fríggjadagur 26. november 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. november 2010 · Nr. 164
24
Sosialurin
Leo Poulsen
»Onkur her í okkara lítla landi
roynir at vísa á viðurskiftini
hjá
arbeiðstarnaðum
og
møgu leikar, og eisini fær
hesi boð út um allar geilar.
Og hesin persónurin situr
mitt ímillum okkum í dag, og
nú skal eg ikki halda tykkum
á
pínubonkinum
longur,
men avdúka, at tað er Snorri
Brend«.
Soleiðis
segði
Johan
Sam uelsen, stýrisformaður
fyri nevndina í Dugna, um
grund gevingina
fyri,
at
Snorri Brend varð valdur at
fáa ársins kær leiks kúlu.
»Í fimm væl uppsettum
greinum í Sosialinum hevur
Snorri Brend verið við til at
breiða hendan boðskapin út
millum manna. Og hann tók
soleiðis til í einum telduposti
til forkvinnuna fyri MBF, at
øll hesi fólkini hava sína
søgu, og tey hava styrkir og
egin leikar, sum kunnu verða
øðrum at gagni, íblástur
og út haldni. Og tað er júst
hetta, ið ungi nólsoyingurin,
ið situr í koyristóli og gongur
á tekniska skúla, tann bara
deyvi
timburmaðurin
úr
Runa vík og tann blinda
kon an úr Vestmanna, oynd
firðingurin við sínum seiggi
og Tanja úr Kollafirði, sum
fekk
lívsmótið
aftur
á
Dugnaskúlanum við Áir hava
víst okkum gjøgnum hesar
heilt
ígjøgnum
positivu
grein ar, sum Snorri setti á
blað í vár«, segði Johan Sam
uelsen.
»Vit á Dugna takka tær
og vilja vísa tær takk semi
við at handa tær fyrstu kær
leikskúluna í 2010. Hjartaliga
tillukku og hjartaliga takk
fyri greinarnar«, segði Johan
Samuelsen á samkomuni á
Listasavni Føroya fyrrapartin
í gjár.
Kempa víðari
Snorri Brend er sjálvur út
búgvin innan Heilsuverkið,
og kennir tí væl til sjúklingar,
sum koma inn í skipanina,
men eisini sleppa úr henni
aftur.
– Hetta er eitt øki, sum
eg havi persónligan áhuga í.
Eg var burtur úr starvinum
á Sosialinum eitt ár, har eg
royndi nakað annað. Tað, at
vera burtur úr blaðmanna
starvinum gav eisini rúmd til
at hugsa, og sum eg nevndi
so hevur hvør persónur sína
søgu, sigur Snorri Brend.
Hann er sjálvandi sera
fegin um hetta herðaklappið,
sum Dugni hevur givið hon
um, tí tað merkir nógv, at
eisini onnur, og í hesum før
inum Dugni, sum til gerandis
arbeiðir við arbeiðstarnaðum
persónum, virðismetir tað
arbeiði, hann ger.
– Hesi fólkini, sum eru or
søkirnar til hendan heiðurin,
hava øll hvør í sínum lag
eitthvørt líti at dragast við,
men felags fyri tey øll er, at
tey hóast hesar trupulleikar
kempa víðari. Handan skalið
bankar eitt hjarta og birtist
ein vilji, sum ger, at tey hava
áræði at stríðast víðari. Eg
havi »bara« vøddasvinn, ella
eg eri »bara« deyvur, siga
hesir báðir, og tað vísir lívs
mót, sigur Snorri Brend.
Besta greinin
Á samkomuni á Listasavni
Føroya fyrrapartin í gjár
greiddi Snorri Brend frá,
hvussu søgan um Tanju úr
Kollafirði mest sum av tilvild
fann vegin inn í Sosialin.
– Vit báðir Jens Kristian,
myndamaðurin, vóru á veg
norður eftir. Komnir norður
um Hósvík stakk tað seg
knappliga upp á meg, at fara
inn á Dugnaskúlan við Áir,
har eg ongantíð hevði verið
áður, segði Snorri Brend.
Sum sagt so gjørt. Teir
báðir fingu fatur í skúla
stjóranum og fingu eisini
»lánt« ein flokk í ein tíma.
– Meðan vit soleiðis sita
og fáa okkum ein kaffimunn,
kemur Tanja á skúlan á veg
til arbeiðis á Bakkafrost.
Hasa átti tú at tosa við, segði
skúlastjórin, og vit kombi
neraðu tað soleiðis, at Tanja
greiddi hesum skúla flokk
in um frá sínum royndum
og trupul leikum, og hvussu
Dugna skúlin hjálpti henni
víðari, segði Snorri Brend.
Hendan søgan var so
góð, at hon gjørdist til bestu
greinina, hann hevur skrivað
yvirhøvur.
– Hetta er enn ein positiv
søga um fólk, sum eru sloppin
burtur úr einum truplleika
og nú fungera eins og øll
onnur í samfelagnum, segði
Snorri Brend.
Hetta er annað árið, at
Dugni skipar fyri at gera
sonevndu kærleikskúlurnar.
Fyrsta árið var í fjør, og tá
fekk Kemilux heiðurin. Í ár
var tað so okkara egni Snorri
Brend, ið fekk herðaklappið
og ársins kærleikskúlu frá
Dugna. Tillukku við tí.
Snorri Brend fær
herðaklapp frá Dugna
Annað árið at Dugni heiðrar fólki við kærleikskúluni, er tað Snorri Brend, blaðmaður á Sosialinum, sum
fær hendan heiður fyri at varpa ljós á fólk, ið hava ymisk arbeiðstarnandi hóttafall at dragast við
Snorri Brend, blaðmaður á Sosialinum, saman við listakvinnuni, ið hevur sniðgivið ársins kærleikskúlu, Sigrun Gunnarsdóttir, og Jóhan Samuelsen, formaður í stýrinum fyri Dugna
Mynd: Jens Kristian Vang