leygardagur 16. februar 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 33 - 16. februar 2002
Nr. 33 - 16. februar 2002
5
Mánamorgunin letur
nýggjur handil upp í
eysturbýnum í Havn,
har sum Eysturbúðin
fyrr var. Í handlinum
»Hjá okkum« fara tey
millum annað at selja
bakaravørur úr
Sørvági
HANDIL
Edvard Joensen
Tórshavn: Tann bara 19
ára gamla Alis Simonsen
letur mánamorgunin upp
egnan handil í eysturbýnum
í Havn. Hon fer millum
annað at selja bakaravørur
úr Sørvági í handlinum.
Hon er ikki heilt ókend
við hetta at standa í handli,
so tað er neyvan av ongum,
hon hevur valt sær hand-
ilsvinnuna sum yrkisleið.
Foreldrini hava stóran
handil í Sørvági, har pápin
eisini er bakari, so tað var
soleiðis meira ella minni
sjálvsagt, at Alis fór á
handilsskúla. Hon gongur í
løtuni á hægri handilsskúla
í Havn, fyri á tann hátt at
fáa sær allan tann kunn-
leika, sum krevst til at reka
handil.
Hugflognum bilar heldur
einki, og hon er ikki bangin
fyri at fara undir heilt
nýggjar royndir, soleiðis.
Hon fer nevniliga at flyta
allar bakaravørur, sum hon
fer at selja í handlinum, úr
bakarínum hjá pápanum í
Sørvági.
Baka í Sørvági
Hvønn morgun, tá handilin
á horninum á Dj. í Geils-
gøtu og Bókbindaragøtu
letur upp, verður tað við
nýbakaðum breyði, køkum
og wienerbreyði frá bakar
anum í Sørvági.
Alt verður flutt til Havnar
um morgunin. Um Vest-
mannasund við fyrstu rutu,
so klárt er, tá upp verður
latið í Havn.
Fyrstu tíðina verður tað
bara í vanligari handilstíð,
at bakaravørurnar kunnu
keypast. Men tá undir-
sjóvartunnilin er komin, fer
at bera til at keypa nýbakað
í eysturbýnum upp aftur
fyrr á morgni. Tá fer hand-
ilin at hava egna bakara-
deild burturav, sum fer at
hava opið heilt tiðliga. Tí tá
ber til at fara á hálvari nátt,
um tað skal vera, úr Sør-
vági.
Handilin, sum Alis Sim-
onsen fer at lata upp mána-
morgunin, eitur »Hjá okk-
um« og heldur til í somu
hølum í eysturbýnum í
Havn, sum Eysturbúðin
fyrr var í.
Síðan Eysturbúðin lat
aftur, hevur eingin handil
verið í umráðnum, har
rættiliga fitt av fólki býr.
Og grannunum dámar
væl, at handil aftur verður í
umhvørvinum. Onkur hev-
ur beinleiðis vent sær til
Alis og fegnast um, at hon
letur uppaftur.
At tey so eisini fáa
»bakarí« í grannalagið,
munnu fleiri helst fegnast
um eisini. Tey minnast iva-
leyst aftur á gomlu dagar-
nar, tá tey plagdu at vitja
inn á gólvið hjá Alla at
keypa sær morgunbreyð
ella annan bakstur.
Hugskotið til at fara
undir at handla í Havn fekk
Alis einaferð í fjør, og tá so
Eysturbúðin
stóð
tóm,
gjørdi hon av at royna seg
har.
Hon hevur broytt allan
handilin, so hann í dag er
sum nýggjur. Og hon hevur
staðið fyri allari innrætt-
ingini sjálv.
Hon ivast ikki í, at tað fer
at bera til at flyta bakara-
vørur heilt úr Sørvági til
Havnar at selja.
Hóast einir fýra bakarar
eru í Havn, metir hon, at
marknaðurin er ríkiligur til
ein handil afturat við bak-
aravørum. Um tær so verða
fluttar úr Sørvági, metir
hon ikki fara at dýrka tær
so mikið, at tær ikki kortini
vera kappingarførar við
tað, hinir bakararnir í
Havnini selja.
Bíligari í Vágum
Bakarin i Sørvági, sum
fer at baka fyri nýggja
handilin í eysturbýnum,
ivast heldur ikki í, at tað fer
at bera til at baka í Sørvági
og flyta vøruna til Havnar
fyri síðan at selja við
vinningi.
Hann vísir á, at hansara
bakstur er bíligari enn hjá
flestu bakarum í landinum.
