Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. november 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 164 · 26. november 2010 8 VIKUSKIFTI Húsagangur Uni Arge ua@sosialurin.fo Síðst í august mánaði í 2008 frættist, at tann fyrr so høgt metti Roskilde Banki var farin av knóranum. Bankin var ikki tann fyrsti danski bankin, sum kom í trupulleikar, tá fíggjarkreppan fór at gera um seg, tí frammanundan hevði BankTrelleborg givið upp ond. Húsa­ gangurin hjá Roskilde Banka var kortini ein skelkur fyri mongu parta eigararnar í bankanum, og eins og altíð, tá fólk missa milliónir eftir einari nátt, gjørd­ ust partaeigararnir í øðini og kravdu at fáa nevndina setta frá. Sekstan mánaðir frammanundan var stjórin í bankanum seinastu 28 ár­ ini, Niels Valentin Hansen, farin frá við eini árligari pensjón á tríggjar millión­ ir krónur og eini optiónsskipan upp á partabrøv, ið um hetta mundið var verd heilar 100 milliónir krónur. Parta bræva­ optiónina høvdu hann og fleiri aðrir leiðandi medarbeiðarar fingið í 2003, og síðan tá hevði vøksturin í bankanum verið ovurstórur. Í 2002 vóru útlánini hjá bank anum 6,2 mia. kr. Í 2007 vóru tey kom in upp á 32 mia. kr. Kursurin var um somu tíð hækkaður úr 83 upp í 657. Líkini úr skápinum At síggja til hevði fráfarni forstjórin lat ið úr hondum ein sunnan banka, ið bara ikki kundi koppa. Fleiri ferðir var Roskilde Banki kosin at vera best rikni bankin í Danmark, og metavlopini ár eftir ár hugtóku øll í bankaverðini. Men Roskilde Banki var ikki nakar sunnur banki í 2007. Nærum helmingin av sín um engagementum hevði bankin í danska fastognarmarknaðinum. Kund­ arnir vóru í mongum førum ivasamir eydnuriddarar, ið ikki fingu lán aðra­ staðni, og lánisakirnar vórðu ofta av­ greiddar við lítlum umhugsni. Ógvusligi vakstrarhugurin hjá stjór­ anum hevði við sær, at vinnudeildin í bankanum fekk nærum púra leysar teymar at tveita pengar eftir fólki. Mál­ ið var aleina at skapa vøkstur og fáa nýggjar kundar í bankan. Meðan aðr ir bankar við vanligum viti og skili nokt­ aðu ivasomum eydnuriddarum lán, var vinnu deildin í Roskilde Banka ofta ókrit isk og játtaði lánini uttan at gera neyðugu váðametingarnar. Kreditt­ deildin var støðugt undirmannað, inn an hýsis grannskoðanin var veik, og nevnd in frætti ofta als ikki um ovurstór lán, fyrr enn tey vóru latin. Í bókini »Blændværk,« sum jour­ na listurin Morten Jeppesen hevur skriv að um fallið hjá Roskilde Banka, greið ir høvundurin gjølla frá, hvussu ein nevnd, ein starvsfólkahópur, ein skari av parta eigarum og ein heilur býur kunnu lata seg tøla so nógv av ein um manni, at øll at enda gerast tap­ arar. Niels Valentin Hansen var sam­ bært bókini maðurin, ið sera fá settu spurnar tekn við, tí hann hevði heilt síðan 1978 nútímansgjørt bankan og skapt honum eitt sera gott umdømi í øll um Danmark, ja, eisini í Evropa. Men eins og so mangan, tá stjór ar halda seg kunna ganga á vatn inum, og teir fara at kríggjast við atfinningar­ samar nevndarlimir og eftirlitsstovnar, so mátti bakslátturin koma, og hann kom eisini. Tað byrjaði við, at bak­ mans politiið fór á gátt hjá einum fast ognarspekulanti, ið taldist millum størstu kundarnar í Roskilde Banka. Hetta var samstundis, sum leiðslan legði sein astu hond á hálvársroknskapin í 2008. Líkini rullaðu nú úr skápinum, krøv ini um niðurskrivingar vórðu herd mun andi, og brádliga livdi bankin ikki meira upp til solevnskravið. Eftirlit fyri deyvum oyrum Farin var tann gylta tíðin hjá Roskilde Banka, sum túsundtals íbúgvar í Roskilde høvdu sett nógvar milliónir í. Meðan ferðin í bankanum var mest, strongdu starvsfólkini dúgliga á at fáa fólk at keypa so nógv partabrøv í bankanum sum gjørligt, so kursurin kundi fáast Ein av donsku bAnkUnUm, ið Eru farnir á húsAgAng, Er roskildE Banki. Í Bókini »blændværk« frá 2009 vErður grEitt frá, hvussu forstjórin, niels vAlentin hAnsen, nærum ráddi einsAmAllUr Í Bankanum, og nEvndin ikki talaði at hansara ágangandi útlánspolitikki og ofta als onki visti um ovurstórar lánisAkir. ótálmaður vAkstrArhUgUr, óstýrilig tráan Eftir at fáa pArtAbrævAkUrsin at hækka og áByrgdarlEysur kredittpolitikkUr rEndu at Enda Bankan Um koll RáðaRíkuR stjóRi og veik nevnd rendu roskilde Banka um koll Kreditt deildin var støðugt undirmannað, inn an hýsis grannskoðanin var veik, og nevnd in frætti ofta als ikki um ovurstór lán, fyrr enn tey vóru latin