mánadagur 29. november 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 29. november · Nr. 165
Sosialurin
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Mynd: Jens Kr. Vang
Tey seks til sjey ára gomlu,
sum enn eru í barnagarði,
vilja gerast størri eins og
onn ur børn. Og tá ið tey eru í
skúlabólki í barnagarðinum,
hevur tað týdning fyri tey, at
hesin verður kallaður skúli
og ikki nakað annað.
Tey síggja upp til tey
størru børnini, sum longu
eru farin í skúla og tey
vilja líkjast teimum og gera
sum tey. Og tey kenna seg
eisini meira enn tey minnu
børnini í barnagarðinum og
tað verður sæð upp til tey av
teimum smærru. Tað hevur
týdning, at tey hava sína
egnu tasku við í skúlabólki.
Tey kenna ábyrgd fyri, at alt
er í taskuni, sum har eig ur
at vera, somuleiðis í penal
ar húsinum og ikki minst í
matpakkanum. Tey eru vorð
in stór og nú skulu tey í skúla
og tað skal ganga ordiliga
fyri seg.
Hetta eru brot burtur úr
einum degi, har fólk á dag
stovnunum í Hoyvíkarøki
num settu seg niður og deildu
royndir um hvussu tað var,
at fyrireika børnini seinasta
árið í barnagarðinum, til tað
sum lá fyri framman. Tað er
eitt sindur av einum onga
mannalandi børnini ferðast
í, seinasta árið áðrenn tey
fara í skúla. Í samfelagnum
verður ofta spurningurin
havdur á lofti hvør eigur
hesi børn. Eru tey ov ung at
fara í skúla, eru tey ov gomul
at ganga í barnagarð? Og
með an sjónarmið um hetta
verða havd á lofti og búnast,
og vit longu hava fingið
nulta flokk onkunstaðni í
landinum, eru starvsfólkini
í
barnagørðunum
um
børnini og tey fyrireikað
tey spakuliga til skiftið sum
hendur komandi summar.
Tað fyrsta tilvitaða og stóra
skiftið av mongum í einum
mannalívi.
Fyri okkara skúlabólk
halda vit, at tað hevur
størsta
týdning,
at
tey
varðveita hugin til at læra
og spyrja. Tey skulu undrast
og granska, sigur Miriam
Johannesen,
sum
hevur
skúlabólk á dagstovninum
Sólareygað.
Skiftið
millum
barnagarð og skúla merkir,
at størri krøv verða sett til
børnini og tey skulu duga
at føra seg fram í einum
størri samanhangi. Eitt nú,
at ansa eftir og halda skil á
sínum tingum, at lurta eftir
hinum og at rætta fingurin
upp, tá ið tey hava nakað á
hjarta. Tey flyta úr tí meira
varda í einum barnagarði í
ein skúlaflokk, har onnur
meira vaksin krøv verða sett
til tey.
Virkin børn
Barnagarðarnir í Hoyvík,
Kald bak og í Kollafirði
hoyra sam an í einum øki og
all ir hesir barna garðar hava
skúla bólk við teimu m 67 ára
gomlu.
Bjørg Poulsen á Býlings
hús inum Inni á Gøtu er
ein av teimum, sum hevur
ábyrgd ina av skúlabólkinum
tríggjar dagar um vikuna, tá
ið tey fara av stovninum og
út í samfelagið.
– Mánadag gera vit ofta
túrar í náttúruna og børnini
læra at eygleiða tað sum
hendur í náttúruni ymisku
árstíðirnar. Tey klúgva upp á
steinar og vit vitja viðar lund
irnar. Hetta gevur felagsskap
og er gott fyri rørslurnar.
Hósdag plaga vit at svimja og
nú sleppa tey eisini at royna
tann kalda hylin. Aftan á fara
við í Norðurlandahúsið at eta
matpakka, sigur hon.
Børnini á Flatnagarði í
Kaldbak sleppa at luttaka í
vanliga arbeiðinum á bygd.
Mona á Bøgarði sigur, at børn
ini eitt nú eru við í fletting.
Tvær reisur um vikuna eru
tey í skúlabólki á stovninum.
Tey gera ofta útferðir til
Havn ar, har tey vitja ymisk
virkir og stovnar.
Skúli
Fyri børnini á Dagstovninum
í Hoyvík hevur tað stóran
týdn ing, at tá tey eru í skúla
bólki, tá eru tey í skúla. Tey
vilja hava at ein spaki verður
kallaður ein spaki.
– Í bólkinum eru tríggir
dreingir og sjey gentur og
tey vilja hava at vit kalla
bólk in fyri ein skúlabólk,
og tá ið tey eru í skúlabólki
eru tey í skúla. Vit hava eina
roknibók fyri nultaflokk og
vit hava egna skúlastovu.
Tey læra at halda á blýanti.
