Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. februar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 33 - 16. februar 2002 Nr. 33 - 16. februar 2002 3 Norski sjónleikarin Anneke von der Lippe er aftur í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð, at hon er vitjar, síðan frumsýningina av filminum Barbaru fyri hálvum fimta ári síðani. Hon hevur verið ógvuliga virkin innan sjónleikin og hevur átt tvey børn hesi árini VITJAN Stefan í Skorini Stýrið í Norðurlandahús- inum hevði hósdagin og fríggjadagin fund, har tey løgdu skránna í hesum árinum til rættis. Í stýrinum situr ein gam- al kenningur hjá øllum før- oyingum. Anneke von der Lippe hevur havt sæti í hesum stýri í eitt gott ár, men hon hevur tó ongantíð verið í Føroyum síðan frumsýningina av Barbaru. Orsøkin er, at hon fyri stuttum átti eina gentu. Tí hevur ein tiltakslimur hjá Anneke røkt starvið í stýr- inum fyri hana. Nú er hon tó farin aftur til arbeiðis eftir burðarfarloyvi. – Eg siti í stýrinum sum umboð fyri Noreg, og ætlanin var, at eg skuldi koma til Føroyar, men vegna barnsburð lá tað ikki so væl fyri, sigur hon. Glað at vera aftur Anneke von der Lippe sigur, at hon er ógvuliga glað fyri at vera aftur í Føroyum. – Eg havi góð minnir hiðani, og tað er gott at vera aftur í Føroyum hóast árs- tíðin kanska ikki er tann besta, sigur hon. Tó verður hon eisini mint aftur á tær minnu góðu løt- urnar í Føroyum, tá hon hugsar um veðrið henda dagin, tá Sosialurin fangaði hana uppi í Norðurlanda- húsinum. Hetta var, tá hon sat veðurføst í Føroyum í fleiri dagar, tí leikstjórin ikki tordi at senda sjónleikarar- nar heim. Vandi var nevni- liga fyri, at teir ikki sluppu aftur til Føroya vegna veður. Hon viðgongur, at henda gamla ræðslan frá tíðini í Føroyum um at sita veður- føst eisini hevur fest seg í minnið. Átt tvey børn Síðan frumsýningina hevur Anneke von der Lippe átt tvær gentur. Tá frumsýn- ingin var í Norðurlandahús- inum, var hon við barn, og síðani hevur hon átt eitt barn afturat. Hóast hon hevur átt tvey børn, hevur yrkisleiðin ikki ligið still. Hon hevur spælt eitt ótal av filmum og sjón- leikum. Hon hevur fast starv sum sjónleikari í tjóðarsjón- leikahúsinum í Oslo. Hon hevur m.a. havt høvuðs- leiklutin sum Nora í leikinum “Et dukkehjem”. Hesin leikurin varð vístur í Washington og Edinburgh. Harumframt hevur hon havt leiklutir í fleiri filmum og stuttfilmum. Yrkisleiðin hevur sostatt ikki ligið í dvala, hóast hon hevur sett tvey børn í verðina. Barbara er aftur í Føroyum Eitt kent andlit vitjar aftur í Føroyum. Anneke von der Lippe er glað fyri at vera aftur í Føroyum, hiðani hon hevur góð fleiri góð minnir Mynd: Jens Kr. Vang Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Karl Johansen, Tórshavn andaðist fríggjamorgunin, 67 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Thea og børnini Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu og hjálp, tá kæri maður mín og bróður okkara Jóhan Vang Niclasen Hestur doyði og varð jarðaður. Tøkk til Bergur Debes Joensen fyri góð og troystarrík orð og til tykkum, sum hjálptu so væl til við jarðarferðina. Ein serlig tøkk til tykkum tríggjar, sum sungu so vakurt í kirkjuni. Tøkk til sjúkrahúsið. Tøkk fyri blómur, kransar, minningarorð, peningagávur til svimjihøllina á Hesti og øllum tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Hermanda, Mona og Svanhild C M Y K 3 2 Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag í 25 ár, doyði brádliga seinastu nátt, 67 ára gamal Tað vóru ófrættatíðindi ið bórust í lýsingini í gjáramorgunin. Karl Johansen, formaður í Havnar Ar- beiðsmannafelag var brádliga deyður um náttina, 67 ára gamal. Tað var ikki Karl Johansen í holdið