leygardagur 16. februar 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 33 - 16. februar 2002
Nr. 33 - 16. februar 2002
7
– Eg haldi tað er mis-
røkt, men í praksis
fáa vit einki gjørt við
málið, sigur Jóannes
Dalsgarð, stjóri í Før-
oyar Jarðará um skil-
ið í Saksunardali, har
hagin summastaðni
er grópaður upp og
liggur í díki og aðra-
staðni verður nýttur
sum frásetingarpláss
til gamlar útlivaðar
entrepenørmaskinur
LANDBÚNAÐUR
Jóanes N. Dalsgaard
Økið í Saksunardali, sum
talan er um, hoyrir fyri ein
part til eitt festi í Hvalvík
og fyri ein part til eitt festi í
Saksun. Stjórin á Jarðar-
ráðnum sigur, at so sum
økið liggur nú, er tað púra
óforsvarligt. Hann sigur, at
sum stjóri á Jarðarráðnum
er hann alt annað enn errin
um støðuna.
Jóannes Dalsgarð váttar,
at veltistudningur er latin til
eitt øki uppá uml. 9000 fer-
metrar, men at hetta bert er
ein lítil partur av tí samlaðu
víddini sum »velt« er. Hann
sigur, at veltistudningur
verður ikki latin, fyrr enn
veltingin ber gróður og er
sýnað. Tað økið í Saksunar-
dali, sum veltistudningur er
latin til, er tí í væl frægari
standi enn mestiparturin av
lendinum, sigur Jóannes
Dalsgarð.
Spurdur um, hví Jarðar-
ráðið, sum evsti ábyrgdar-
havari fyri landssjørðini í
Føroyum einki ger við mál-
ið svarar Jóannes Dalsgarð,
at Jarðarráðið kann í prak-
sis einki gera. Hann metir
málið so álvarsamt, at talan
møguliga átti at verið um at
tikið festini frá festarunum.
Men Jóannes Dalsgarð sig-
ur, at hetta er so at siga
ómøguligt. Hóast Jarðar-
ráðið ikki hevur roynt
nakað tílíkt í hesum føri, so
vísa royndir, at tað er so
gott
sum
ógjørligt at fáa tikið festi
frá einum festara, sigur
Jóannes Dalsgarð.
Stjórin á Føroya Jarðar-
ráð sigur, at Jarðarráðið
hevur lítlan ella ongan
møguleika til yvirhøvur at
seta sín vilja ígjøgnum yvir
fyri einum festara, sum
misrøkir festi. Jóannes
Dalsgarð
vísir á, at heimildin til at
gera
inntriv
mótvegis
festarum, sum misrøkja
festi, finst í §12 í lóg um
landsjørð. Men tann heim-
ildin er so ógreið, at hon
nóg illa kann brúkast, tá
talan er um misrøkt av
bygningum. Tá talan er um
misrøkt av lendi er heim-
ildin púra ónýtilig, staðfest-
ir Jóannes Dalsgarð.
Stjórin á Jarðarráðnum
veit at siga, at yvirfriðing-
arnevndin hevur verið uppi
í málinum um støðuna í
Saksunardali í 1998, men
hann veit ikki, hvørja støðu
yvirfriðingarnevndin hevur
tikið í málinum.
Pætur við Keldu skal
vera við í væl um-
tóktu donsku sendi-
røðini Gita ein sang,
eftir at Grand Prix
vinnarin gav avboð til
sendirøðina
SJÓNVARP
Eyðun Klakstein
Um tvær vikur skal Pætur í
upptøkuhølini hjá Dan-
marks Radio fyri at taka lut
í sendirøðini Gita ein sang,
sum eisini verður send í
føroyskum sjónvarpi.
Væl
umtókta
danska
sendirøðin, har Amin Jen-
sen er vertur, savnar hvørja
ferð fýra kendar danskar
sangarar at kappast ímóti
hvørjum øðrum. Uppgávan
er at gita sangir og at syng-
ja teir.
Ætlanin var, at vinnarin í
danska Grand Prixnum
skuldi verða við í sending-
ini, sum skal takast upp um
tvær vikur. Men Malene W.
Mortensen hevur nú givið
avboð. Orsøkin er, at Sasha
Dupont, sum er annar av
klaverspælarunum í send-
ingini, var partur av dóm-
arapanelinum, sum gav
Malenu vánaligt skoðsmál í
Grand Prixnum.
Herðaklapp til Pætur
Aftaná Grand Prixið hevur
Sasha Dupont eisini umrøtt
sangin hjá Malenu sum
vánaligan, og hetta hevur
fingið danska Grand Prix
vinnaran til at geva avboð
til sendirøðina hjá DR.
