Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Klæmint Matras og Palli Augustinussen vóru fyrstu ferð á landsliðnum, og Jón Rói Jacobsen staðfesti, at hann avgjørt er boð upp á miðverjupláss í EM undankappingini LANDSDYSTUR Jóannes Hansen Føroyska landsliðsferða- lagið kemur aftur til Føroya seinnapartin í morgin. Seinnapartin í dag skulu teir spæla síðsta dystin á venjingarleguni á Kypros. Hann verður ímóti einum pólverskum 2. deildarliði og tískil verða spælararnir ikki skrásettir fyri lands- dyst. Tann einasti av teimum átjan spælarunum, sum ikki hevur verið í eldinum í landsdystunum ímóti Pól- landi og Liktinstein, er KÍ málverjin Meinhardt Joen- sen. Jógvan Martin Olsen sigur, at Meinhardt fer at fáa møguleikan í dag. Iva- leyst iðrar Meinhardt seg serliga nógv um, at liðfe- lagarnir ikki megnaðu at skora tvey mál afturat í 1. hálvleiki ímóti Liktinstein. Høvdu teir tað, so hevði sannlíkið verið størri fyri, at KÍ málverjin hevði verið skiftur inn síðsta hálva tíman. Men Føroyar skor- aðu bara eitt mál, og so er tað væl skiljandi, at venj- arin ikki vildi taka roynda Jens Martin Knudsen av vøllinum. Fleiri kring landsliðið Tríggir spælarar komu á landsliðslista. Teir eru Hjalgrím Elttør, KÍ, sum spældi við í báðum dystun- um, og sum var heilt tætt við at skora, og so Klæmint Matras, B36, og Palli Augustinussen, VB, sum vóru á vøllinum síðstu løtuna ímóti Liktinstein. Teir báðir fyrst nevndu hava verið á U–17 og U–19 landsliðunum. Merkisvert er tað, at Palli Augustinus- sen ongantíð hevur verið á yngru landsliðunum. Í 2000 var hann millum stuðulsspælararnar á VB liðnum, sum vann FM heitið, og í fjør stóð hann seg væl í Europa Cup dyst- unum hjá VB. Andrew av Fløtum er komin aftur í hitan, Heðin á Lakjuni hevur styrkt sína støðu, Jón Rói Jacobsen er ivaleyst tann, sum hevur styrkt mest av øllum um sína støðu: – Jón Rói megnaði væl sín leiklut, tá hann varð skiftur inn ímóti Póllandi, og ímóti Liktinstein spældi hann sera væl. At hava ein so góðan fótbóltsspælara í miðverjuni er frágera kær- komið. Hann er eisini so mikið skjótur, at um tað sá út til at eydnast hjá Likt- instein at stinga fram ímill- um, so megnaði Jón Rói at fáa fatur aftur á manninum, sum hevði runnið hann av, sigur Jógvan Martin Olsen. Fyribils venjarin heldur, at manningarliga sær tað gott út, nú ein nýggjur venjari skal taka við, og landsliðið skal undir eina nýggja EM undankapping: – Tað tykist at vera kapping um øll plássini á liðnum, og tað er positivt. Um vit rokna Christian Høgna Jacobsen, sum sunnukvøldið fór til Spania, og Pól Thorsteins- son, sum tíverri var skadd- ur ímóti Liktinstein, uppí, so vóru tíggju landsliðs- spælarar ikki tøkir ímóti Liktinstein. Tað er tí eg sigi, at tað er kapping um øll plássini, sigur ein væl nøgdur Jógvan Martin Olsen. Nr. 32 • fríggjadagur • 15. februar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo MARATHON- FÓTBÓLTUR tíðindaskriv Sandoyar Ítróttarfelag fer 5 árið á rað at hava maratonfótbóltsdyst í høllini á Sandoyar Meg- inskúla. Byrjað verður fríggjakvøldið 16. febr- uar kl. 18.00 og spælt verður út í eitt til leyg- arkvøldið 17. februar kl. 18.00. Tiltakið er frálíkt startskot uppá drúgva fótbóltskapping fyri framman. Ung og eldri møtast at kappast og gleðast um fótbólts- bóltsspælið. Tey, ið