Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. november 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. november 2010 · Nr. 164 20 Sosialurin Postboks 104 . FO-110 Tórshavn . Tel 350 250 . Faks 350 251 . info@vh.fo . www.vh.fo Vinnuháskúlin er ein nútímans skúli við serkønum lærarum í øllum lærugreinum, eins og skúlin hevur allar teir hentleikar og útbúnað, sum skulu til fyri at gera útbúgvingina áhugaverda og góða. Útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum eru góðkendar av Føroya Landsstýri, Søfartsstyrelsen og IMO. Hevur tú hug at gerast maskinistur, maskinmeistari, skipari ella skipsførari ? Set teg so í samband við skúlan, so senda vit tær upplýsingar um upptøku- treytir og lesturin saman við umsóknarblaði. Umsóknarblað kann eisini heintast á heimasíðu okkara: www.vh.fo Spennandi útbúgvingar - eitt hav av vinnumøguleikum Nýtt skúlaár byrjar 3. januar 2011. Umsóknarfreistin er 1. desember 2010 Maskinmeistari Maskinmeistaraútbúgvingin er mest fjølbroytta og hægsta tekniska yrkis- útbúgving, sum kann takast í Føroyum. Útbúgvingin gevur sera stórar møgu- leikar, bæði á sjógvi og landi, líkamikið um tað er í Føroyum ella úti í heimi. Maskinmeistaraútbúgvingin gevur eisini møguleikar fyri at blíva elinnleggjari. Eisini í oljuvinnuni eru maskinmeistarar størsti einstaki yrkis- bólkurin. Útbúgvingin tekur 3 ár. Upptøka til maskinmeistaraútbúgving- ina verður í januar og í august í 2011. Maskinistur Maskinistútbúgvingin gevur møguleikar fyri at vera maskinstjóri á flestu veiðufør- um, sum fiska á føroyskum sjóøki. Útbúgvingin gevur t.d. eisini rætt til at vera maskinstjóri á skipum við maskinorku upp til 3000 kW í altjóða sigling. Útbúgvingin tekur 9 mánaðir. Upptøka til maskinist verður í august í 2011. (Umsóknarfreist er 1. juni 2011). Skipari Vinnuháskúlin bjóðar altjóða góðkendar útbúgvingar til skipara og skipsførara, sum geva vinnumøguleikar á sjógvi og landi um allan heim. Sum skipari kanst tú føra øll fiskiskip um allan heim, eins og farmaskip, upp til 3.000 tons. Skiparaútbúgvingin tekur hálvtannað ár. Tá ið tú hevur staðið skipara, kanst tú fara beinleiðis til skipsførara. Upptøka til skipara verður í januar og í august í 2011. Skipsførari Skipsføraraútbúgvingin tekur tilsamans 3 ár; 3 hálvár til skipara og síðani 3 hálv- ár til skipsførara. Sum skipsførari kanst tú føra øll skip á øllum høvum. Upptøka til skipsførara verður í januar og í august í 2011. Maskinmeistara-, skipara og skipsføraraútbúgvingarnar eru moduluppbygdar. krea . tel 60 80 80 Maskinmeistari Maskinistur Skipari Skipsførari Maskinmeistari Maskinistur Skipari Skipsførari Til høvuðsskrivstovu okkara í Tórshavn, verður søkt eftir skrivstovunæmingi. Vit vænta okkum ein næming, sum er fyrikomandi, er vanur at arbeiða við teldu, hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Umsøkjari við HH prógvi hevur fyrimun. Vit bjóða eitt lærupláss við fjøltáttaðum uppgávum og góðum arbeiðsumhvørvi. Í lærutíðini fært tú upplæring innan alt vanligt skrivstovuarbeiði og kemur eisini at hava nakað av sambandi við Fasthandlar. Seinasta freist at senda inn umsókn við prógvum og møgu- ligum ummælum er 10. desember 2010. Umsóknir vera at senda til : Effo Pf. Postboks 3098 FO-110 Tórshavn Att. Rasmus Joensen ella sum teldupost til: raj@effo.fo Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Rasmus Joensen á telefon 34 35 00. Effo Pf. Postboks 3098 110 Tórshavn Tel +298 34 35 00 www.effo.fo Effo søkir skrivstovunæming Talan er um eitt fulltíðarstarv og umframt uppgávuna sum móttøkufólk kunnu væntast fyrisitingarligar uppgávur fyri vinnudeildina og íløgudeildina. Uppgávur annars eru at taka ímóti viðskiftafólkum, sum koma inn í bankan í Húsagøtu og avgreiða viðskiftafólk í telefonini. Vilt tú vita meira, kanst tú venda tær til Rune Nørregaard, leiðara á stjórnarumsitingini, á telefon 330 330 ella á run@banknordik.fo. Umsóknarfreistin er mánadagin 6. desember 2010. Send tína umsókn við avritum av CV og viðkomandi skjølum til: BankNordik, Húsagøta 3, Postboks 3048, 110 Tórshavn, Att. Starvsfólkadeildin ella til starvsfolk@banknordik.fo. Les meira á www.banknordik.fo/starv Móttøkufólk til BankNordik BankNordik sóknast eftir einum móttøkufólki til høvuðssæti bankans í Húsagøtu í Tórshavn. Sum móttøkufólk verður tú fyrsta andlitið, sum viðskiftafólk bankans koma í samband við og sum bjóðar teimum vælkomin í bankan.