Jørgen de Mylius er re-
daktiónsleiðari fyri send-
ingina, og hann sigur seg
ongantíð áður hava upp-
livað slíkt. Men ráðaleysur
er hann ikki, tí hann hevur
sent boð eftir Pæturi við
Keldu.
Hóast
skoðbráið
hjá
Pæturi var stutt, so hevur
hann játtað at verið við í
sendingini. Hetta er enn ein
gyltur møguleiki hjá Pæturi
at gera vart við seg í Dan-
mark, og at Pætur yvirhøv-
ur verður biðin um at koma
við í sendirøðina, er ein
staðfesting av, at fólk longu
hava fingið eygað á føroy-
skan sangaran og tónleikar-
an.
Stjórin á Føroya Jarðarráð:
Hetta er misrøkt
Pætur skal
gita ein sang
Pætur við Keldu fær nú enn
ein gyltan møguleika at gera
vart við seg í Danmark
Jóannes Dalsgarð metir málið í Saksunardali so
álvarsamt, at talan møguliga átti at verið um at tikið
festini frá festarunum
Tað er sera stórur
áhugi fyri at fara
undir fjarlestur í
Føroyum. Heili 120
umsóknir eru
komnar til útbúgv-
ingina, ið Føroya
Handilsskúli og
hægri lærustovnur
í Aberdeen bjóða
ÚTBÚGVING
Heri á Rógvi
Umsóknarfreistin til at
søkja um upptøku í
master útbúgvingini í
leiðslu og fyrisiting er
runnin. 120 umsøkjarar
vóru. Master útbúgving-
in í leiðslu og fyrisiting
er úrslitið av einum sam-
starvi millum Robert
Gordon University, Før-
oya Handilsskúla og BP,
sum hevur fíggjað út
búgvingina. Útbúgving-
in er skipað sum fjar-
lestur, og útbúgvingin er
ikki ein fulltíðar út-
búgving. Talan er upp-
runaliga um eina út-
búgving, sum er nomera
til eitt ár, men hon er
longd, soleiðis at hon er
betri hóskandi til fjar-
lestur.
Sjálv útbúgving fer
sostatt øll at ganga fyri
seg í Føroyum. Útbúgv-
ing er sett saman av
skeiðum, og við byrjan
og endan av hvørjum
skeiði, verður skipað
fyri tiltakið, har tey les-
andi hittast á Føroya
Handilsskúla. Á fleiri av
hesum døgunum og ann-
ars um fjarskifti veðrur
møguligt at samskifta
við vegleiðara á Robert
Gordon University. All-
ar próvtøkur vera eisini
á Føroya Handilsskúla.
Elsa Maria Olsen,
deildarleiðari fyri Før-
oya
Handilsskúla
á
Kambsdali, sigur, at hon
er størliga bilsin av, at
áhugin hevur verið so
stórur.
– Útbúgvingin hóskar
sera væl til føroyingar,
og hon rakar rættiliga
breitt, men eg eri kortini
bilsin um, at umsøkjar-
arnir eru so nógvir, sigur
Elsa Maria Olsen.
Orsakað av góðu und-
irtøkuni, so verður tíðar-
ætlanin ikki hildin. Ætl-
anin var, at umsøkjar-
arnir skuldu fáa boð um
upptøkuna 25. februar,
men hetta veðrur seink-
að eina viku ella so.
Allir umsøkjararnir fáa í
næstum bræv, har tað
verður
kunnað
um
seinkaðu upptøkuni.
Hóast 120 hava søkt,
verður ikki pláss fyri
fleir enn tjúgu at taka
sjálva útbúgvingina.
– Vit lesa allir um-
sóknirnar ígjøgnum og
gera eitt tilmæli, men
tað er Robert Gordon
University, sum tekur
endaliga avgerðina um,
hvør verður upptikin,
sigur Elsa Maria Olsen.
Teir nógvu umsøkjar-
arnir hava ógvuliga ym-
iskar bakgrundir. Ein
sera stórur partur er eis-
ini væl kvalifiseraður,
sigur Elsa Maria.
– Tey, sum ikki sleppa
inn hesuferð, verða ikki
slept upp á fjall. Vit
arbeiða við fleiri út-
búgvingarmøguleikan,
sum væntandi verða al-
mannakunngjørdir innan
langa tíð, sigur Elsa
Maria Olsen.
Føroya Handilsskúli
hevur sett sær tað mál, at
arbeitt verður fram ímóti
at bjóða útbúgvingar á
bachelor støði innanfyri
handil
í
framtíðini.
Hetta seinasta útbúgv-
ingartilboðið er sostatt
bæði førleikamenning
hjá føroyskum vinnu-
lívið og Handilsskúl-
anum.
