Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. november 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 164 · 25. november 2010 19 VIKUSKIFTI Tað hendir ... lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein Leita eftir besta dJ seinnu árini hevur rákið innan dJ’ing vundið uppá seg. Vit síggja fleiri og fleiri dJ’arar gera um seg í tónleikaheiminum, og tíðarinnar rák hevur lyft hesar uppá sama støði sum tónleikarar, sum spæla sítt ljóðføri. Vit síggja túsundtals fjepparar kring allan heim fylkjast um hesar ljóðsnillingar, sum eitt nú trentemøller, tiesto og aðrar. nú skal besti dJ í føroyum finnast. Kappingin byrjaði um vikuskiftið og heldur fram komandi vikurnar. Føroya Besti DJ Ítróttarhøllin á hálsi Leygarkvøldið 27/12 Gud oG ameriKansKi dreymurin teitur Lassen hevur langt síðani vunnið út um landoddarnar við sínum tónleiki, og fyri seinastu útgávuna fekk hann millum annað 5 stjørnur í stórum enskum dagbløðum. nú hevur teitur givið nýggja fløgu út, har hann millum annað hugleiðir um amerikanska dreymin, um Gud og um at taka lívið, sum tað kemur. teitur Let the dogs drive home hVør Kann eLsKa eitt ódJór? ein stórsligið disney-ævintýr um prinsin, sum verður raktur av einum forbannilsi. hann verður til eitt ódjór, og útsjóndin ræðir fólk. einasti mátin, hann kann sleppa burtur úr sínari vanlukkuligu støðu, er, um hann finnur onkran, sum elskar hann fyri tað, hann er. men hvør kann elska eitt ódjór? skønheDen og uDyret dvd-filmur LiVerpooL Í toppdysti enska stórfelagið hevur ikki spælt toppdystir í ensku kappingini higartil í ár, men í europa League liggja teir á odda í sínum bólki. Liverpool er trý stig framman fyri steaua bukarest, og hóskvøldið bresta júst hesi feløgini saman í toppdysti í bukarest. Við sigri kann Liverpool tryggja sær heitið sum bólka vinnari, meðan steaua bukarest kann toga seg upp undir liðina á Liverpool við einum sigri. steaua Bukarest-LiverpooL europa League hóskvøldið 2/12 kl. 18.00 edith máLar sinn oG náttúru Í hesum døgum hevur edith mørkøre framsýning í smiðjuni í Lítluvík. á framsýningin verður abstrakt og ekspressionistisk list at síggja. Íblásturin til málningarnar á framsýningini hevur hon út frá viðurskiftum, sum rørast í dagliga lívinum og hendingum sum hon ella onnur rundan um hana koma út fyri. náttúran, vøkstur og árstíðirnar eru eisini við til at geva edith íblástur fyri tíðin, og hon heldur, at sinnið og náttúran hava nógv til felags og renna saman í eina størri eind. eDith Mørkøre smiðjan í Lítluvík 25/11-1/12 JóLabyGdin tendrar sunnudagin tendrar jólabygdin Æðuvík. seinastu 9 árini hevur nógv verið gjørt burtur úr jólahaldinum í Æðuvík. húsini verða pyntað við perum og jólapynti sum onga aðrastaðni í føroyum, og fólk koma langvegis frá fyri at síggja jólabygdina í fullum blóma í desember. sunnudagin tendra tey kontaktirnar í Æðuvík. JóLaBygDin tenDrar Æðuvík sunnudagin 28/11 kl. 19.00