Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. november 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. november 2010 · Nr. 165 12 Sosialurin Jólablaðið Charlotte Ellendersen, sum eigur og rekur handlarnar Smyrji breyðs­ búðina og Dadduna í Havn, hevur nú eisini latið upp Dadduna í Skop­ un. Virksemið hjá Charlotte Ell end­ ersen umfatar nú eisini Dadduna í Lonini í Skopun. Talan er um ein handil við klæðum til børn og ung frá 0 til 16 ár. Báðir handlarnir, Daddan á Hálsi í Havn og í Lonin í Skopun, hava fingið og fáa nógva vøru heim jóla. Daddan selur kend merkir sum t.d. Minymo, Fransa, Fixoni, Grunt, NexLevel og Juice. Daddan leggur dent á at hava vørur í góðum kvaliteti til kappingarførar prísir og at veita sínum góða tænastu. Umframt Dadduna eigur og rekur Charlotte Ellendersen eisini Smyrjibreyðsbúðina í Bøgøtu. Smyrjibreyðsbúðin hevur al­ tíð nýggjar og frískar vørur, sum eru framleiddar úr fyrsta floks rávøru. Alt verður tilgørt í Smyrji­ breyðsbúðini sum t.d. at steikja fisk, roastbeff og fleskasteik, baka leverpostei, marinera høsnar unga­ bringu og dampa av. Eisini verður ein stór mongd av eggum og pasta kókað til breyðini hvønn dag um­ framt at baka bollar og flutes. Hand ilin hevur eisini lættar heitar rættir við salat og nýbakaðum breyði. Í innbjóðandi og hugnaligum um­ hvørvi yvirav Smiðjuni í Lítluvík bjóðar Irish Pub Faroes fram bæði mat og drekka í írskum stíli. Tær eru nær um allan heimin, hesi serligu, hugnaligu og sermerktu støðini har alt tekur støði í tí írska umhvørvinum. Írska pubbin er á tremur við mentan og søgu. Í 1900 talinum blivu írsku pubbirnar bannaðar av ensku myndugleikunum, men írska lyndið gjørdi at pubbmentanin tók dyk á seg, og til okkara dagar hevur hendan menningin hildið fram við tí úrsliti, at írsku pubbirnar eru at finna í nærum øllum heiminum. The Irish Pub Faroes er nú eis ini karmur um hetta hugnaliga virk­ semi. Irish Pub er eitt gjøgnumført koncept, sum er gjørt í tøttum sam­ starvið við The Irish Pub Company, sum er heimahoyrandi í Dublin. Eitt gjøgnumført konsept úr enda í annan við góðari tænastu til kundan. Saman við tí kenda írska úrvalinum av øli og whisky, er eisini ein løtt og litføgur matarskrá sett á breddan. Umhvørvið er hugnaligt við t.d fótbólti á flatskermum við góðari ljóðgóðsku umframt livandi tónleiki hvørt vikuskifti við útlenskum og heimligum trubadurum. Jólahugni í Irish Pub Daddan og Smyrji­ breyðsbúðin