Stórur áhugi
fyri fjarlestri
FERðSLUÓHAPP
Stefan í Skorini
Hóskvøldið fór ein per-
sónbilur útav vegnum við
undirsjóvartunnilin
á
Streymoynni. Førarin var
einsamallur í bilinum. Bara
materiellur skaði stóðst av
óhappinum,
og
førarin
slapp snikkaleysur.
Bilurin koyrdi vestureftir
og var júst komin út út
tunlinum og nærkast undir-
sjóvartunlinum, tá maðurin
í
bilinum
missir
tamarhaldið. Bilurin fer av
vegnum og koppar runt.
Óhappið
hendi
stutt fyri klokkan sjey.
Løgreglan sigur, at vegurin
verður lagdur um í løtuni,
og tí er heldur óslætt á
vegnum. Bilurin hevur havt
ov nógva ferð, og tí missir
førarin tamarhaldið.
Stóru áhugi er fyri at taka útbúgvingina innanfyri
leiðslu og fyrisiting, sum er skipað sum fjarlestur. Á
myndini greiða umboð fyri Føroya Handilsskúla og BP
frá útbúgvingini
Mynd: Jens Kristian Vang
Bilur útav
RÚSEVNI
Stefan í Skorini
Tveir menn, sum hava sitið
í varðhaldinum síðan 16.
januar, tá teir vórðu tiknir í
stóra átakinum móti nar-
kotika, fingu báðir varð-
haldsfongslingina longda í
fýra vikur afturat.
Menninir, ið eru 27 og 35
ára
gamlir,
eru
báðir
skuldsettir eftir revsilógini
um at hava smuglað og selt
stórar mongdir av rúsandi
evnum við vinningi fyri
eygað.
Tann 27 ára gamli skal
sita avbyrgdur í tvær vikur
av teimum fýra, meðan
tann 35 ára gamli skal sita
avbyrgdur allar fýra vik-
urnar. Hetta fyri at teir ikki
skulu hava møguleika at
ávirka kanningararbeiðið
hjá løgregluni.
Tveir aðrir menn, sum
eisini vórðu handtiknir 16.
januar, gingu við til, at
varðhaldsfongslingin varð
longd uttan rættarfund. Teir
koma væntandi fyri rættin í
komandi viku, og í fleiri
skuldsetingum hava teir
játtað seg sekar.
Tríggir aðrir menn sita
eisini handan rimar, og teir
eru skuldsettir fyri smugl-
ing og sølu av rúsevnum.
Tilsamans sita sostatt sjey
persónar varðhaldsfongsl-
aðir í stóra narkomálinum.
Fýra vórðu leyslatnir eft-
ir at hava sitið í varðhald-
inum í 24 tímar tann 17.
januar.
Teir
eru
tó
framvegis skuldsettir, og
málini móti teimum verða
væntandi
tikin
upp
í
næstum.
Longd varðhaldsfongsling
Ein av teimum varðhalds-
fongslaðu í stóra narko-
málinum á veg í Føroya
Rætt. Tveir fingu hósdagin
varðhaldsfongslingina longda
í fýra vikur
Mynd: Jens Kr. Vang
Hesin persónbilurin fór útav við undirsjóvartunnilin
hóskvøldið. Eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum
Mynd: Jens Kr. Vang
FISKISKAPUR
Stefan í Skorini
34 ára gamli skiparin á
hetlendska trolaranum er
dømdur sekur í at hava
fiskað á eini stongdari leið
vestanfyri Mykines sunnu-
dagin
og
mánanáttina.
Hann er eisini funnin sekur
í ikki at hava boðað Fiski-
veiðueftirlitinum frá, tá
hann kom í føroyskan
sjógv.
Brimil tók hetlendska
botntrolaran
mánamorg-
unin á eini stongdari leið
vestanfyri Mykines. Skip-
arin á línubátinum Sig-
mundi var eitt av avgerandi
vitnunum. Hann hevði sæð
hetlendska
trolaran
á
stongdu, og hann metti, at
hesin hevði trolið úti.
Henda leiðin er tó opin fyri
línu.
Ákærin førdi eisini fram,
at fiskurin var nýfiskaður.
Prógvið fyri hesum var, at
fiskurin
enn
ikki
var
stívnaður, tá serfrøðingar
kannaðu fiskin umborð. Tí
var frágreiðingin hjá skip-
aranum um, at fiskurin var
fingin í ES-sjógvi, ikki trú-
lig.
Reiðaríið hjá Maranatha
skal
veita
trygd
fyri
320.000 krónum, og bótin
ljóðar á 250.000 krónur.
Harumframt er hald lagt á
veiðu og fiskireiðskap.
Skiparin hevði fríggja-
dagin á middegi enn ikki
tikið støðu til, um hann
tekur við dóminum.
Skiparin funnin sekur
C
M
Y
K
7
6