Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. november 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. november 2010 · Nr. 164 8 Sosialurin Á nevndarfundi 1. november 2010 samtykti nevndin fyri sjálvsognarstovnin Dag­ stovnurin á Argjum einmælt at heita á Tórshavnar kommunu um at verða kommunalur stovnur frá 1. januar 2011 at rokna. Ognin í Traðargøtu 55 er í sínari tíð fíggjað við láni, ið bæði landið og Tórshavnar/ Argja kommuna hava veð­ hildið fyri, eingin skuld er í ognini. Nevndin fyri Dagstovnin á Argjum hevur nú í eina tíð arbeitt fyri at gera Dagstovnin á Argjum komm­ unalan. Hetta er eisini í samsvari við málsetningin hjá kommununi um, at alt barnaansingarøkið verður kommunalt. Kommunan hevur í hesum sambandi yvirtikið fleiri sjálvsogn­ arstovnar síðstu árini. Tað er bert nevndin í sjálvsognarstovninum, sum hevur heimild at taka avgerð um ognir skulu avhendast, um viðtøkur broytast ella um sjálvsognarstovnurin skal takast av. Harumframt krevur tílík nevndarsamtykt, at Tórshavnar kommuna eftirfylgjandi góðkennir broytingina. Hetta er ásett í grein 9 og 10 í reglugerðini fyri Dagstovnin á Argjum. Málið hevur onga fíggj­ arligar avleiðingar fyri kommununa. Trivnaðarstjórin og leið­ arin fyri Barna­ og ungdóms­ deildina mæla mentamála­ nevndini til at góðkenna, at Dagstovnurin á Argjum verður kommunalur stovnur frá 1. januar 2011 at rokna, og at beina málið í býráðið til endaliga góðkenning. Mentamálanevndin sam­ tykti á fundi 3. november at taka undir við tilmælinum, og tí var tað bert ein av­ greiðsluspurningur í býráðn­ um í gjárkvøldið at yvirtaka Dagstovnin á Argjum. Tólv avkvøður vóru fyri, meðan ein var blonk. Leo Poulsen Halgir Winther Nagata sigur, at tey spæla nógv hetta krossorðaspælið heima hjá teimum, og tey hava saknað eina føroyska útgávu. – Vit gjørdu so tað, at vit kliptu føroyskar bókstavar út og spældu við teimum, og harfrá er hugskotið so komið at gera eina føroyska útgávu av spælinum, sigur Halgir Winther Nagata. – Í veruleikanum var tað omma, Ása Højgaard Ellefsen, ið er stigtakarin. Eg havi so hjálpt til, tí eg eri kønari í organisatión og marknaðarføring, sigur Halgir Winther Nagata. Í hesum sambandi er Í/F Hugflog stovnað, og tað er felagið aftan fyri føroysku útgávuna av Scrabble – Tað er tilvitað, at spælið kemur út nú. Vit halda, at hetta er ein uppløgd jólagáva, og vit hava eisini tosað við fólk, sum hava spælt spælið á enskum, og sum partvíst hava gjørt eins og vit og klipt føroyskar bókstavir út til at spæla við, sigur Halgir Winther Nagata. Spælið varð lagt fram á Sendistovuni mikudagin og er at fáa í handlunum kring landið. Spælið kostar smáar 500 krónur. leo@sosialurin.fo Dagstovnurin á Argjum verður frá 1. januar 2011 ein kommunalur stovnur Mynd: Jens Kristian Vang Dagstovnurin á Argjum kommunalur Tórshavnar býráð avkvøddi í gjár á býráðsfundi um Dagstovnurin á Argjum skal gerast kommunalur. Hetta var samtykt og frá 1. januar 2011 verður hann kommunalur stovnur Scrabble í føroyskari útgávu Ein føroysk útgáva av enska borðspælinum Scrabble er nú komin á marknaðin. Tað er Halgir Winther Nagata, ið hevur gjørt føroysku útgávuna Halgir Winther Nagata við føroysku útgávuni av Scrabble, sum omman, abbin og hann sjálvur hava føroyskað Mynd: Leo Poulsen Scrabble kann spælast av tveimum til fýra luttakarum Mynd: Leo Poulsen