Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. november 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 29. november · Nr. 165 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tað sá ikki so trupult út at fáa skipið leyst av aftur, tá Sosialurin vitjaði í Runavík fríggjamorgunin. Kortini skuldi tað vísa seg, at skipið kom at standa á flúrinum til beint eftir middag, tá kavari hevði verið niðri, og sleipibátarnir hjá MEST tá betri vistu, hvønn veg teir skuldu hála skipið av aftur. Sunleiv Højgaard, bruna­ um sjónarmaður hjá Skála­ fjarðar Sløkkiliði, sigur, at hóast royndir vórðu gjørdar fyrr um morgunin at hála skipið av aftur, vísti tað seg, at fleiri flúrar eru, har skipið stóð. Tá Hoyvíkingur vísti seg at loysna, gjørdist hann fastur aftur. – Men tá ein steðgur hevði verið í royndini at fáa skipið av aftur, samstundis sum kavari var niðri og kannaði um støðurnar, gekk bæði skjótt og væl. Og klokkan 12.25 var Hoy­ víkingur leysur aftur. Sunleiv Højgaard sigur, at hol kom ikki á skipið, og einki bendi á, at skrokkurin hevði fingið stórvegis skaða. – Trupult er at siga heilt ítøkiliga, um alt er óskalað, men líkt er ikki til, at skrokkur, skrúva og róður hava fing­ ið nevniverdar skaðar, segði Sunleiv Højgaard, brunaum­ sjónarmaður, tá Sosialurin tosaði við hann eftir, at Hoy­ víkingur aftur lá tryggur við bryggju í Runavík. vilmund@sosialurin.fo Sleit og rak á land Í nógva vindinum seinasta fríggjamorgun sleit línuskipið Hoyvíkingur, meðan hann lá við bryggju í Runavík – og rak á ein flúr beint út fyri bygninginum hjá timburhandlinum Borg Tað var so nógvur vindur í Runavík fríggjamorgunin, at línuskipið Hoyvíkingur sleit og rak fastur á einum flúri. Stutt eftir middag eydnaðist tað sleiparum hjá skipasmiðjuni MEST at fáa skipið leyst aftur. Tá hevði kavari verið niðri og hevði staðfest, hvussu best var at hála skipið av aftur Mynd: Vilmund Jacobsen Vilmund Jacobsen Tað gongur betur í chilensku alivinnuni aftur, eftir at alivinnan í landinum hevur verið so álvarsliga herjað av fiskasjúkum seinnu árini. Støðan í Chili hevur ført til, at marknaðurin í USA hevur keypt nógvan evropeiskan laks fyri góðar prísir, og tað er serliga tann stóri laksurin, sum hevur verið eftirspurdur í USA. Men nú er gongd aftur í chilensku alivinnuni. Ragnar Joensen, stjóri í Marine Harvest í Føroyum, væntar, at laksavinnan her um okkara leiðir fer at merkja kappingina úr Chili av álvara í øðrum fjórðingsári í 2011. – Eg vænti, at markn að­ ar prísirnir fara at lækka so hvørt, sum Chili veksur um sína framleiðslu. Alivinnan í Chili fer at gera tað trengri hjá øðrum laksi á ameri­ kanska marknaðinum, og eitt nú noyðast lond, sum í dag hava stóra sølu í USA, tá at senda størri nøgdir á evropeiska marknaðin. Hann sigur, at tað eru teir, sum vænta, at marknaðurin fer at veksa nokso fitt, so­ leiðis at afturgongdin í prísi kanska ikki verður so stór kortini. – Við sushi og øðrum nýggj um laksavørum veksur marknaðurin. Eingin ivi er um tað, men eg vænti, at vit koma at síggja heilt aðrar prísir so hvørt, sum árið 2011 fer at líða, sigur stjórin í Marine Harvest í Føroyum. Ragnar Joensen er eisini næstformaður í Føroya Hav­ búnaðarfelag. Árið í ár hevur verið sera gott hjá føroyskum ali feløgum, og eitt nú fer Marine Harvest Føroyar helst at koma við einum avlopi ­ fyri skatt – upp á einar 60 miljónir krónur. vilmund@sosialurin.fo Vænta stórt prísfall – Nú alivinnan í Chili er á veg uppaftur úr aldudalinum, vænti eg ikki, at vit fara at síggja somu marknaðarprísir á feskum laksi næsta ár, sum vit hava sæð í ár