fríggjadagur 26. november 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 164 · 26. november 2010
7
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ eydnu
eydna@sosialurin.fo
Leygardagin 4. desember Letur Make-up Store upp
í Havn. Vit haVa tosað Við MirjaM reinert olSen,
kostmetoLog, make-up artiSt og styList, sum
saman Við SyStur síni Hannu reinert davidSen
skaL reka Handilin. Vit haVa fingið nøkur góð
Góð ráð frá Mirjam til eldri húð
– eldri húð hevur rukkur og linjur, og skal
tí ikki at smyrjast ov nógv. Ov nógv smyrsl
framhevjar rukkurnar. um tú nýtir foundation,
skal tað tí ikki verða ov tjúkt – eitt gott
ráð er at blanda andlitskrem uppí.
– eygnaskuggar skulu ikki vera ov skyggjandi,
tí tað ger linjurnar meiri sjónligar. Mattir
eygnaskuggar eru bestir til eldri húð.
– Av tí, at húðin við tíðini missir fríska litin, klæðir
tað væl eldri kvinnum at nýta rosa og fersken litt
kinnareytt, fyri at endurskapa glóðina í húðini.
Foundation, kr. 275,-
Blush, kr. 175
Góð ráð frá Mirjam um vetrarsmyrslið
– um veturin kanst tú smyrja tær ógvusligt og nýta sterkar litir.
– Vetrarsmyrslið í Make up Store eitur Frozen diamond. Tað eru
kaldir, klárir litir við nógvum skyggjandi og glitrandi effektum.
– Smokey eyes er tó altíð vakurt, tí tað framhevjar eyguni.
Prei: Ofta verða smokey eyes sett í samband við svartar/
gráar litir, men til ber eisini til at nýta t.d. blátt ella
brúnt. Smokey eyes merkir, at sminkan er myrk, og verður
tónað út, soleiðis, at tað ikki eru sjónligir kantar.
Prei: Til smokey eyes ber til at tekna alt eygnalokið við
eini bleytari kohlstift, leggja eygnaskuggar omanyvir
og síðani tóna út. Tá heldur liturin longri.
Mascara, kr. 165,-
Kohlstift, kr. 145,-
Eyedust, kr. 145,-
High tech lighter, kr. 175,-
micro shadow, kr. 145,-
Góð ráð frá Mirjam um varrarnar
– Sterkir litir á varrunum eru inn. Íblásturin er frá 40'unum,
og litirnir eru alt frá sterkt reyðum yvir í bordoux.
Prei: Fyri at fáa varrastiftina til at halda longri ber
til at tekna allar varrarnar við einum varrablýanti í
sama liti, sum varrastiftin, og síðani smyrja varrastift
útyvir. So heldur liturin nógvar ferðir longri.
Prei: Reglan hevur verið, at um eyguni eru nógv
smurd, skulu varrarnar verða bleikar og øvugt. Men í
ár ber til at smyrja bæði eygu og varrar við sterkum
litum. Tá skal tó ikki vera nógv kinnareytt.
Varrastift, kr. 179,-
Varrablýantur, kr. 145,-
Góð ráð til vetrartroytta húð
– Reinsa húðina dagliga og nýt skrubbikrem einaferð
um vikuna, fyri at halda húðina fríska.
– um veturin er húðin ofta matt, og hon sær frískari út, um
smáir glitrandi partiklar verða smurdir á hana. Highlitari
á kinnabein, nasarygg, høku og pannu er ein góð loysn,
eins mineralputur og blush kunnu gera undurverk.
Prei: Vel foundation eftir húðarlitinum -hvørki myrkari
ella ljósari, og nýt dekkstift til at gera húðina einslitta.
Reinskúm, kr. 195,-
Sparkling powder, kr. 260,-
Mineralputur, kr. 440,-
Concealari, kr. 295,-
Ein heimur av litum
Fakta um make up Store:
Smyrslið var upprundaliga gjørt til make-up artistar, men tað varð so vælumtókt, at
tað eftir eini tíð eisini varð framleitt til vanliga sølu. Slagorðið er »Ein heimur av litum«,
og hugsanin er, at fólk skulu hava tað stuttligt og tora at eksperimentera. Til ber til at
keypa blandingsevni, soleiðis, at putur kann gerast til foundation, putureygnaskuggar
kunnu gerast til kremeygnaskuggar, kinnareytt kann gerast til lipgloss o.s.v. Alt kann
sostatt nýtast til alt. Til ber at fáa persónlig ráð og vegleiðing um, hvørjar vørur hóska
til tín. Prísflokkurin er miðal. Handilin letur upp í Kongagøtu 6 í miðbýnum í Havn.
Mirjam (til vinstru)
og Hanna eiga og reka
Make-up Store í Havn
Góð ráð frá Mirjam til jólaborðhaldini
– Tað heilt stóra nú, um tú skalt gera okkurt eyka burturúr, eru falskar
eygnavippur. Make up Store hevur nógvar ymsar eygnavippur, bæði stórar 60'ara
vippur og meiri nattúrligar, sum bara leingja eitt sindur egnar vippur. Mirjam
viðmælir eisini eygnavippur við smáum similidiamantum á til jólaborðhaldini.
Prei: Til ber at fáa vippurnar settar á inni í handlinum,
um tú heldur tað vera trupult.
Eygnavippur við diamantum, kr. 160,-
Vit á vikuskiftinum hava
roynt nakrar av vørunum
í Make up Store, og vit eru
púrasta follin fyri hesum:
★ 1 Mascara Max Lashes, sum hóskar væl
til gerandis, men smyrt tú fleiri ferðir á,
verða vippurnar tjúkkar og veitsluklárar
★ 2 Cover All Mix, dekk »stiftin« við
trimum ymsum litum, sum bæði
fjala reyð frábrigdi á andlitinum
OG myrkar randir undir eygunum.
Fantastiskt innanundir foundation.
★ 3 High Tech Lighter, sum er kremutur
og skyggjandi, og sum kann nýtast til
kinnar, eygu, varrar, nasarygg – you
name it. Frískleiki til húðina í eini dós
3
2
1