mánadagur 29. november 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. november · Nr. 165
12
Sosialurin
Jan Müller
Tað gekk ikki sum ætlað hjá
føroyska oljufelagnum Faroe
Petroleum, nú grønlendska
ráevnisfyrisitingin
hevur
gjørt av, hvørji feløg skulu fáa
leiti loyvi í Vesturgrønlandi
kom andi 10 árini. Faroe
Petrol eum var eitt av umleið
12 feløgum, sum søkti um
leiti loyvi men sum varð valt
frá saman við fimm øðrum
feløgum. Feløgini, sum fingu
tillutað
leitiloyvi
vórðu
Shell, Statoil, Gas De France,
ConocoPhillips, Cairn Energy,
Dong Energy og Maersk Oil.
Haraftrat er grønlendska
olju felagið Nunaoil borið fe
lag í øllum loyvum.
At Faroe Petroleum ikki
fekk loyvi í Grønlandi kann
hava nakað við tað at gera, at
fleiri av feløgunum hava søkt
um somu teigar. Kappingin
hevur rætt og slætt verið
sera hørð. Ein onnur orsøk
kann vera, at grønlendska
ráevnisfyrisitingin bara hev
ur valt at geva loyvi til tey
heilt stóru og tey meðalstóru
oljufeløgini, sum peningaliga
og tøkniliga eru best fyri.
Trý skandinavisk feløg
Talan er um ikki færri enn
trý skandinavisk feløg, sum
hava fingið leitiloyvi. Tvey
donsk og eitt norskt, Dong,
Maersk og Statoil. Við hesum
loyvunum í Grønlandi hava
norska Statoil og danska
Dong víst, at tey kanska meira
enn onnur oljufeløg fokusera
uppá
Norðuratlantshavið,
tvs. økið vestan fyri Hetland,
økið eystan fyri Føroyar og
nú Grønland. Dong er í bólki
saman við ConocoPhillips,
sum er fyristøðufelag. Statoil
er saman við Shell, sum er
fyristøðufelag og haraftrat
Gas De France, sum eftir
øllum at døma er farið at vísa
hesum norðaru økjunum ans.
Statoil er annars framm an
undan rættiliga virk ið í Grøn
landi. Tað stend ur á odda fyri
einum samtaki, sum hevur
gjørt lovandi kjarnuboringar
í Eysturgrønlandi, har fleiri
av heimsins størstu olju
fe løg um eru við, eitt nú
ExxonMobile, Chevron og
Shell.
Áhugavert er at síggja, at
danska oljufelagið Maersk
Oil hevur fingið eitt av leiti
loyvunum. Hetta er fyrstu
ferð, at felagið hevur víst
Grønlandi áhuga. Felagið er
fyristøðufelag í einum av
teimum sjey loyvunum.
Burðardygg vinna
Grønlendski landsstýris mað
urin í oljumálum, Ove Karl
Berthelsen sigur, at úrslitið
av
útbjóðingarumfarinum
er eitt týðandi stig á leiðini
til at fáa ein burðardyggan
samfelagsbúskap
í
Grøn
landi. Hann sigur, at feløgini
eru vald út eftir teirra fíggj
arligu og tøkniligu styrki
og hvussu væl fyri tey eru
til at handfara trygd, heilsu
og umhvørvi. –Trygdin skal
vera í hásæti, og eg gleði meg
til at fylgja arbeiðinum hjá
oljufeløgunum sigur olju
málaráðharrin.
Økið, sum er lutað út,
fevn ir
um
góðar
70.000
kvm. Við teimum loyvum,
sum latin eru til oljuleiting
áður, er samlaða økið, har
loyvi eru latin, uppá 200.000
kvm. Umframt feløgini, sum
hava fingið tillutað nýggj
astu loyvini, eru eisini fleiri
onnur feløg við loyvi: Exxon,
Chevron, Husky, EnCana,
og PA Resources. Seinastu
loyvini eru uppá 10 ár og
verða kolvetni funnin verða
loyvini longd við 30 árum
aftrat. Seinastu 10 árini eru
tríggir brunnar boraðir í
Grønlandi av skotska felag
num Cairn, sum í heyst rakti
við bæði olju og gass, tó ikki
í rakstrar verdugum nøgdum.
Felagið hevur bundið seg til
at bora tilsamans 7 brunnar
í økinum. Tað er enn ógreitt,
hvat feløgini hava bundið
seg til at bora í nýggjastu út
bjóðingini.
Samstarv
Fyri Føroyar og føroyingar er
tað eisini áhugavert at fylgja
við gongdini í Grønlandi, eitt
nú tí fleiri av feløgunum,
sum arbeiða í føroyskum
øki, eis ini vísa Grøn landi
ans. Eisini er áhuga vert at
hava jarð frøðina í huga.
Ein kann siga, at Grøn land
og Føroyar fylgjast í olju
leiting. Átta brunnar eru
bor aðir í Grønlandi og sjey
í Føroyum. Hesar boringar
hava staðfest, at talan er um
virknar kolvetnisskipanir í
undirgrundini. Bæði londini
eru tætt heft at fiskivinnuni,
sum
kann
vera
svikalig
og kunnu verulig fund tí
vera við til at skapa hesum
lond um eina meira trygga
búskaparliga framtíð. Tað er
so eisini ein sannroynd, at
talan er um tvey lond, sum
eru í sama ríkisfelagsskapi
men sum eisini hava ynski
um størri sjálvstýri. Fólkatalið
í londunum báðum er so lítið,
at tað skulu ikki gerast nógv
olju og gassfund, áðrenn
hesi kunnu fáa altavgerandi
týdn ing fyri búskapirnar og
harvið fyri teirra framtíð
møguliga sum sjálvstøðugar
tjóðir í Norðuratlantshavi.
Eing in ivi er um, at grøn lend
ingar fylgja væl við gongdini
í Føroyum eisini. Samstarv á
hesum økinum eisini hevði
uttan
iva
eisini
kunnað
gagn að tjóðunum, her ikki
minst tá hugsað verður um
at tryggja eina tilgongd,
sum forðar fyri negativum
avleiðingum av eini nýggjari
tilfeingisvinnu
sum
hesi.
Og sjálvandi eisini hvussu
vit kunnu læra av hvørjum
øðrum til at fáa tað mesta og
besta burtur úr.
jan@sosialurin.fo
Sjey oljufeløg leitiloyvi
í Grønlandi
Leiting Faroe Petroleum, sum søkti um leitiloyvi, var ov stutt hesaferð
Grønlendingar brynja seg nú av álvara
út til at finna kolvetni í undirgrundini
Grønlendingar og føroyingar eiga
at kunna samstarva í oljutilgongdini,
soleðis at man kann læra av hvørjum
øðrum til tess at fáa tað mesta og
besta burtur úr