fríggjadagur 26. november 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 26. november 2010 · Nr. 164
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
A
bbi Marin var Samuel
Peter Frederik Rasmus
sen, Sámal á Kák, sum var sjó
maður. Helst hevur hann siglt
úti í heimi. Hann dugdi enskt
og plagdi at vera loðsur.
Kona hansara var Súsanna
Christina f. Michelsen (1869
1942), kallað Stina.
Sámal var bert 33 ára
gamal, tá ið hann varð funnin
druknaður í Vágsbotni, bert
33 ára gamal. Eftir sótu kona
og 5 synir.
Hetta var syrgiligt, men
hendingin gjørdist søgulig,
tí prestur, Emil Rothe var
prestur í Havn tá, noktaði
Sámali at verða grivin frá
kirkjuni. Orsøkin var tann,
at prestur meinti, at maðurin
hevði beint fyri sær sjálvum.
Tí hevði hann ikki rætt til eina
vanliga kirkjuliga jarðarferð.
Henda hending er byrjan
in til skaldsøguna hjá Oddvør
Johansen »Í morgin er aftur
ein dagur.«
Líkið av Sámali varð tískil
sett í Sproytuhúsið, eitt hús í
gamla kommunuskúlagarði
num, har býurin goymdi
sínar
brandslangur,
vatn
pumpur og eldsløkkingaram
boð annars. Ætlanin var so, at
Sámal skuldi jarðast hiðani.
Men einkjan gav presti
greið beskeð, at slapp líkið av
manninum ikki inn í kirkjuna,
so skuldi hann heldur ikki
standa fyri jarðarferðini.
Stina fekk so fatur á
systkinabarni sínum, prósti
num á Nesi, Fríðrik Petersen.
Hann syrgdi so fyri, at
Sámal varð fluttur yvir í
Meinigheitshúsið, núverandi
býráðssal í Havn. Oddvør
skrivar um jarðarferðina 3.
september 1901:
»Fríðrikur próstur helt
eina vakra og uggandi røðu.
Sterka andlitið á honum er
bleikt, og tá ið hann við síni
málmrødd leggur fyri við at
syngja, koma djúpar foyrur í
tað breiða ennið.«
Mótmælti við at
konvertera til
katolismuna
Henda hending fekk serligar
avleiðingar. Viðferðin, sum
pápin fekk frá etableraðu
kirkjuni, tók børnunum fast.
Serliga var hetta galdandi
fyri elsta sonin, 10 ára gamla
Jógvani.
Sum Jógvan vaks til, vildi
hann ikki vita av kirkjuni.
Fyrst
gjørdist
hann
ein
»rættuligur« sosialistur, sum
vildi avtaka kirkjuna. Hesum
kom so einki burtur úr.
Men so gjørdi hann ikki
vandari, enn at hann limaði
seg inn í katólsku kirkjuna,
og har kom hansara ætt at
vera alla hansara tíð.
Jógvan var annars ein
kendur maður í Havn sum
prentsmiðjustjóri, faktor, hjá
H.N. Jacobsen. Hann var eisini
formaður í nevndini í Havnar
Sjúkrakassa í mong ár.
Eisini var hann bert 14 ára
gamal ein av stovnarunum
av Havnar Bóltfelag í 1904.
Næsti Stinu og Sámal var
Sofus f. 1893. Hann gjørdist
timburmaður. Konan doyði
frá nógvum børnum, og hann
flutti til Nakskov, har hann
fór at arbeiða á skipasmiðju.
Triði sonurin var Sigurd
Martin f. 1895, sum doyði í
1920 av sponsku sjúku.
Tann fjórði var Peter
Fredrik f. 1899. Hann giftist
við Thomasiu Hentze, av
Sandi. Tey eru foreldur til
hesa lítlu Marin, sum eigur
gravsteinin í hesi grein. Hon
hevði mjadnafeili og varð inn
løgd á hospitalið. Hetta skuldi
verið meinaleyst, men Marin
fekk lungnabruna og doyði.
Hennara systkin, sum øll
fingu Hentze til millumnavn,
vóru:
Marin Kristina f. 1932,
uppkallað eftir systrini
Petur Sigurd f. 1933
Martha f. 1937
Sjúrður f. 1942
Sólrún f. 1942
Tann yngsti av synunum
hjá Stinu var Alfred føddur
í 1901, beint áðrenn pápin
doyði. Hann var ógiftur og
var kendur sum Lítli Brend.
Míni, tíni, okkara
børn og hini
Stina
giftist
upp
aftur
við Elias Johansen, tann
kendi bátabyggjarin Elias í
Rættará. Hjá honum komu
fleiri av dreingjunum at læra
handverk.
Elias og Stina fingu synir
nar Elias, kendur frá útvarpi
num, Kristian, sum flutti til
Danmark á eldri árum og
doyði har og Verland, pápi
Oddvør Johansen.
