatisku finaluna fyri einum ári síðani, tá Mjølnir vendi 0-2 til 3-2 móti Drátti. Nakað sum neyvan hevði verið gjørligt uttan drúgvu royndirnar á liðnum. Royndir, sum gera, at leikarar eisini kunnu halda høvdið kalt, tá nógv stend- ur á, og tað ger tað aloftast í eini finalu. Hinvegin skal einki tak- ast frá TB. Tær eru í løtuni á aldukambinum, og við- rákið av hesum kann gera, at tær snøgt sagt ikki duga at tapa. Ein eginleiki, sum ofta fylgir oddaliðum. Í leikarum sum Maju Popo- vic og Gudrid Nolsøe hava tær eisini trumfkortini, sum kunnu taka stikkið heim, so undir øllum umstøðum røkist fyri eini stak spenn- andi finalu. Kunnu bjarga árinum Hjá monnunum eru útlitini eisini góð fyri eini spenn- andi finalu. Tað stuttliga við hesi er helst, at hvørgin parturin í finaluni hevur stórvegis møguleika at vinna sær gullmerkini í landskappingini. Her er Fleyr helst longu sloppið ov langt, so í nógvar mátar er her talan um dystin, sum kann bjarga kappingarárin- um. Ikki minst er hetta gald- andi hjá SÍ, sum leingi lá sera væl fyri í landskapp- ingini. Júst hvussu sørving- arnir velja at tackla hetta vónbrotið, kann gerast av- gerandi fyri finaludystin. Dvølja tankarnir framvegis við mista gullið í lands- kappingini er lætt at ímynda sær, at leikarar skjótt missa mótið, um alt ikki gongst eftir vild. Hin- vegin kann eisini hugsast, at leikararnir taka hetta sum ein møguleika at fáa nakað burtur úr árinum, og verður hetta hugburðurin, so er einki at ivast í, at fuglfirðingar fara at fáa harða mótstøðu fram til seinasta bólt. Umframt munin á stiga- talvuni, so skal favoritt- leikluturin hjá SÍ skal helst eisini síggjast í ljósinum av, at tað verður eitt heldur skert ÍF-lið, sum fer til finaluna. Odd Eliasen, sum hevur verið ein av høvuðs- leikarunum í góðu úrslit- unum í endaspælinum, sleit hælsinuna seinasta viku- skifti, og harafturat hevur Bartal Eliasen verið burtur- staddur við fótbóltslands- liðnum, soleiðis at hann ikki hevur verið við til venjingarnar upp til finalu- dystin. Tað skal tó ikki nertast við, at ÍF kann fara rætti- liga fríttstillað til dystin leygardagin. Hóast teir í fjør gjørdust greipuvinn- arar, so hevur liðið nú alt at vinna og einki at tapa, og júst hetta kann fáa leikar- arnar at tveita allar nervar fyri borð. Umframt alt hetta, so skal eisini leggjast afturat, at talan aftur í ár verður um finaludyst millum tvíburð- arnar báðar, Boban og Borko Ilic. Hetta var eisini støðan í fjør, tá Boban gjørdist tann stinnari part- urin. Uttan iva vil Borko gera sítt fyri at hevna hetta, so alt í alt røkist fyri tveim- um sera spennandi steypa- finalum har fýra lið úr fýra ymiskum feløgum fara at gera sítt til, at talan skal gerast um ein ógloymandi dag fyri bæði leikarar og áskoðarar. Kvinnur TB: Hvítar troyggjur/bláar brøkur nr leikari pláss hædd aldur landsdystir 1 Harriet Hammer Libero 160 20 2 Ingun Midjord Miðja 182 17 3 Tóra E. Mortensen Hevari 167 20 4 4 Gudrid Nolsøe Kantur 171 20 21 5 Winnie T. Djurhuus Diagonal 174 21 4 6 Anna-Mia Johansen Hevari 165 23 7 Maja Popovic Kantur 175 20 5 (Bosnia) 9 Tórbera S. Joensen