Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. november 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. november · Nr. 165 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Herfyri vórðu øll tey tíma­ løntu arbeiðsfólkini á laksa­ virkinum í Fuglafirði, Salm Pro, søgd úr starvi. Feløgini, sum hava stovnað hetta felag og nú áttu og róku laksavirkið í Fuglafirði, eru Viking Seafood á Strondum, Faroe Farming í Suðuroy og Faroe Seafood – við einum triðingi í part. Hetta er aðru ferð í ikki so drúgva tíð, at laksavirkið í Fuglafirði letur aftur. Tað var Faroe Seafood, sum átti og rak virkið, men tá tað læt uppaftur miðskeiðis í summar, var tað saman við nýggjum partaeigarum, sum nú vóru Faroe Farming og Viking Seafood. Søgd úr starvi Framleiðsluvirksemið á Salm Pro hevur ligið stilt einar 5­6 vikur, og herfyri tók so leiðslan avleiðingarnar av hesum og segði øllum teim­ um tímaløntu úr starvi. Nøkur fá fólk eru fram­ veg is í starvi hjá felagnum og stjórin, Jákup Eli Thom­ sen, sigur, at arbeitt verð ur framvegis við, at laksa virk­ semið hjá Salm Pro verður tikið uppaftur. – Vit hildu ikki, at vit fram­ haldandi kundu halda fólk­ inum aftur, og tí gjørdu vit av at siga teimum tímaløntu úr starvi, meðan arbeitt verð­ ur við eini loysn. Fleiri hava spurt, hvussu verður, og vit hava latið tey vitað, at tey, sum arbeiddu hjá okkum, standa fremst í røðini at fáa arbeiði aftur á virkinum, sigur stjórin. Salm Pro er eitt virki, sum er útgjørt til at framleiða portiónir úr laksi, og Jákup Eli Thomsen sigur, at arbeitt verður við at finna fyritøkuni langtíðaravtalur fyri hesum vørum, soleiðis at arbeiði kann verða trygt og støðugt. – Vit arbeiða soleiðis við at fáa í lag avtalur, sum ganga yvir eina longri tíð, men beint í løtuni er trupult at siga, nær virksemið væntandi verður tikið uppaftur. Virksemið er ikki meiri niðurlagt enn tað, leggur stjórin aftrat. Stjórin sigur, at út við 40 fólk hava verið knýtt at laksavirkseminum hjá fe­ lag num í Fuglafirði. Tey flestu eru úr Fuglafirði og úr bygdunum í nærum hvørv in­ um. 3.000 tons um árið Spurdur um góðu prísirnir, sum alarar hava fingið fyri feskan laks, hava havt ávirk an á framleiðsluna av portiónum, vísir hann á, at viðurskiftini á laksa markn­ aðinum hava verið eitt sindur serstøk. – Okkara uppgáva er at konsentrera okkum um mark naðin fyri portiónir, og tað er hetta, sum vit arbeiða við og vóna at kunna finna út av áðrenn langt um líður, sigur stjórin. Tá Salm Pro byrjaði virk­ semi í Fuglafirði miðskeiðis í summar, var málið at virka eini 3.000 tons av laksi um árið til portiónir. Ætlanin var, at felagið skuldi fáa meginpartin av laksinum frá kryvjivirkinum Viking Seafood á Strondum, ið sum nevnt eigur ein triðing av felagnum í Fuglafirði. Jákup Eli Thomsen sig­ ur seg vóna, at felagið fær avtalur um veitingar av portiónum sum gera, at virk­ semið hjá Salm Pro í Fugla­ firði skjótt kann takast upp­ aftur. Alarar meirilutan Sosialurin fer ikki at tvinna steðgin, sum nú er á laksa­ virkinum í Fuglafirði, upp í støðuna, sum Faroe Seafood er í, tí samtakið eigur nú bert ein triðing í Salm Pro, meðan føroyska alivinnan eigur 2/3. Vit fara heldur ikki at tvinna støðuna, sum Eik Banki er í, upp í hesi viðurskifti. Tá vit spyrja Jákup Eli Thomsen, um støðan hjá Salm Pro hevur nakað við hesi viðurskifti at gera, sigur hann seg als onga viðmerking hava til tað. – Vit arbeiða við marknað­ inum fyri portiónir, og eg dugi ikki at síggja, at støðan hjá Faroe Seafood, ei heldur Eik Banka, hevur nakað sum helst við heimsmarknaðin á laksi at gera, sigur stjórin. vilmund@sosialurin.fo Vit arbeiða við at fáa í lag avtalur, sum ganga yvir eina longri tíð JÁKUP ELI THOMSEN Øll tey tímaløntu á laksavirkinum Salm Pro í Fuglafirði eru nú søgd úr starvi, meðan leiðslan arbeiðir við langtíðaravtalum fyri sølu av laksaportiónum Út við 40 fólk søgd Úr starvi Nú einki framleiðsluvirksemi hevur verið á laksavirkinum Salm Pro í Fuglafirði seinastu vikurnar, hevur leiðslan gjørt av at siga øllum teimum tímaløntu, sum hava verið knýtt at virkinum, úr starvi. Stjórin, Jákup Eli Thomsen, sigur, at arbeitt verður við at finna langtíðaravtalur um portiónir, og arbeitt verður soleiðis við, at framleiðslan verður tikin uppaftur