Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. november 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. november 2010 · Nr. 165 10 Sosialurin Jólablaðið Eftir Innu Tørnroos JÓLATIPS: Íslykt Tær nýtist: • 2 spannir/grýtir/íløt í ymiskum støddum • Vatn • Greinar, ber, appelsin, blómur og annað, tú vil pynta við • Frystiboks ella frost úti Fyll eitt ílat við vatni, upp til umleið 2/3 av hæddini. Set eitt glas ella minni ílat mitt í. Um tað er torført at fáa tað at steðga í miðjuni, kann klistriband hjálpa til. Legg greinar, ber ella turkaðar appelsinskivur í vatnið, og set síðani alt inn í frystiboksina ella uttanfyri um frost er! Lat frysta í 12 tímar. Tað glaslyktina úr spannini. Um hon er føst, kanst tú stoyta eitt sindur av heitum vatni á spannina - tá skuldi loysna! Tendra eitt fýrfatsljós, og set uttanfyri hurðina. Stak hugnaligt á at líta! JÓLATIPS: Sjokulátapinnur Tær nýtist • Sjokulátu • Træpinnar • Plastikkgløs Smelta sjokulátuna og stoyt í passandi form – plastikkgløs eru góð til endamálið. Um tú vilt, kann tú blanda okkurt góðgæti í. Set træpinnin mitt í, og lat sjokulátuna stívna. Tá sjokulátan er stív, tak pinnin úr glasinum og hita eitt glas av mjólk! Rør runt í mjólkini við pinninum til tú hevur fingið passaliga styrki! Stuttlig og øðrvísi gáva til vertin!