ikki tíma so væl bóltin hava høvið til annað undir- hald, ið eisini er á skránni. Dysturin er skipaður á tann hátt, at allir leik- ararnir, sum spæla við í dystinum verða býttir í tvey lið. Spælt verður so piltar móti piltum, smá- gentur móti smágentum o.s.fr. Menninir og kvinnurnar spæla um náttina og síðsta tíman av dystinum spæla menninir og kvinnurnar saman t.v.s menn og kvinnur á sama liði. Eisini børn í aldrinum 5-7 ár, børn sum ikki ganga í skúla sleppa at spæla við. Og sum nak- að nýtt skulu OLD GIRLS OG OLD BOYS eisini dystast. Fyri at kunna kalla seg Old Girl er kravið 30 ár og eldri. Menninir skulu vera 35 ár og eldri. Umráðandi er fyri B71 at hava so breiða undir- tøku sum gjørligt. ”Breið” undirtøka skal her skiljast sum: størri, tyngri og eldri, ið ongantíð eigur at blíva ein forðing fyri gleði á leikvøllum! Umframt sjálvan dystin er eisini kaku- tombola og bingo á skránni. Sum áður gjørt er ber til at vedda um úrslit og um, hvussu nógv mál verða skorað teir 24 tímarnar. Hepnu vinnararnir fáa frían ferðaseðil til Týskland at síggja dystin Týsk- land- Føroyar og til Skotlands at síggja dystin Skotland-Føroy- ar. Mikudagin kemur lítil faldari í hvørt hús í oynni við øllum neyð- ugum upplýsingum um tiltakið og nakað um felagið B71 Sandoyar Ítróttarfe- lag, B71 bjóðar øllum Sandoyingum og gest- um at taka lut í mara- tonvikuskiftinum 16. & 17. februar. B71 maraton- fótbóltsdystur HB álopsspælarin kom úr kuldanum og í landsliðshitan á Kypros, har hann skoraði og nú bara er eitt mál frá topp- skjúttanum LANDSDYSTUR Jóannes Hansen Tað er langt frá hvørja ferð, at føroyska landsliðið er vinnari í landsdysti. Tí fløvar sigurin á Liktinstein. Hann var eisini ein stað- festing av, at føroyingar hava gott tak á smáu fót- bóltstjóðunum. Burtursæð frá hálva svipsaranum ímóti Andorrra – dysturin í San Fernando í Spania 3. mars 1999 endaði málleys- ur – hevur tað eydnast at vunnið tvær ferðir 2–1 á Malta, tvær ferðir 1–0 á Liktinstein og 2–0 og 1–0 ímóti Luksemborg. Higartil hava føroyingar spælt 80 altjóða skrásettar landsdystir. Sigurin ímóti Liktinstein var tann 11. Málmunurin er 48–203. Todi Jónsson er framvegis toppskjútti – við 9 málum. Men nú verður fyrrverandi landsliðsmaðurin hóttur. Málið hjá Una Arge ímóti Liktinstein var tað 8, og tað kom væl við bæði hjá landsliðnum og Una Arge, sum seinasta hálva árið ikki hevur spælt fótbólt. Tí sigur tað seg sjálvt, at tað hevur verið ivasamt við framtíðini á landsliðnum hjá Arge manninum. Men á venj- ingarleguni á Kypros hevur Uni víst, at hann ætlar sær at seta dám á landskapp- ingina og harvið eisini at vera við í kappingini um plássini í álopinum á lands- liðnum. Todi Jónsson hevur skorað fimm av níggju málum ímóti smáum fót- bóltstjóðum. Trý ímóti San Marino í 1995 og tvey ímóti Malta í 1997. Um vit rokna Kypros uppí euro- peisku smátjóðirnar í fót- bólti, so hevur Uni Arge skorað fýra ímóti smátjóð- um: tvey ímóti Liktinstein og eitt ímóti Kypros og Malta. Nú eru nógv fleiri um boðið Uni hóttir Toda Uni Arge er nú bert eitt mál frá føroyska landsliðsmáltindinum At hava ein so góðan fótbóltsspælara í miðverjuni er frágera kærkomið, sigur Jógvan Martin Olsen um Jón Róa Jacobsen eftir dystirnar á Cypros 23 22 Nr. 32 - 15. februar 2002 Hotel