borið, at hann skuldi gerast fakfelagsformaður í Havn í ein mansaldur. Tað var mestsum av tilvild, at hann kom uppí nevndina í Havnar Arbeiðsmannafelag í 1975. Hann var farin á aðalfund og so endaði hann í nevndini. Og longu árið eftir varð hann formaður. Men tað var júst sum fakfelags- formaður, at alt landið kom at kenna hann tey næstu 25 árini. Nú, hann legði árarnar inn, hevur hevur hann júst hátíðarhildið sín 25 ára starvsdag, sum formaður Havnar Arbeiðsmannafelags, har ein mongd av fólki nýtti høvi at heiðra honum og har bæði arbeiðs- gevarar, vinnulívsmenn og politik- arar og onnur, vóru komnir saman at ynskja tillukku. Á yngri árum var Karl annars til skips, eitt nú við Magnus Heina- son. Men dreymurin um at skipara- útbúgving, fekk ein bráan enda, tí hann var litblindur og tí sostatt slapp hann ikki sleppa á navigatør- skúla og tí fór hann í land longu 27 ára gamal. Karl er ikki kendur sum tann fakfelagsformaðurin sum var oftani í verkfalli. Hann hevði ta áskoðan, at tað, tú ikki fært í sam- ráðingum við arbeiðsgevarum, fært tú heldur ikki í einum verk- falli. Tó hava framstigini í hansara formanstíð verið rættiliga stór, men sum oftast eru tey hend í øllum stillum. Størsta takið hjá Karl Johansen í Havnar Arbeiðsmannafelag, var uttan iva, tá eftirlønargrunnurin varð settur á stovn fyrst í áttati- árunum. Tað var at bróta upp úr nýggjum, tí tá var heilt óvanligt við pensjónsgrunnum. Hesin grunnurin hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri lim- irnar í Havnar Arbeiðsmannafelag. Sjálvur fylti karl Johansen 67 ár 3, januar og honum untist bert at fáa eitt útgjald úr grunninum…… Nú Karl hevði rokkið pensjóns- aldurin, var hann farin at hugsa um at leggja frá sær. Hann stóð fyri vali í Havnar Arbeiðsmannafelag næsta ár og tá ætlaði hann sær at fara frá. Hann duldi ikki fyri, at hann var farin at troyttast, knøini vóru farin at svíkja og, sum hann segði: Ongin er sterkari enn tað veikasta liðið, og tað mátti vit so øll sanna seinastu nátt. Karl lagt árarnar inn Mánakvøldið, týs- kvøldið og miku- kvøldið fer danin, Torben Østermark, at hava skeið fyri sunnudagsskúlalærar um, leiðarum í junior- og ungdóms- arbeiði og annars øllum áhugaðum Tíðindaskriv Børn og ung í dag eru ógvuliga von við at fáa upplýsingar bæði gjøgnum eygu og oyru. Kanningar vísa, at tað, sum tú bæði hevur hoyrt og sæð, festir seg betri í minninum enn tað, tú bara hevur fingið við gjøgnum oyruni. Hetta er ein stór avbjóðing fyri øll, sum arbeiða við børn- um og ungum. Fyri at hjálpa sunnudags- skúlalærarum og ungdóms- leiðarum at gera tað sjón- ligt, sum sagt verður, skip- ar Heimamissiónin fyri skeiði, nevnt »Boðan til eygu og oyru«. Undirvísari er danin Torben Østermark. Torben er landsleiðari hjá »Friluftsmissionen« í Danmark. Teir arbeiða júst við hesum at gera boðskap- in sjónligan. Trý skeið Skeið verða hildin á trim- um støðum. Í missiónshús- inum á Glyvrum mánadag- in 18. februar, í Meinig- heitshúsinum í Havn týs- dagin 19. februar og í KFUM & -K í Klaksvík mikudagin 20. februar. All- ar dagarnar verður byrjað kl. 19. Á skeiðnum fer Torben at vísa ymsar hættir, sum kunnu gera boðanina meira livandi. Millum annað fer hann at vísa, hvussu »tale- male-bræt« kann verða nýtt, nakað um »Gospel magic« og at læra luttakar- arnar at gera ballónfigurar. Skeiðið er lagt til rættis so- leiðis, at tú fært høvi at royna teg, og sostatt fært tú eisini ymiskt tilfar heim við, sum tú kanst nýta í arbeiðnum millum børn og ung. Á skeiðnum verður eisini høvi at keypa tilfar og bøkur um evnið. Hóast skeiðið er miðað til sunnudagsskúlalærarar og leiðarari junior- og ung- dómsarbeiðnum, eru øll áhugað vælkomin at lut- taka. At tala til eygu og oyru