Miðja 176 18 10 Guðrun Dimon Kantur 172 27 12 Svanna Nielsen Miðja 182 27 9 Svanna Nielsen liðformaður Virgar Djurhuus venjari Romica Øster Hjálparvenjari Chris N. Peteren Liðleiðari Mjølnir: Bláar troyggur/bláar brøkur nr leikari pláss hædd aldur landsdystir 1 Tove Riksfjord Kantur 168 25 2 Sigrid Mikkelsen Kantur 160 17 3 Elsa Olsen Miðja 172 19 4 Anna M. Jacobsen Diagonal 167 25 7 5 Vera Larsen Libero 162 35 31 6 Linda á Stongunum Kantur 165 18 7 Berit N. Vilhelmsen Kantur/miðja 175 24 8 Marjun Kalsø Hevari 163 39 92 9 Katrin Petersen Kantur/hevari 160 19 10 Tina Jacobsen Miðja 180 21 20 11 Vivi Andreasen Kantur/miðja 169 25 12 Lena í Buð Miðja 173 19 Marjun Kalsø liðformaður Jón Kári Frederiksen Venjari Margit G. Joensen Hjálparvenjari Sólvá Eystberg Hjálparvenjari Sigrid Andreasen Liðleiðari Menn SÍ: Bláar troyggur/svartar brøkur nr leikari pláss hædd aldur landsdystir 1 Kaj á Stongunum Hevari 171 21 2 Ólavur Jensen Hevari 173 17 3 Hans Fróði Jensen Miðblokkur 177 19 4 Kári Mikkelsen Diagonal/kantur 177 16 5 Ragnar Niclasen Kantur/hevari 179 16 6 Jón Falkvard Miðblokkur 187 21 7 Suni Hansen Miðblokkur 188 38 64 8 Jón Nielsen Diagonal/kantur 191 21 5 9 Borko Ilic Kantur 192 27 18 (Bosnia) 10 Annfinn Joensen Diagonal/miðblokkur 195 34 18 11 Rajko Petrovic Diagonal/kantur 201 29 13 Jóhan Petur á Stongum Libero 173 16 Jón Nielsen Liðformaður Borco Ilic Venjari Suni Jacobsen Liðleiðari Jákup á Stongum Liðleiðari ÍF: Reyðar troyggjur/hvítar brøkur nr leikari pláss hædd aldur landsdystir 1 Hanus Eliasen Miðja 183 17 2 Hans Toftegaard Miðja 185 23 3 Boban Ilic Kantur 191 27 25 (Bosnia) 5 Dánjal Wang Miðja 185 18 6 Henry Petersen Kantur/diagonal 179 18 7 Kenneth Neshamar Diagonal 187 26 12 8 Jan Áki Olsen Miðja 183 24 9 Odd Eliasen Hevari 178 38 35 10 Bartal Eliasen Kantur 189 25 7 11 Árni Petersen Miðja 185 20 12 Høgni Madsen Hevari 174 16 Bartal Eliasen Liðformaður Boban Ilic venjari Bjarne Joensen Hjálparvenjari Ólavur Ellingsgaard Hjálparvenjari Áslakur R. Petersen Liðleiðari Greiðir favorittar Soleiðis sá atkvøðugreiðsl an á heima- síðuni hjá Flogbóltssam- bandinum út um døgurða- leitið hósdagin 25 24 Nr. 32 - 15. februar 2002 Tað sást væl, at før- oysku spælararnir høvdu verið í harðari venjing, og at mót- støðumenninir úr Liktinstein bara høvdu fyrireikað seg til hesa uppgávuna LANDSDYSTUR Jóannes Hansen Føroyska fótbóltslandsliðið fór seinnapartin í fyrra- dagin við røttum ryggi av vøllinum niðri á Kypros. Teir høvdu vunnið 1–0 ímóti Liktinstein. Úrslitið var tað sama, sum tað var fyri knøppum tveimum ár- um síðani í Vaduz í Liktinstein, málskjúttin var tann sami – Uni Arge skoraði einasta málið – og dystargongdin líktist ikki frítt tí fyri tveimum árum síðani. Ferðin var ikki serliga høg, mótstøðumenninir høvdu bólin meiri enn føroyska liðið. Teir royndu at spæla millum sín, og tað eydnaðist væl, men teir komu ikki til nógvar upp- lagdar málmøguleikar. Uppskriftin hjá føroy- ingunum var, sum hon hevur verið nógvu tær síðstu ferðirnar, tá talan hevur verið um telving ímóti øðrum smáum fót- bóltstjóðum í Europa. – Sum eg segði