Tórshavn, Tórshavnar Sjómans- heim, er fult upptikið í summar. Og sama støðan er á teimum flestu hotellunum, sigur stjórin FERÐAVINNA Edvard Joensen Tórshavn: Sjómansheimið er fult upptikið í summar- mánaðunum. Men restina av árinum kundu væl verið fleiri gistingar. Eisini um ólavsøkumundið komandi ár er upptikið. Stjórin á Tórshavnar Sjó- mansheimi, Jeffrei Jo- hannesen, letur væl at und- irtøkuni í summar, men harmast samstundis um, at sesongin er so stutt. – Tríggir mánaðir føða einki hotel, sigur hann og vísir á, at hann væl kundi hugsað sær, at fleiri fólk búðu á Sjómansheiminum uttan fyri hásesongina. Hann sigur tó, at tey á Sjómansheiminum eisini væl merkja, at meira ferð er á samfelagnum sum heild, enn tað hevur verið fyri bara nøkrum árum síðan. Alt tað nógva virksemið, sum er í landinum, sæst aft- ur í forrætningsfólki, mon- tørum og øðrum, sum koma uttanlands at arbeiða ymsa- staðni í Føroyum. Teir skulu so búgva onkun- staðni, og tað plagar van- liga at vera á hoteeli. Um komandi summar sigur Jeffrei Johannesen, at Tórshavnar Sjómansheim hevur ikki pláss fyri øllum, sum biðið hava um hús. Tað er sum í Betlehem undir kendu fólkateljingini, at tey verða víst frá durunum, tá tey spyrja. Eisini ferðaløg- um, sum hava biðið pláss fyri bólkum, hevur Sjó- mansheimið verið noytt at siga frá sær í summar, sigur hann. Ov fáir týskarar Hann metir, at tað nú eru fruktirnar av tí marknaðar- føring, føroyingar hava gjørt utanlands, sum vísa seg. Tó heldur hann, at alt ov fáir týskarar vísa seg á hotellunum í mun til ta peningarupphædd, brúkt verður upp á at marknaðar- føra Føroyar í Týsklandi. Gaman í fær Smyril Line sín part, sum eisini er gott. Men gistingarhúsini síggja lítið til teirra, tí teir flestu búgva í campingvognunu- m, teir koyra við. Hinvegin eru amerikan- arar farnir at vísa áhuga fyri Føroyum, sigur stjórin á Sjómansheiminum. Hann vil ikki siga nakað vist um, hví tað er vorðin sovorðin áhugi fyri Føroy- um í USA. Grundirnar kunnu vera ymiskar, og tann høgi dollarakursurin mótvegis krónuni kann spæla inn. Men tað kann eisini vera, heldur Jeffrei Johannesen, at amerikanarar eru farnir at leita sær eftir friðarligum ferðamálum, har teir meta seg kunna vera rímiliga tryggar. Men stóra talið av út- lendskum ferðafólki, sum býr á Sjómansheiminum, eru skandinavar. Og serliga danir eru nógvir í tali. Tað vísir seg, at ávís ferðafeløg hava fastar túrar til Føroya, og tey biða so um pláss í góðari tíð. So longu nú eru pláss umbiðin til næsta ár, sigur Jeffrei Johannesen, stjóri á Sjó- mansheiminum í Havn. Tungt at reka Jeffrei Johannesen, sum eisini er formaður í felag- num fyri gistingarhús og matstovur, sigur, at eitt er at reka hotell í Havn, har streymurin er so nøkun- lunda javnur út og inn. Men at reka hotell í út- jaðaranum er sera tungt, sigur hann. Tað eru bara nakrir ideal- istar, sum fara undir slíkt við bjørtum vónum, men sum skjótt finna út av, at teir hava bundið seg so fíggjarliga, at teir sleppa ikki burtur úr tí aftur. – Grundarlagið er stutt sagt ov lítið, sigur Jeffrei Johannesen. Tað skal líka nógv fólk til at hava eina matstovu, sum selur døg- urða til 10 fólk, opna, sum at hava eina, sum selur til 60 fólk. Tímatalið til starvsfólkið verður tað sama, fólk skulu hava løn, og prísurin á tilfarinum