Annars vitja vit í býnum.
Eru á Margarinfabrikkini
og á arbeiðsplássunum hjá
for eldrunum. Hetta hevur
stóran týdning fyri børnini.
Og ymiskt er hvat tey droyma
um sum vaksin. Dreingir
vilja ofta vera politistar, men
annars eru ynskini ymiskt.
Summi droyma um at selja
slikk í SMS og fyri onnur eru
ísarnir hjá Poul Michelsen
lokkandi, sigur Marin Ják
ups dóttir.
– Tað, sum vit í stuttum
gera í skúlabólkinum er, at
vit fyrireikað børnini til lív
ið,sum bíðar eftir teimum
uttan fyri barnagarðin, sigur
hon.
Góð við hvørt annað
Seinasta árið ein barnagarður
kann ávirka børnini er júst,
tá ið tey fara í skúlabólk og
stovnarnir í Hoyvíkarøkinum
leggja dent á, at gera børnini
sjálvstøðug og menna teirra
sosialu førleikar.
– Eitt nú leggja vit okk um
eftir at fáa børnini at skilja
í millum arging og happ ing.
Vit hava eisini eitt massagu
program, har børnini læra at
massera hvørjum øðrum og
harvið at vera góð við hvørt
annað. Tað er ikki lætt at gera
einum øðrum ónáðir, sum
ein hevur masserað framm
anundan, sigur Elisabeth,
sum arbeiðir á stovninum í
Maritugøtu.
– Tað hevur stóran týdning
fyri børnini í skúlabólkinum,
at tey fáa fyri. Tey kenna tað
ikki sum at tey hava verið í
skúla, um tey ikki fáa lektiur
fyri. Vit leggja stóran dent
á málsligu førleikarnar og
fortelja nógv søgur. Børnini
fortelja eisini søgur, og tað
hevur týdning at lurtað
verður eftir hesum søgum,
sigur Maria Sørensen úr dag
stovninum í Maritugøtu.
Seinasta árið
Í Býlingshúsinum Millum
Gilja verður stórur dentur
lagdur á, at børnini í skúla
bólkinum fáa eitt so gott
ár sum gjørligt, áðrenn tey
koma í skúla.
– Hetta er eitt virkið ár
hjá børnunum. Børnini eru
nógv úti og uttan fyri barna
garðs økið. Vit vitja víða um í
sam felag num og árið endar
við eini legu. Tey vitja eisini
skúlar fyri at fáa eina fatan
av hvat bíðar teim um í kom
andi ári, sigur Elisa beth Ras
muss en frá barnagarðinum
Mill um Gilja.
Elisabeth er ættað úr
Sanda vági og børnini hava
eina epla veltu í Sandavági,
sum tey ansa eftir og taka
upp, tá ið tíðin er komin til
tað.
Ganga úti um náttina
Børnini í skúlabólkinum í
barna garðinum Yvir á Flat
kenna fleiri fuglar, tá ið tey
koma í skúla og tey kenna
eisini eggini hjá hesum fugl
um. Tey eru nógv úti í náttúr
uni.
– Eitt tey halda nógv um
er ein ferð út í myrkrið um
kvøldið við lykt. Foreldrini
eru við. Hetta er ein ógvuliga
spennandi uppliving. Vit gera
nógv burtur úr náttúruni,
eitt nú hava børnini gjørt ein
hval í fullari stødd úr pappi,
sigur Poula, sum er ættað
úr Nólsoy og tí eru børnini í
hennara skúlabólki vælkend í
Nólsoy, har tey millum annað
seta mammueplir niður og
fáa eplabørn upp aftur.
Læra bindindi
Skúlabólkurin á dagstovn
in um Undir Brúnni hittist
tvær ferðir um vikuna. Børn
unum dáma sera væl at fáa
uppgávur.
– Vit leggja okkum eftir at
læra børnini bindini og serliga
at lurta eftir hvørjum øðrum
og ikki at flenna eftir, um
onkur í bólkinum ikki dugir
so væl. Børn hava nógvar
tankar í hasum aldrinum, tí
hevur tað stóran týdning at
læra tey dialog, siga Rannvá
og Hildur frá dagstovninum
Undir Brúnni.
Kenna seg stór
Børn í skúlabólkinum kenna
seg størri enn tey yngru
og tey dáma væl at skipa
fyri og standa á odda fyri
teimum yngru. Hetta siga
Maria og Maibritt, sum báðar
starvast á býlingshúsinum á
Ternuryggi. Har eru 11 børn í
skúlabólki og tey hittast tveir
dagar um vikuna.
– Vit vaksnu royna at
vera nærverandi saman við
børnunum. Meira eitt barn
lærir at uppliva og sansa,
betri er tað ført fyri at liva,
sigur Maria.
Børn millum skúla
og barnagarð
Børn í skúlabólki í Hoyvík.