Elias hevði verið giftur
fyrr giftur við systir Sámal á
Kák, Katrinu Malenu.
Her vóru tað »míni børn,«
»tíni børn« og »okkara børn«
umframt »hini«. Tey tóku
nevniliga tvey børn til sín,
nevniliga Georg Eklund og
kenda konubrotið Andrea
Árting.
Hetta var eitt megnar
hús. Tað vóru tilsamans 19
børn, sum hoyrdu til húsið.
Kortini ikki øll í senn. Nøkur
av børnunum hjá Elias í fyrra
hjúnarlagi doyði smá. Tey
vóru upp til 16 fólk í húsi. Øll
hesi børn vóru systkinabørn,
um tey ikki vóru systkin.
Men Stina kom at gerast
einkja aftur. Elias doyði
longu í 1925, meðan Stina
sjálv livdi til 1942.
Um Petur hjá Stinu
Sosialurin
skrivaði
hesi
minningarorð
um
Petur,
pápa Marin, 5. mars 1960:
Petur hjá Stinu er nú far
in. Hann var kendur havnar
maður, tók lut í samfelagslívi
num sum fáur. Hansara áhugi
fyri øllum tí, sum livandi er,
og sum gott og framburð bar
við sær, var ikki lítil.
Sjálvur bar hann seg ikki
undan. Hann var sangari og
fimleikari. Hann var altíð
fúsur, tá tað var samfelagið
og tess viðurskifti, samrøðan
snúði seg um.
So fer. Ikki bert nú Petur er
farin, men hansara vinir eru
fleiri farnir undan honum á
ungum aldri. Vit minnast teir
tríggjar, Jakki í Stórustovu,
Andr.Mouritsen (Gubbi vit
nevndu), og nú Petur. Teir
kundu práta saman, vóru
altíð áhugaverdir at líða á,
og altíð gjørdist flokkurin alt
størri, tá teir vóru saman.
Einum góðum vini hava
vit nú sagt farvæl, ein góðan
partamann
hava
vit
so
knappliga mist burtur her á
fold.
HAF tíðindi, blaðið hjá
Havnar Arbeiðsmannafelag
skrivaði:
Peter F. Rasmussen, fyrr
verandi nevndarlimur, var
føddur í Havn hin 25. 2 1899.
Hann gjørdist limur nr. 354
tann 1.6. 1919 og var í fleiri ár
nevndarlimur, seinast í 1949.
Petur var handverkari, og
tað var sum slíkur, at hann
var við til at stovna hand
verkaradeildina, og kann tað
sigast, at tað var honum eitt
vónbrot, at klovningur kom
í og handverkarar stovnaðu
egið felag. Hann visti, at
feløgini stóðu betur saman
sum tvær deildir.
Petur var sum ungur á
bátabyggjarínum úti í Álakeri
hjá fosturfaðiri sínum Liasi
Rættará úti, men um 20
ára aldur fór hann niður á
Svendborg Skibsværft, har
hann tók sveinastykkið.
Petur var ógvuliga hugað
ur felagsmaður og var so at
siga á hvørjum fundi, og var
tað sjáldan hann ikki tók til
orða.
Stinuborg
Stina
var
ein
markant
kvinna. Hennara synir vóru
kallaðir .. hjá Stinu, Jógvan
gjørdist Stinarin.
Upprunaligu húsini hjá
henni vórðu kallað Stinu
borg. Her helt Hans Andrias
Djurhuus kvøldskúla í før
oyskum. Serliga vóru tað fólk
úr ungmannafelagnum, sum
tóku lut. Hetta verður nærri
umrøtt í bók um Petur Alberg,
sum kemur út í næstum.
Á
hendan
hátt
kom
Stina eisini at skapa søgu í
mentunarlívinum í Havn.
Munnligar keldur:
Oddvør Johansen
Petur Sigurd Rasmussen
Marin C.H. Rasmussen:
Abbin slapp ikki at verða jarðaður frá kirkjuni
Barnagravir kunnu eisini eiga áhugaverda søgur. Ein teirra er hjá teirri minni enn ársgomlu Marin
C.H. Rasmussen. Abbi hennara varð av prestinum ætlaður ta mest vanvirðisligu jarðarferðina
Marin gjørdist
ikki ársgomul
Sámal á Kák slapp ikki at
verða jarðaður úr kirkjuni.
Sum tað sæst á hansara
klæðum hevur hann neyvan
verið vanligur fiskimaður
Stina saman við sínum synum eftir at hava mist mannin.
Aftast standa Jógvan t.v. og Sofus. Frammanfyri
Sigurð, Alfred í fanginum á mammuni, og Petur
Komandi partur
verður um Thomas
Juul Michelsen,
systkinabarn Stinu
Presturin sum ikki vildi
loyva Sámal í kirkjuna
MARIN C. H.
RASMUSSEN
F. 5.6 1931
D. 3.2 1932