Eitt nú helt hann gamla
prísin, tá flest allir bakarar i
landinum hækkau breyð-
prísin herfyri.
Og hann er onga løtu i iva
um, at hann nokk skal klára
at røkja flutningin til
Havnar soleiðis, at nýbakað
altíð fæst á morgni.
Nú fer at vára, og í
summar
verður
eingin
trupulleiki við sigling um
Vestmannasund,
sigur
hann. Tá so veturin kemur
aftur, verður koyrandi undir
sundinum, og tá er als
eingin forðing at koma til
Havnar.
Hann bakar alt, sigur
Valdemar Simonsen, bak-
ari. Vanlig breyð eins og
konditraravørur. So úrval-
inum bilar einki.
Tað, sum sørvingar halda
vera gott, man havnarfólki
eisini fara at dáma, heldur
bakarin, sum fegnast um
samstarvið, sum komið er i
lag, og gleðir seg til at
sleppa at víðka søluna.
– Tað ber ikki til bara at
sita og bíða eftir møgu-
leikunum. Ein má eisini
taka teir, tá teir eru har. Og
nú
undirsjóvartunnilin
kemur, sá eg tað sum ein
góðan møguleika at víðka
søluna, sigur bakarin í
Sørvági.
Bakstur úr Sørvági til Havnar
Alis Simonsen letur nýggjan handil upp
í eysturbýnum mánadagin. Hon fer
millum annað at selja bakstur úr
Sørvági
Mynd: Jens K. Vang
Mánadagin hava hjún
í Vági ein merkisdag.
Tey hava verið gift i
heili 65 ár og kunnu
tískil halda krún-
diamantbrúdleyp
MERKISDAGUR
Áki Bertholdsen
– Lívið er, sum tað verður
givið einum. Og vit hava
havt eitt ríkt lív.
Hjúnini
Herborg
og
Torkil Strøm í Vági, hava
ein merkisdag mánadagin.
Tá hava tey nevniliga verið
gift í heili 65 ár og kunnu
sostatt halda krúndiamant-
brúdleyp og tað er ikki øll-
um beskorið, verri enn so.
Tey bæði vórðu gift í
Vágs Kirkju 18. februar í
1937, tað var í gomlu
kirkjuni í Vági í teimum
døgum, tá ið hon stóð á
Kirkjukletti. Tá var Bang
Jensen prestur í Vági.
Og nú 88 ára gamli Torkil
og 84 ára gamla Herborg
halda hendan stóra dagin
mánadagin
saman
við
næstringum sínum, eru tað
eini eydnusom og væl nøgd
hjún, sum líta aftur um bak.
– Vit hava havt eitt gott
lív, spard fyri mótrburð og
sorgir av týdningi og
ongantíð verið arbeiðsleys
og tað er nógv at vera takk-
som fyri eftir eitt langt lív.
Herborg var fødd 11.juni
1917 í Øravík, hon var dótt-
ir Jóan Petur Mortensen og
Hansinu f. Hansen úr Tórs-
havn. Tey búðu í Mýruni í
Øravík og har vaks mamma
upp. Hon var tann sjeynda í
røðini av tíggju systkum.
Torkil er føddur í Vági
28. juli 1913. Foreldur
hansara vóru Niels Petur
Strøm, timburmeistari og
Maria f. Hjelm, hann var
frá Kráir og hon av Løð-
hamri og har vaks hann
upp sum miðlingabeiggi
ímillum ein eldri bróður og
eina yngri systir.
Torkil var timburmaður
og smíðaði í nógv ár, bæði í
Grønlandi, har hann var við
til at gera sjómansheimið í
Føroyingahavnini í 1937 og
eftir kríggið, eisini í Ís-
landi.
Men mest hevur hann
arbeitt heima. Bæði sum
timburmaður, men hann
koyrdi eisini lastbil, eitt nú
koyrdi hann í eitt áramál
oljubil fyri Esso, sum
seinni varð til Statoil.
– Fyrsta lastbilin keypti
eg í 1947. Tað var ein Bed-
ford minnist Torkil.
Hann sigur, at tá á døgum
skuldi ein hava loyvi frá
kommununi fyri at kunna
keypa lastbil og bilar, sum
tóku meir enn 1,5 tons,
varð ikki loyvi at keypa.
– Í dag eru taka bilarnir
40-50 tons, men vegirnir
eru at kalla teir somu, bara
við asfalti omaná….