undan dystinum, so var setning- urin hjá okkum, sum hann hevur verið, tá vit t. d. hava spælt ímóti Luksemborg og Malta. Tað var lagt spæl- arunum eina við, at teir máttu ikki leypa framav. Heldur skuldu teir vera tolnir, avgjørdir í takling- unum og alla tíðina hugsa um møguleikan fyri kontra- álopum. Hetta sigur ein væl nøgd- ur Jógvan Martin Olsen. Hann hevur nú havt ábyrgd- ina av landsliðnum í tveim- um dystum. Um alt gongur, sum tað er ætlað, so fer hann ikki at hava ábyrgd- ina, tá Liktinstein fer at spæla landsdyst í Føroyum miðskeiðis í august, og hann fer heldur ikki at hava ábyrgdina í EM undan- kappingini, sum sjøtul fer at verða settur á seinni í ár. Men tað kann ikki sigast annað, enn at Jógvan Mart- in hevur góð hagtøl at vísa á. Í hansara stjórnartíð hevur landsliðið – í fyri føroyingar vánaligastu fót- bóltstíð – spælt tveir lands- dystir. Teir hava tapt annan, og teir hava vunnið annan, og samlaði málmunurin er 2–2! Høvdu møguleikar at leggja lok á Pól Thorsteinsson var so mikið skaddur, at tað var ikki hugsningur um at hann kundi spæla. Tí var Jón Rói Jacobsen í miðverjuni undir liðini á Bartali Eliasen. Andrew av Fløtum var í álopsplássinum, sum Christian Høgni Jacobsen var í sunnukvøldið. Annars var liðið mannað, sum tað var ímóti Póllandi. Fyrsta korterið skinklaði føroyska liðið eitt sindur. Tá knapt tjúgu minuttir vóru farnir gjørdist ein av mótstøðumonnunum leys- ur, men Jens Martin blokeraði meistarliga. Størra helmingin av fyrra umfarinum var besta løtan hjá føroyska liðnum: – Hesa løtuna skuldu vit havt lagt lok á. Vit skoraðu eitt mál, og vit høvdu tríggjar aðrar risastórar møguleikar. Um vit høvdu megnað at fingið úrtøku burturúr einum ella tveim- um av hesum møgu- leikunum, so hevði gongd- in sjálvandi verið øðrvísi í 2. hálvleiki, enn hon nú gjørdist, men tíbetur megn- aðu vit at halda tætt og vinna. At vit vinna ein so- vornan dyst hevur alstóran týdning fyri liðið og fyri føroyskan landsliðsfótbólt sum heild, heldur Jógvan Martin Olsen. Uni Arge stútaði før- oyska málið í 23. minutti. Eftir kontraálop í vinstru, varð bólturin beindur út til innkast. Andrew av Fløtum, sum fyri fyrstu ferð var millum teir fyrstu ellivu, smoygdi sær til baklinjuna, innleggið var hegnisliga lagt til handara stólpan, har Uni var púra leysur og skoraði. Tríggjar minuttir framm- anundan hevði Uni Arge – eftir innlegg frá Heðini á Lakjuni – havt ein góðan møguleika, og tað var eisini eftir innlegg frá Heðini, tá Rógvi Jacobsen í 28. minutti stútaði dygst fram- við málinum. Í 31. minutti var John Petersen tætt við. Jákup á Borg legði innfyri úr høgru, málverjin hálv- bjargaði royndini hjá Una Arge, og so royndi John seg. Moyrir og móðir Eftir steðgin høvdu mót- støðumenninir úr Liktin- stein bóltin væl meiri, enn føroysku spælararnir, men tað var bara í 86. minutti, at teir høvdu ein heilt góðan møguleika. Jens Martin Knudsen bjargaði uppi undir tvørtrænum. Í hinum endanum vóru tveir stórir møguleikar. Innskifti og púra leysi Hjalgrím Elttør var í 83. minutti um reppið at skora sítt fyrsta lands- liðsmál, men hann sendi