lutfalsliga minni, størri nøgdin er. – Tað er lítið gevandi í mun til stríðið, fólk hava av at reka gistingarhús og mat- stovur á smærru plássun- um, sigur Jeffei Johanne- sen, formaður í felagnum fyri gistingarhús og mat- stovur í Føroyum. Trongt í summar Ferðavinnan í Eystur- oy er farin at brynja seg til summarið. Onkur nýggjur dagstúrur verður væntandi gjørdur, eins og gamlir kenningar eisini verða á skránni FERÐAVINNA Edvard Joensen Runavík: Kunningarstovan í Runavík ætlar at hava nýggj tilboð á skránni til tey ferðafólkini, sum vitja Eysturoynna í summar. Ferðavinnan í Eysturoy arbeiðir í løtuni við at gera ein nýggjan faldara við ferðatilboðum í oynni. Rannvá Troest, leiðari á Kunningarstovuni í Runa- vík, sigur, at ætlanin hjá ferðavinnuni er at fáa spjatt tiltøkini um alla oynna. Tað krevur tó, at allar kommun- ur í Eysturoy hava ábyrgd- arfólk, sum kunningarstov- urnar og ferðafyrireikar- arnir kunnu venda sær til fyri at fáa ráð og vegleiðing um ymiskt, sum staðkend fólk skulu til. Ætlanin er eisini at fáa fleiri ferðaleiðarar. Og dentur verður lagdur á so vítt gjørligt bert at hava staðkent fólk sum leiðarar. Onkur nýggjur túrur fer at verða lýstur í nýggja faldaranum, sigur Rannvá Troest. Eitt nú túrurin kring Toftavatn og økið har um- leið, sum verður ein heil- dagstúrur, ið bæði verður gjørdur til gongu og við bussi, umframt at tað eisini verður møguleiki fyri at fáa føroyskan mat serveraðan. Ætlandi skal túrurin byrja við Runavíkar Sjó- mansheim, haðani gingið verður við staðkendum ferðaleiðara kring Tofta- vatn. Eftir at gingið er um Toftavatn, verður farið niðan á Svangaskarð, har Borðreitt verður við før- oyskum mati. Eftir at etið er, verður farið við bussi av Svanga- skarði og vitjað verður í báðum kirkjunum í sóknini, Nes Kirkju og Fríðriks- kirkjuni, áðren farið verður aftur á Sjómansheimið. Av gomlum túrum er at nevna gongutúrin av Sela- trað niðan á Eysturoyar- sillina. Rasmus Skorheim, bóndi á Selatrað, hevur í fleiri ár staðið fyri hesum túrinum, sum nú tykist rættiliga kendur. Rasmus fer eisini í ár at ganga við fólki í haganum. Nevnast kann, sigur Rannvá Troest, at eitt ferða- lag frá einum donskum landbúnaðarskúla kemur til Føroya í vár og skal búgva á Skótadeplinum á Sela- trað. Tey ætla eisini at fara gongutúrin við starvsfelag- anum á Selatrað. Eisini aðrastðani í oynni eru áhugaverd tiltøk. Eitt nú er møguleiki fyri kano- rógving og øðrum vatn- ítrótti á Eiði, eins og gongutúrar eisini veðra gjørdir haðani. Tó er ikki altíð, at fólk vilja hava ferðaleiðara við. Summi vilja heldur fara fyri seg sjálvan, og tað ber seisini til, sigur Rannvá Troest. Gjørdur verður ein so- nevndur gongufaldari, sum greitt vísir, hvørjar gøtur viðmæltar verða, hvussu merkt er og so framvegis. Hesin faldarin fevnir um alt landið, og tað eru Ferða- ráðið og kunningarstovur- nar kring landið, sum standa fyri honum. Tryggleikin er í hæddini, so um fólk halda seg til tað, sum fyriskrivað er, skuldi eingin trupulleiki staðist av, at fólk eisini fara einsamøll i hagan. Ferðavinnan riggar til Ætlar tú at gista á Sjómansheiminum á ólavøsku 2003, er tíð at biða um pláss nú. Í ár er eingin kjansur at fáa kamar Tað ber eisini til at gera gongutúrar í haganum uttan ferðaleiðara Mynd: Edvard Joensen C M Y K 22