Herborg hevur eisini arb-
eitt. Hon hevði egið virki,
sum als ikki var vanligt hjá
konufólki tá á døgum. Hon
hevði vaskarí, har hon
vaskaði fyri fólk úr allari
oynni.
Men tá ið hvør hús fekk
vaskimaskinu, fór tað arb-
eiðið at minka, tó at tað enn
var nógv at gera, tí enn var
sumt, sum fólk helst vildu
sleppa undan at vaska
sjálvi.
Herborg og Torkil eiga
fimm børn: Tórgir, ið býr í
Porkeri, Maritu og Jonhild,
ið búgva niðri, Hans Paula,
ið býr í Vestmanna og
Mariu, ið býr í Havn.
Av frítíðarítrivum hevur
hevur sangurin verið fram-
maliga, tí bæði havatey
sungið í kirkjukórinum,
Ljómi, í nógv ár.
Annars hevur Torkil mála
og mangar eru tær stovur,
sum er prýdd við onkrari av
hansara myndum.
Tað vóru landsløg hann
málaði og evnini til góðar
myndir tróta ikki í Suður-
oynni, sigur hann: Og hóast
komin upp í árini, trívir
hann enn í pensilin av av á.
Formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag
var ein maður, sum
gav tilveruni lit, sigur
størsti arbeiðsgevari í
Havn poul Mohr, ið
hevði mangan dystin
við Karl Johansen
EFTIRMÆLI
Áki bertholdsen
– Tað eru teir bestu, ið
doyggja.
Tað er eftirmælið, ið Karl
Johansen fær frá størsta
arbeiðsgevaranum í Havn,
Poul Mohr, stjóra á Tórs-
havnar Skipasmiðju.
Karl Johansen, sum var
formaður í Havnar Arbeiðs-
mannafelag og Poul Mohr,
sum var formaður í Havnar
Arbeiðsgevarafelag í ein
lítlan mansaldur, hava havt
nógvar dystir.
– Vit vóru mangan ósam-
dir, men vit vóru ongantíð
óvinir, sigur Poul Mohr, nú
Karl liggur undir børu, eftir
at hann brádliga doyði sein-
astu nátt.
– Grieg segði í eini yrk-
ing, at "det er de bedste der
dør" og tað kunnu vit siga
um Karl, sigur Poul Mohr,
ið samráddust við Karl í
eini 20 ár og tí kennir fak-
felagsformannin
Karl
Johansen betri enn tey
allarflestu.
– Karl var ein maður, tú
kundi líta á. Hjá honum var
eitt orð eitt orð, og tá ið
Karl hevði lovað nakað,
kundi tú vera vísur í, at lyft-
ið varð hildið og tað er ein
góður eginleiki at hava.
Poul Mohr heldur, at Karl
Johansen var ein ótrúliga
góður fakfelagsformaður.
– Hann var ein fakfelags-
formaður, ið hevði sínar
egnu meiningar. Men hann
var als ikki einoygdur og
tað bar altíð til at tosa við
hann, tí hann brúkti eisini
vit og skil.
Poul Mohr sigur, at tað
hevði n´gov at siga, at tað
bar til at hava álit á hvørj-
um øðrum og tí var hann
ein ótrúliga góður maður
fyri allar partar.
Størsti sigurin hjá karl
Johansen, var tá ið Havnar
Arbeiðsmannafelag fekk
eftirlønargrunn í áttatiáru-
num.
Hetta er ein grunnur, sum
eisini arbeiðsgevarar betala
til. Men á hátíðarhaldinum,
tá ið Karl hevði verið for-
maður í Havnar Arbeiðs-
mannafelag í 25 ár, segði
Poul Mohr, at hetta var eitt
gjald, sum teir betaltu við
gleði.
Karl var litríkur og tað
ikki yvir at dylja, at lívið
verður gráari, nú Karl hev-
ur lagt árarnar inn, sigur
Poul Mohr.
Lívið er,sum tað verður givið einum
Mánadagin hava Herborg og
Torkil Strøm í Vági ein
merkisdag, sum tað er fáum
beskorið at røkka. Tá hava
tey verið gift í heili 65 ár og
kunnu halda krúndiamant-
brúdleyp
Lívið verður gráari
nú Karl er farin
Karl Johansen var fakfelags-
maður við sínumegnu mein-
ingum, men hann var als
ikki einoygdur, sigur størsti
privati arbeiðsgevari í Havn,
Poul Mohr, sum mangan
hevur sitið yvirav Karl í sam-
ráðingum
C
M
Y
K
5
4