dygst framvið, eftir at hann var spældur leysur av John Petersen og innskifta de- butantinum Klæmint Matras. Og tveir minuttir seinni spældi Hjalgrím Elttør væl til John Petersen, sum úr spískum í høgru royndi seg. Føroysku spælararnir løgdu seg í 2. hálvleiki ser- liga eftir at verja. Upp- skriftin var tann sama, sum hon var ímóti Póllandi: Álopsspælararnir lógu aftarlaga, og verjuspælar- arnir frammarlaga. Tað vil við øðrum orðum siga, at økið, sum tað varð spælt á, var ikki serliga stórt, og tað hevði aftur við sær, at talan var ikki um serliga po- leraðan fótbólt. – Okkara spælarar vóru móðir. Teir høvdu vant í átta dagar í veðri, sum er betri enn besta føroyska summarveðrið, og teir høvdu sunnukvøldið givið alt ímóti Póllandi. Sjálv- andi kendist hetta á avrik- inum ímóti Liktinstein. Teirra spælarar høvdu fyri- reikað seg optimalt til bara henda eina dystin. Tí vóru teir kropsliga betri fyri í 2. hálvleiki. At okkara vóru troyttir sást eisini aftur í, at ikki færri enn seks spælarar fingu gult kort, staðfestir Jógvan Martin Olsen. Troyttir menn vunnu á hvíldum monnum Føroyar–Liktinstein 1–0 (1–0) Í Pafos á Kypros Mikudagin 13. februar 2002, kl. 16.00 Dómari: 50 áskoðarar 1–0: Uni Arge 23. Føroyar: 1. Jens Martin KNUDSEN, 54/-141, NSÍ – 4. Jóhannis JOENSEN, 11/0, HB, 5. Bartal ELIASEN, 4/0, GÍ, 3. Jón Rói JACOBSEN, 4/0, HB, 2. Arnbjørn DANIELSEN, 6/0, B36 – 9. Jákup Á BORG, 20/0, B36 (17. Klæmint MATRAS, 1/0, B36, 77.), 10. John PETERSEN, 39/3, liðformaður, B36, 7. Rógvi JACOBSEN, 15/1, HB, 6. Heðin Á LAKJUNI, 7/0, KÍ (13. Hjalgrím ELTTØR, 2/0, KÍ, 81.) – 8. Uni ARGE, 36/8, HB (18. Palli AUGUATINUSSEN, 1/0, VB, 85.), 11. Andrew AV FLØTUM, 3/0, HB (12. Sámal JOENSEN, 24/0, GÍ, 70.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Meinhardt JOENSEN, 0/0, KÍ Gult kort: Rógvi JACOBSEN 25., Heðin Á LAKJUNI 43., Jóhannis JOENSEN 51., Bartal ELIASEN 52., Jón Rói JACOBSEN 73., Arnbjørn DANIELSEN 90. Venjari: Jógvan Martin OLSEN Hjálparvenjari: Jens Martin KNUDSEN Liðleiðari: Heðin ASKHAM Ognarrøkil: Birgir HANSEN Lækni: Jens Pauli MARSTEIN Fysioterapeutar: John–Reid SKORALÍÐ og Álvur HANSEN Ferðaleiðari: Dánjal ANDREASEN Liktinstein: 1. Peter JEHLE, Grasshopper Club Zürich (12. Martin HEEB /USV Eschen/Mauren, 46.) – 7. Martin TELSER, FC Vaduz (15. Mario WOL- FINGER, USV Eschen/Mauren, 90.), 6. Daniel HASLER, FC Wil 1900, 5. Michael STOCKLASA, FC Baden, 3. Frédéric GIGON, FC Stade Lausanne (14. Patrik HEFTI, FC Schaan, 88.) – 10. Thomas NIGG, USV Eschen/Mauren, 2. Martin STOCK- LASA, FC Zürich (18. Christof RITTER, FC Vaduz, 77.), 4. Andreas GERSTER, FC Vaduz (16. Marco BÜCHEL, FC Balzers, 90.), 11. Matthias BECK, USV Eschen/Mauren, (17. Franz BÜRG- MEIER, FC Vaduz, 70.) 9. Thomas BECK, FC Vaduz – 8. BÜCHEL Ronny, BSC Young Boys Bern Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: eingin Gult kort: 3. Frédérich GIGON 49., 4. Andreas GERSTER 60., Daniel HASLER 87. Venjari: Ralph LOOSE (TÝS) Hjalgrím Elttør var um reppið at skora í sínum fyrsta landsdysti, men skot hansara móti dystarenda fór dygst fram við stólpanum C M Y K 24